Reyði krossur.
Vit fóru ein túr út í Stiðjagøtu í Havn, har Reyði krossur hevur sín klædnahandil. Nógvar flottar troyggjur vóru til søli. Á myndini sæst Turið millum Vibeke og Jóahannu.
Jólastákan í Havn.
Eg datt inn á gólvið í kaffistovuni í Steinatúni, stak hugnaligt – og gott kakao.
So fór eg oman á reinsaríið, har Norrøna felagið skipaði fyri norðurlendskum jólahugna, helt tað byrjaði kl. 3, men tað endaði kl. 3, so tá ið eg kom, fóru tey at pakka saman. Hevði eg nú havt børn, so fór eg kanska at taka ímóti jólaskipinum…….
Vit fóru norð til Hósvíkar til hátíðargudstænastu. Bispur og eini seks prestar vóru við í tiltakinum. Tað. sumeg serliga festi meg við var krossurin á tí nýggja flotta messuaklinum, hann er bundin við dominobinding og hevur ein desideraðan træeffekt. Flott.
Blíðskapur á Vørðuvegi.
Kitty og Sølvi høvdu boðið okkum til døgurða, og tað var sanniliga veitsludøgurði.
Og nú er 3. sunnudagur í advent farin.
No comments:
Post a Comment