Feb 15, 2012

Sigrid Undset: Jenny (1911)

Jenny er næstan 30 ár og jomfrú. Hon er listamálari og heldur til í Rom, hon býr saman við Francescu, sum eisini málar. Francesca hevur fleiri tilbiðjarar, og hon letur teir kyssa seg, men tá ið teir vilja meir, sigur hon stopp. Jenny er so skilagóð, dugir væl at lurta og hugsar seg altíð væl um. Bókin er um tann trupla seksualitetin, um seksualmoral, um øðrvísi reglur fyri menn og kvinnur. Um dreymin um tann einasta eina, sum aldrin kann gerast veruleiki, tí hann er júst tað – ein dreymur. Nakað av kjakinum bleiv um, um Jenny og Franceska eru lesbiskar, kanska – tað kundi Sigrid Undset sjálvandi ikki skriva beinleiðis. Eg visti annars ikki, at Selma Lagerløf var lesbisk, tað helt loyniligt alt sítt lív. Ella er Jenny lesbisk og veit tað ikki sjálv? So fær skaldsøgan eina heilt aðra vend, likasum. Bókin er sera ólík Kristin Lavransdatter, sera modernað og samtíðin helt, at hon var heilt ómoralsk. Men Jenny er ikki ein sterkur persónur, hion hevur nógvan mótgang og tekur lívið av sær. Hvussu sameina erotikk, skyldur og list? Menninir eru óbúnir og bangnir fyri Jenny, sum virkar so sjálvsikkur. Uttan tann tilkomni hr. Gram, sum nertir við onkrar streingir í Jenny. Men tað sambandið kann heldur ikki vara. Vit hildu, at tað er vert at lesa okkurt annað hjá Sigrid Undset og kanska onkrar aðrar norskar eisini.
images2images
019
021
024

No comments:

Post a Comment