21. feb er altjóða móðurmálsdagur.
Í kvøldskúlanum í Havn er hvør dagur fremmandamálsdagur
Flokkurin 2014-2015
Myndin er tikin á Reinsarínum tann dagin, tey fingu sína skeiðsváttan. Ein festligur dagur, onkur helt talu á føroyskum, og vit sungu.
Flokkurin heystið 2015
Myndin er tikin í Listaskálanum. Partur av undirvísingini á byrjanarskeiðinum vóru námsferðir.
Saman við handilsskúlanæmingum hjá Urd
Urd hevur eina lærugrein sum eitur “mentanarfatan”, so tað var rættiliga upplagt at gera eina felags tilgongd. Vit hittust tvær ferðir, og evnið var skúla- og familjuviðurskifti í fremmandum londum og Føroyum.
Flokkurin vár 2016
Hetta er triði flokkurin av tilflytarum, sum eg havi, samstundis er tað fyrsti framhaldsflokkur. Summi hava verið á øðrum av byrjanarskeiðunum. Hesin flokkurin lesur “ordiligar” tekstir og hevur rættiliga nógv av mállæru og skrivivenjing. Vit gera ikki námsferðir. Tó hava vit verið í Williamshúsi og í Listaskálanum og sæð Zacharias Heinesen. Men fyrst høvdu vit strítt okkum gjøgnum greinina hjá Nils Ort, sum stóð í Dimmalætting.
Næmingar framman fyri skrivismáttuni hjá WH.
Rundan um Tariru.
No comments:
Post a Comment