Í ár er páskadagur 1. apríl, og eg bleiv lokkað apríl á facebook. Eg eri kanska so løtt at lumpa. Men hvat? Magni Laksafoss kundi gott funnið upp á at farið í Framsókn. Merkiligari ting eru hend í politikki.
Vit vóru ein gongutúr um høgtíðina, ein herligan túr til Kirkjubøar. Men gøtan er ikki væl hildin. Ein uppgáva til Visit Faroes!
Etandi fult av ferðafólki gongur til Kirkjubøar hvørt ár, gøtan er grót og skursl í støðum, runudíki í støðum og uppaftur aðrastaðni er hon ein rennandi á. Og har sum hon er ov vánalig, traðkar fólk sær nýggja gøtu við síðuna av gøtuni, ja báðumegin við faktiskt, og tá ið so hesar nýggju rásir eru upptraðkaðar til runu ....
Páskaaftan vóru eg og Herbert í Nólsoy til HEIMA konsertir. Vit fingu 5 konsertir við, áðrenn vit fóru inn aftur til Havnar: Danny og de Vitos, KAOS, Kára P, Heiðrik og Danny aftur. Stak hugnaligur dagur.
Og so fingu vit eina mynd av idolinum umborð á Ternuni eisini.
Ein annan góðan dag vóru eg og Kristina í viðarlundini, gott veður, men so sera kalt. Krsitina fer her svingandi við dunnumatinum.
hvør dagur eitt nýtt ævintýr
ReplyDelete