Dec 26, 2016

Jól 2016

 

Tollaksmessudag kókaðu vit rís og smá epli, og vit stoktu eina dunnu, tí at ovnurin er ov lítil til 3 dunnur.

DSC06356

Jólaaftan byrjaðu vit dagin róliga, fóru so at flysa epli, súrepli og røra marinadu til forrættin, píska róma til rísingreytin og ymiskt. Børnini blivu send í brúsu og komu so pø á pø aftur í jólastásinum. Sanniliga hugnaligt at fáast við hesa máltíð, sum ber av øllum máltíðum. Dunnurnar eru tær væl umtóktu cherry valley, tær eru keyptar í Havn og verða stoktar í Reet. Tær høvdu eina góða flogferð, tað sást ikki høgg á føti, tá ið tær vórðu útpakkaðar. FS gjørdi ein forrætt við laksi og avokado og agurk, og einari fantastiskari marinadu við sesamolju, avokadoolju, chili osfr.

DSC06362

Michel fór ein síðsta túr til handils, og so fór hann at seta á borðið, arvastell og arvasilvur, stílurin bleiv retro com mixo, ikki sum hjá navnanum á Frederiksberg, sum nokk hevði fingið ilt fyri hjartað av borðinum Smile

Gestinir komu klokkan fýra, og vit fóru til borðs klokkan seks, vit vóru 12 fólk. Beiggi Michel við børnum og einum dóttursjeiki, mamma Michel og so eg og Bíusa húski.

DSC06372

Máltíðin var “føroysk”, ja høvuðsrætturin og omaná. So FS hevur líkasum sett sín dám á jólaaftan.

DSC06430

The Dupont guys

Áðrenn pakkarokið byrjaði, vórðu nýggjársbrøv lisin, og tað er ein belgiskur siður. Børnini skriva bræv til foreldur og ommur og abbar, nýggjársbræv við ynskjum, tøkk og heilsan. Ein sera vakur siður, sum eg hava sæð øll tey  ár Frida Sofía hevur havt børn.

DSC06374DSC06378

Fyrst las Nathan (8ár) fyri ommu síni og pápa sínum og síðani Madeleine fyri mær og foreldrunum.

DSC06449DSC06450

Eg sendi tær mína hjartaligu nýggjársheilsan,

við einum mussi beint nú á títt allarfittasta snýð!

Seinni vóru pakkar á skránni, og eg sat og gleddi meg at geva FS skinnið, sum eg havi keypt í Dímun, hon, bleiv glað fyri tað, men bilsin bleiv eg, tá ið eg pakkaði mín pakka upp, tað var eitt skinn, ikki úr Dímun, men løgið var tað, at vit góvu hvørjari aðrari eitt skinn. Og fegin var eg eisini, tá ið tað vísti seg, at Michel passar troyggjuna.

DSC06337

Jólatræið framman fyri høvuðsjarnbreytarstøðini í Antwerpen er hátíðarheilsan til Kina, pyntið er hundalond, ella eg haldi sovorðnar kinesiskar lampur, við síðuna av var ein ovurstórur litfagur dreki.

 

Jóladag var mest te, goðgæti og romantiskir filmar.

No comments:

Post a Comment