Feb 7, 2012

Ein ótrúlig søga

Eg gekk túr, gekk í mínum egnu tonkum. So kom eg á eitt pláss við so ótrúliga vøkrum útsýni, tað var tætt við Havnina, á hoyvíkarleiðini. Eg var í einum túni, nú kemur ein maður til mín og býður mær inn. Tað er ein ungur myrkhærdur maður, ókliptur, nokso tjúkkur. Jú eg vil gjarna hava eitt glas av vatni. Inni er øgiliga óruddiligt, eg spyrji, um hann selur antikvitetir, ja sigur hann, men skjótt varnist eg, at alt húsið er soleiðis – sum ein antikvitetshandil. Ná, vit seta okkum í eina antikka sofu. So við og við fái eg eina kenslu av, at hesin maðurin er ikki heilt sum hann skal, hann tosar svart, og hann leggur ann uppá meg, sjálvt um eg kundi verið omma hansara, hann sigur mær, at hann er 22 ár.  Nú hoyri eg eina barnarødd og vendi mær við, har er ein smágenta eini 6 ár, hon er kløn og kritahvít, eg vendi mær ímóti manninum á sofuni, men hann er ikki har. Tá ið eg síggi hina bleiku smágentuna veit eg, at hetta er ein afturgonga. Eg havi ikki verið so sperd í lívinum, reisi meg upp og skal fara. Á veg út møti eg gentuni aftur, tað er sama genta, men nú er hon eini 14 ár. Nú er maðurin aftur har og  vil forða mær at fara, eg eri nú sannførd um, at tað er hann sum hevur dripið hesa gentuna, sum gongur aftur. Eg sigi honum, at eg má fara, hann rættir hondina út: 100 krónur sigur hann, eg fari í lumman eftir 100 krónum, tí eg vil bara burtur. So sigur hann “eisini urið”…..tá vaknaði eg.

No comments:

Post a Comment