Viðhvørt fái eg øðu. Sum døgurðamat dámar mær ikki øðu so væl, kanska tí at eg bara loypi hana og veit neyvan, hvar magi og garnar á henni eru.
Men hon er so pen. Og eitt slíkt tyssi av øðu er ein heil verð, hugsi, hvussu nógvar smáar verur munna búgva og liva alt sítt lív á hesi órundu planet.
Øðan kann saktans brúkast sum dessertskál, skál til forrætt, ljósastaka, saltkar og mangt annað. Og eg havi brúkt hana sum jólapynt.
Henda jóladekoratiónin hevur nakrar øður og so eitt pikkalítið sindur av tí fína granninum.
Hesin jólamaðurin er í nýbustaðum øðuskóm og niðriundir er jólaabbin – nakað hjólbeintur - eisini farin í skógvar, lítli jólabeiggin hevur sett sínar skógvar millum beinini á abbanum.
Øðan er sera væl hóskandi til borðpynt, bæði til jóla og aðrar tíðir.
No comments:
Post a Comment