Vit lósu bókina "Toner i natten" um Isabelle, sum hevur mist mannin, og sum stríðist fyri at skapa sær og børnunum eitt toluligt lív. Okkara fyrsta viðmerking var, at hon var líkasum lættari enn tað, vit vanliga lesa, Bergljót M. nevndi genruna damublaðsbókmentir.
Um ein slær upp at finna ummæli, so er tað eisini orð, sum "sød", "underholdning", "romantisk" sum poppa upp. Men vit hildu kortini , at vit royna eina afturat hjá henni, tað verður "Me before you" (Mig før dig), sum er um eina gentu og ein mann í koyristóli, eisini kærleikssøga, men kanska eitt lítið vet minni sukursøt. Henda er tann fyrsta í eini trilogi, so nú verður spennandi, um vit fara at elska Lou so nógv, at vit vilja lesa alt tríverkið.
Takk fyri góðu bókarvinkur.
No comments:
Post a Comment