Gent er ein týðandi universitetsbýur. Vit fóru heimanífrá um 9 tíðina. Sera hugnaligur býur við nógvum gomlum húsum. Veitir renna gjøgnum býin, og nógvir stuttligir handlar.
Vit fóru í Kirkjuna at síggja altartalvuna “Guds lamb” eftir Hubert og Jan Eyck. Stór altartalva, sum kann latast upp, hon hevur 18 panel til samans.
Uttanfyri var ein standmynd, sum avmyndaði Eyck listarmenninar.
Og so sóu vit eina miðaldarborg, sum ein, sum kallaðist Duivel t.e. djevil átti, eyknevnið fekk hann, tía at hann var myrkur. Borgin hevur seinni bæði verið brúkt sum barnaheim og psykiatriskt sjúkrahús.
Ein frálíkur dagur, og tað er luksus at hava so góða guide og bilførara. Vit settu bilin í eitt P hús og gingu so runt. Nógv ung fólk, nógv fólk á súkklu, fáir bilar. Bussar og lunnavagnar.
Guds lamb altartalvan er tað størsta her í býnum, á hesum vegginum er ein grafittimynd av einum parti av henni.
No comments:
Post a Comment