Vit fóru til Gjáar til frumsýningina av “Gjógv – millum Norðhavið og Skarðið”, sum Hans Petur Hansen og Uni Arge hava gjørt um Gjáarbygd.
Á veg norð sóu vit hetta jólapostkortið í Funningsfirði
Nógv fólk vóru á áskoðaraplássunum í Gjáargarði, teirra millum filmstjørnurnar.
Filmurin er ein lýsing av bygdini í dag, onkur afturlit eru til tíðina, tá ið fleiri hundrað fólk búðu við Gjógv og til hendingar í farnari tíð, men høvuðsdenturin er á nútíðini. Tað ger sjálvsagt eitt nakað tungt huglag, nú ið bygdin er minkað so nógv, men filmurin er ikki sentimentalur, og fólkini í filminum eru bara realistisk og natúrlig. Sera væl kliptur filmur við fyrr og nú myndum kliptum saman. Og náttúrudýrdin er, sum væntandi var, fantastisk. Ein fínur filmur at leggja upp til kjak um útjaðaran, tí mangar bygdir í Føroyum eru á líkan hátt staddar sum Gjógv í vanda.
Aftan á filmssýningina beyð Gjáargarður kaffi, rísalamang, gløgg og holukøkur. Ein deilig løta.
Vit gistu eina nátt, og í morgun fóru vit inn á gólvið hjá Ásdís og Kristjan Jákupi.
Á suðurvegnum sóu vit aftur fleiri jólapostkort.
No comments:
Post a Comment