Apr 19, 2021

Vikuskifti í Mikladali

 Vit vóru 10 fólk, og tær báðar Turið og FS høvdu leigað hvør sítt hús í Mikladali. Summi fóru úr Havn fríggjakvøld og restin fór leygarmorgun. Eg  búði í Pakkhúsinum, tað er húsið, sum er bygt niðast á Bakkanum. 

Frida fór sjálv sætta túr á Kallin í fínum veðri leygardag. Tað var ein góður túrur, søgdu tey.


Ísblómur, gott veður men kalt leygardagin
Tey fara av Trøllanesi

Magna og Herbert gjørdu postarenning í bygdini. Madeleine gjørdi eina Kahoot kapping. Døgurðin leygarkvøldið var chili con carne v. rísi. Vit spældu kort. Sunnudagin var fótbóltsskúli kl. 13-15, og aftaná vóru pannukakur á Bakkanum. 

Vit koyrdu biltúr og hugdu at bygdunum í oynni.


Døgurðin sunnukvøldið var dunna v. appilsinsós. Fantastiskt. Og so var landsliðsfótbóltur á skránni.


Mar 14, 2021

Nýggjar tíðir - ph.d framløga

 


Kvøldskúlin beyð Elisabeth Holm á skúlan at leggja síni úrslit í ph.d. ritgerðini fram. Framløgan var á enskum, og áhoyrarar vóru næmingar og lærarar á Kvøldskúlanum. Eg hoyrdi eisini framløguna hjá Elisabeth á Landsbókasavninum. Tá hugsaði eg, hví er hon ikki í Kongshøll, og hví er tað ikki Fróðskaparsetrið, sum skipar fyri? Nú fekk eg ein part av frágreiðingini, universitetið í Skotlandi "eigur" úrslitini, og tey eru ikki útgivin enn. Hetta varð nýtt sum grundgeving, tá ið Elisabeth varð spurd, um politikarar og lógarsmiðir høvdu fingið og kunna brúka hesar skjalfestu upplýsingar, vónandi verður ritgerðin skjótt útgivin. 

Tonicia Hansen: Millum 2017 og 2020 komu fólk úr 20 "nýggjum" londum til Føroya, also londum, haðani vit ikki fyrr hava havt tilflytarar.

Ein onnur ritgerð er á veg, sum snýr seg um at allýsa integratión. Vit tosa ofta um integratión, sum um vit øll eru samd um, hvat vit tosa um, men vit meina so nógv ymiskt. Elisabeth vil heldur nýta orðið luttøka, at fólk taka lut í samfelagnum. Hon sigur, at integratión verður ofta definerað sum assimilatión, sum merkir ein samanrenning. (integration, participation, assimilation)

Framløgan er sera áhugaverd, men eisini rættiliga deprimerandi og enntá provokerandi. Høvuðsdentur er á vantandi møguleikar hjá útbúnum útlendingum at fáa starv, har tey fáa brúkt sína útbúgving. Elisabeth hevði millum 50 og 60 luttakarar í kanningini, og tveir triðingar høvdu miðallanga ella langa útbúgving, og flestøll arbeiddu sum vaskifólk ella á fiskavirki. Og ein stórur partur av frágreiðingini ella kanska øll frágreiðingin er, at tað er so trupult at fáa lært seg føroyskt og danskt. Sum lærari á Kvøldskúlanum  í FSA fegnist eg bara um, at tað er gongd í menningini og hugsi, fjúu, tað eru nøkur ár, síðani hon gjørdi kanningina, støðan er frægari nú og batnandi. Elisabeth nevndi, at ein partur av øllum er tann serliga støða, føroyskt hevur í føroyings hugaheimi: ein sjáldsamur dýrgripur, sum vit eiga at verja og fjálga um. Vit eru í verjustøðu og eru tí minni fyrikomandi ella góðtakandi mótvegis fremmandum málum.


Ein frymil, sum vísir, at málundirvísing og mállæring er so mógv annað enn bara motivatión. Tað er fløktar mekanismur, sum gera seg galdandi, tá ið fólk gera íløgu í at læra ei8tt mál afturat.  

Myndin vísir, at ójavni finst longu í fyrsta spori. Men tað er væl saktans sjálvsagt, um tú bert saman við føroyingar og norðbúgvar. Spurningurin er, hvusssu vit frægast javna gøtuna og slætta sjógvin við góðum skúlatiboð og arbeiðsplássum, sum duga at møta og meta og virðismeta fólk og teirra royndir og vitan.
Elisabeth hevði sum uppáhald, sum eg skilti tað, at samfelagið stuðlar uppundir og styrkir henda ójavna við at einki gera við hetta mál.










Gott at tað verður varpað ljós á hesi viðurskifti, og Helgi Abrahamsen eigur at hava stóran áhuga fyri teimum. Gott arbeiði Elisabeth, gleði meg, til kanningin kemur, sum vísir, at FSA undirvísingin ger mun.






Mar 9, 2021

Kvinnudagur - skrivisalon

Turið systir boðaði til skriviskeið á Háskúlanum, Frida Sofía kom eisini. Eg var eitt sindur ivasom, skriva soleiðis uppá kommando, tað er ikki ordiliga eg, men tað var eitt gott upplivilsi. Nógvar konur, vit vóru nokk aldursforsetar. Har vóru fleiri, sum ein kendi aftur úr øðrum samanhangi.

Lærarar vóru tríggir ungir yrkjarar: Lív  Róadóttir, Anna Malan Jógvansdóttir og Marjun Kjelnæs. Lív legði fyri. Hennara inngangur var bæði persónligur og fakligur. Hon vísti til sína egnu tilgongd og sínar egnu lærumeistarar. okkara uppgáva var: Skriva tað tú minnist. At skriva "Eg minnist" gevur autoritet - áhugavert, tað er tað mest subjektiva í verðini, kanska eingin annar minnist hatta, sum tú sá ella hoyrdi, bara tú ert autoriteturin. Tríggjar forðingar vóru í uppgávuni: 1. Skuldi byrja við: Eg minnist.. 2)  Ikki skriva um kenslur 3) Skriva neyvt/konkret.  Allar 20 konurnar og genturnar settu seg at skriva, tað var pinnastilt inni.

Uppgávan frá Onnu Malan var, at tú skuldi skriva yrking við sjónarhorninum hjá gentu ikki sum 50 ára gamal maður...haldi at eg skilti ikki ordiliga, hvat hon meinti. Hasin 50 ára gamli maðurin...ja eg veit ikki um hann spælir so stóra rollu í mínum tekstum og mínum huga.

Marjun legði fyri við at siga okkum, hvaðani hennara orð stava. Hon tosaði um eina leitan eftir grundgeving fyri at skriva, og tá ið hon er funnin og avgreidd eftir eini grundgeving fyri at halda fram at skriva. Uppgávan frá henni var: Hvørji orð løgdu hald á mínar spírandi tankar. Áhugavert heiti. At leggja hald á er negativt, tað er at seta í fongsul, fjøtra. Vit skuldu byrja við: Eg siti her og hoyri.....

Ein onnur uppgáva var at skriva eina yrking/ávaring/hóttan um, hvat eg fari at gera, tá ið eg verði gomul. Tað var pussigt, tí eg eri longu gomul, tá ið eg verði gomul, fari eg á skriviskeið - eg ávari tykkum!!  Marjun las eina yrking hjá Jenny Joseph um alt tað óskikkiliga, ein kann gera tá ið ein er gomul. Kanska eg eri sloppin at gera alt tað óskikkiliga, meðan eg var ung. . ..okey okkurt er kanska eftir.


EG MINNIST.

Eg minnist, at omma segði søguna um Lítla Klavs og Stóra Klavs, og eg bíðaði eftir, at hon kom til pettið Hyp hyp alle mine heste, sum Lítli Klavs segði, tí tá mundi hon altíð mist tenninar, og eg hopaði, at tær fóru at detta úr munninum á henni, so at eg slapp at síggja tær.

Eg minnist, at øll fólkini sótu sum forsteinað, tí at okkurt ræðuligt var hent. Eg minnist grótmyndir, sum ikki fáa rørt seg, fáa ikki rýmt, sita æviga stillar og hugsa um tað ræðuliga, sum er hent. Eg minnist ikki tað ræðuliga, sum er hent.

Eg minnist sagosúpan við nógvum, ella - nei fáum russinum. Eg minnist fáar russinur.

Eg minnist lunkað uppvaskivatn til stórt uppvask,

Eg minnist abba og ommu, sum ikki vóru gift.

Eg minnist ein svartan sunnudagsfrakka, ein svartan hatt og ein svartan stav. Og svartan stein og svarta mold. Minst til at vaska tær um hendurnar! Ikki nerta við! Ikki renna!

Eg minnist ein spurning, sum varð spurdur við eitt døgurðaborð, men eg minnist ikki svarið.


Vit lósu eisini upp fyri hvørjari aðrari við borðið.

Stuttligt og rørandi at vera á skriviskeiði saman við mínum næstu og hoyra teirra tekstir.

Mar 1, 2021

Grør um gangandi fót - ella: Føroyskt sum annað mál.


Kvøldskúlin í Havn er blivið mítt annað heim!  Í dag er ein serligur dagur, tí í dag byrjar ein nýggjur flokkur í føroyskum sum annað mál, og  í dag var eg og vitjaði tey. Tað er so hugfarsligt, at lærugreinin "Føroyskt sum annað mál" (FSA) trívist og veksur. MMR  (v/Helenu D. á Neystabø) hevur arbeitt og arbeiðir við próvtøkum til hesa lærugrein í fyrimyndarligum samstarvi við Katrin E.L.Jacobsen, sum hevur royndir á økinum úr Danmark. Somuleiðis er arbeiði sett í gongd at gera mínar bøkur  (Vælkomin, Viti) meiri brúkaravinarligar við upplestri og fleiri uppgávum.

Toymið á Tórshavnar kvøldskúla
 

Kvøldskúlin hevur miðvíst arbeitt við hesum evni í nógv ár. Samstarvspartnarar hava verið lunkaðir, fundir, ráðstevnur og skeið. Nógvir meylar til MMR, játtanir og grundgevingar. Men ...tolin trívst og treiskin vinnur sigur orðatakið.

Nú í 2021 er tað politiskt korrekt at tosa um málundirvísing sum part av integratión. Samstarvspartnarar , Reyði krossur, integratiónsprestur koma á gátt og bjóða sínar tænastur, MMR veitir játtan, skeið hevur verið í CEFR . Í vikuni var ph.d. ritgerð løgd fram um málsligan ójavnað og forðingar fyri útlendingar á arbeiðsplássum. Sera áhugavert, vónandi er sumt broytt og annað í broyting. Mál er vald, at hava orðið í síni makt er vald. Um málið verður tikið frá tær, minkar tú sum menniskja. Tú skapar ójavnað, og varðveitir ójavnað, um tú forðar fólki í at tala og siga sína meining og taka lut í samfelagnum. 

3 FLOKKAR !! YES!!

Jóna og Vár eru lærarar í tí nýggja flokkinum. Fólk úr øllum heiminum hava funnið veg í JH Schrøtersgøtu.

Jógvan Sørin bjóðar vælkomin.

USA, Brasil, Filipsoyggjar, Jordan, Turkaland og fleiri











Vit høvdu "upptøkuroynd", visitatión, og spennandi er at fylgja við, hvørjum støði flokkarnir eru á, CEFR hevur jú síni støði og stig. Vit eru á veg! Alt tekur tíð, vit eru komin væl í gongd, haldi eg. Úrslitið sæst um nøkur ár.


Stakk inn á gólvið hjá Petru, sum hevur millumflokkin, altíð deiligt at hitta eldsálirnar. Vit sungu "Sjeikin" hjá NALJU. Elski lagið, kann syngjast ordiliga hart!


Og síðani inn til Annu Marjuna, tosaðu um, at nú eru tær 4 lærarar, nóg nógvar til at skipa lærarafund. Eitt so frálíkt hugskot, sjálvandi skula tær tosa sínamillum um: støðið í teimum ymsu flokkunum, um onkur næmingur skal hava serligt ansni, um tilfar, læna hvørjari aðrari heimagjørt tilfar osfr.

Enn er nógv eftir at gera. Til dømis manglar tilfar til "alfabetisering" av vaksnum, t.e. fólk sum hava eitt annað alfabet enn okkara ella møguliga einki alfabet (analfabetar) . Vit hava ikki nógvar tilflytarar, sum hvørki duga at lesa ella skriva, men við tí vaksandi tali av tilflytarum verða fleiri av teimum eisini.

Herligt at fylgja við á síðulinjuni.

AÁBDÐE

            FGHIÍJKL

                                MNOÓPRS

                                                        TUÚVYÝÆØ




Feb 28, 2021

Katrin Ottarsdóttir: Gentan í verðini

 Báðir mínir lesibólkar hava havt hesa bókina á skránni.

Satt at siga, helt eg ikki hon var so góð, tá ið eg las hana. Nógvar endurtøkur og lítil framdrift. Men tá ið eg hevði hoyrt skiladamurnar prátað um bókina, skilti eg, at tað var eg, sum skilti ikki boðskapin. Onkur av konunum helt, at hetta var besta skaldsøga hon hevði lisið á føroyskum, ja tað segði hon, og hon kallaði bókina skaldsøgu. Annars komu vit eisini til, at bókin var autofiktión. Tá ið tú veitst hvør høvundurin er, hvørju foreldrini vóru, hvar hon búði sum barn og nógv annað, so er tað ringt at halda fiktión og biografi sundur. 



Onkur helt, at tað er djarvt av Katrin Ottardóttur at skriva so opið um sítt lív, ein onnur vónaði, at hetta er tað, at nú er hon komin ígjøgnum sína terapiprosess. Onkur segði enntá, at hesa bókina skuldi hon ikki havt skrivað. Hatta er júst spurningurin. Tað ber ikki til at fara at sensurera høvundar, tí at nú kendi tú hasa konuna ella handa mannin. So verða nokk sera fáar bøkur eftir á føroyskum

Vit nevndu eisini bókina debattbók. Hvat er tað so, bókin fær okkum at debattera ? Bókin nemur við tabuiseraða evnið incest ella blóðskemd. Orðið er ikki nevnt í bókini, men ein óhugnaundirstreymur kennist alla tíðina. Hvat er tað við hasum abbanum? Børnini vita væl, at hann fleingir børn....hvussu man tað vera við teimum vaksnu í bygdini? Vita tey eisini, at hann onkuntíð gloymir at lata seg í pyjamas, tá ið hann svevur saman við eini 11 ára gamlari? Vit hava ikki nógvar bøkur um hetta evni, vit hugsaðu um bókina "Rúm Aleksandru", sum var ein skelkandi bók at lesa. Tað er neyðugt at fáa hetta evnið úr skýmaskotum, kanningar, frágreiðingar og debattbøkur. 

Eitt lýti, sum vit tosaðu um, og sum eg persónliga haldi er darvandi, er sjónarhornið. Høvuðspersónurin er smágenta, men hennara tankar sveima millum sera barnsligar tankar sum tær stuttligu misskiljingarnar av vanligum myndamáli og vaksnar tankar. Men tað var ikki eitt, sum hinar bókarkonurnar høvdu heft seg við. Hon er eitt serstakt "vaksið" barn, og hon er merkt av einum  oyðileggjandi uppvøkstri. So hennara sjónarhorn ER sestakt.

Bókin hevur verið í lesikrókinum, Katrin var í viðtali í NÓN, og ummæli hevur verið í Dimmu.

https://sprotin.fo/lesikrokurin

Gæeði meg til framtíðar bókarfundir.

Feb 24, 2021

Bloggur um at blogga

 Ein skuldi trúð, at bloggarin nýtti koronutíðina til at sita í frið og náðum og skriva langar klókar bloggar. Nei, ikki eg. Blogglívið hevur verið serstakliga fátæksligt nú í langa tíð. Ikki tí at lívið hevur verið tómt og keðiligt. Kanska tí at kappingin frá Facebook er so stór? Ella tí at tað, sum eg upplivi, hóskar ikki at blogga um? Nú ið Kvinna hevur presenterað meg sum "bloggara", má eg heldur skriva ein blogg. 

Fyrst fari eg at rósa Óluvu Zachariassen fyri greinina í Kvinnu, hon dugir væl at fáa evnini fram sum vit tosaðu um. Tað var serstakliga hugfarsligt at sita og práta við hana. So allar kvinnur: sigið ikki nei takk, um tit verða bidnar at koma í Kvinnu!

Síðani tvey orð um familju. Í løtuni havi eg eina ommudóttur búgvandi, hon er akkurát fylt fimtan og gongur í skúlanum á Fløtum. Unikt innlit í eitt ungt lív. Madeleine er røsk í skúlanum, trenar í B36 og elskar at byggja putlispøl.


Katrin og Magna: Óðin á tí áttabeinta Sleipni

Sleipnir
Katrin sum Óðin við Hugini og Munini


Turið er púra bitin av fastalávint, hon elskar at lata børnini í fantasifullar grýlubúnar. Í ár høvdu vit Óðin og Sleipnir, Kópakonuna og Mona Lisu.


Feb 16, 2021

Sólrún Michelsen: Ein annar er gull

GOTT SÓLRUN Havi glett meg til tveyaran. Nú havi eg lisið hana tvær ferðir, og hon svíkur ikki. Hon fangaði meg, tað lagnutunga, melankolska huglagið er dragandi og fær teg at tysta eftir ljósi og látri. Eins og neyðtøkan í fyrru bókini var miðstillað og langnukviðin, er erotiska sambandið millum Helenu og Andreas miðstillað í hesari bókini. Tað er so vælgerandi, at Helena sleppur at uppliva at vera forelskað og tendrað. Eg eri í tveimum lesiringum, báðir settu beinanvegin hesa bókina á skrá. Sum so mangt annað komu hesir fundir í drag av koronu, men nú hava vit tosað um bókina. Allar hildu , at bókin var góð, eitt aberdabei var, at Sólrun ger so skjótt av, hon hevur so mong evni á lofti, men viðger tey ikki breitt. Nú skal sigast, at seinasta bók okkara var Karamasov brøðurnir 1,2,3, so samanburðurin er nokk ikki heilt rættvísur, ikki allar søgur skula vera 1000 síður. Eitt evni, sum vit hildu var grunt viðgjørt var aborturin. Hon fór eftir torvið, og eitt tvey trý var tað líkasum loyst. Ein slík traumatisk hending hevði kanska uppiborið neyvari viðgerð.
Nógvar hildu, at henda bókin er betri enn silvurbókin, tí at persónslýsingarnar eru djýpri. Allar vóru samdar um, at Sólrun hevur gjørt frálíkar kanningar um tey evni, sum hon viðger. Bæði slupptíðin og tuberklatíðin er væl lýstar. Helena gifti seg við Dánjal Peturi av praktiskum og moralskum orsøkum, fyri at Tórur skuldi hava ein pápa, fyri at fólk ikki skuldu peika eftir henni og sleya um hana. Dánjal Petur er ein góður maður, hann líður undir, at Helena er so køld ímóti honum. Tá ið Andrias kemur í myndina, kemur vælgerandi lív í Helenu og í søguna. Ómoralskt? ja kanska, men høvundurin hevur lætt um samvitskuna hjá lesaranum við at lata Dánja P. hugna sær við eini íslendskari seinasta túr. Hesin tríkanturin er væl lýstur, tær erotisku pallmyndirnar eru sera fínt gjørdar, týðiligar uttan at vera illavorðnar. Henda ólukkuliga støða fær kanska í so lætta loysn ...........men ja okkurt man bíða Helenu og Andriasi hinumegin síðstu síðu. Gleði meg.