Tað var ein vøkur sjón at síggja sólarrisið fríggjamorgunin. Okkurt gott er við at fara tíðliga upp, vanliga liggi eg í fasta svøvni tá ið tann rundi lívgevarin, hin gula og reyða hitapumpan kemur úr havinum á morgni.
men fríggjamorgunin var eg á veg vestur á flogvøllin.
Frida og Madeleine og Emikl vóru í Brussel eftir mær. Tey fóru so til hokki bæði, og vit fóru heim.
Í dag var aftur hokki á skránni, sum so mangan leygardag skuldu tey spæla dyst, eg sá Madeleine dystast við gentur frá Leuven. Tað var spennandi og javnur dystur. Nokso kalt at standa og hyggja, Frida var vetyrarklødd, so henni bilti ikki.
Um kvøldið skuldi Mdeleine í dans, ja tey vaksa skjótt Men hetta var barnadansur fyri børn til og við 11 ár.
So var døgurði á skránni og svenskur krimi. Bía hevði ordiliga rullað seg út í køkinum.
Hann sigur lýggjari veður, so n+u fáa vit at síggja.
No comments:
Post a Comment