Í dag vóru øll við og ein vinmaður Louis, sum eitur Vincent. Vit fóru í djóragarðin í Antwerpen, ein sovorðin klassiskur ein. Tey byggja akkurát nú ymiskt nýtt har, so dýrini fáa betri umstøður. her standa tey øll (also fólkini) í portrinum.
Har vóru nógv børn, sum tað var stuttligt at eygleiða. Madeleine var sera áhugað og tók nógvar myndir við síni telefon. Øll høvdu sjálvandi telefon við.
Vit fóru til eina sjóløvusýning. Pent at síggja stórar bláar summarfuglar, apurnar vóru sum vanligt meiri daprar og illar.
Aftaná fingu vit okkum ein góðan bita á restaurantini ROMA.
Flottur fýrur vinstrumegin, nokk italienari
Deilig mynd av tær Bergljót :)
ReplyDelete