Feb 19, 2012

Framleiðslan av fløguútgávum…

Royn at lesa yvirskriftina aftur. Er hatta ikki ótrúliga knortlut og óvakurt?Útvarpið tosaði í dag um ársins heyst av fløgum í fjør. Eitt er , at teir aldrin næstan siga fløga, men altíð ‘útgáva’, men í kvøld vóru also bæði  orðini sligin saman í eitt, so undarliga langt frá talaðum máli. Ikki er tað týtt, tí hetta var jú ein tíðindastubbi úr Føroyum, nei bíða nú, tað var hatta felagið, sum býtir avlop út til tónleikarar, eitur tað KODA, sum hevði gjørt hagtøl. Tilsaman 50000 føroyskar fløgur komu í handlarnar í fjør.

Tveir rættiliga virknir fjasibókarhøvundar høvdu í dag orðum saman um mál. Jóannes Dalsgaard, skyldmaðurin, segði, at fólk tora ikki at skriva, tí tey verða altíð rættað, og tað skal vera so ringt fyri fólkaræði. Bergur Rasmussen helt, at tey sum skriva, mega hava so mikið álit á innihaldinum, at tey vænta, at tað ber. Og at skriva so illa, at boðskapurin neyvan skilst, tað gevur jú einki samskifti. Bergur bar eisini skribentar saman við tónleikarar, sum jú læra seg at spæla eitt ljóðføri, áðrenn teir fara at spæla. Eg helt, tað var nokso væl sagt hjá Bergi. Jóannes segði, at stavifreakar skula fáa sær sítt egna forum, men tað hava vit longu: Føroysk stavseting ella okkurt tílíkt, á fjasibókini.

Men nú er framleiðslan av hesum stutta bloggi av BavS liðug Smiley, der blinker, nei nú eri eg liðug at skriva.

No comments:

Post a Comment