Mar 12, 2018

Møðgutúrur 1. Vikuskifti í Bergen

Frida S. og eg avtalaðu at hittast í Bergen, hittast mitt í millum so at siga, so at hvørgin skuldi flúgva so langt. Atlantsflog flýgur beinleiðis, men hon mátti til Amsterdam, ja og so avlýsti AA mín túr, so eg fóru um Kbh.
Vit hittust á Flesland fríggjadag seinnapart og tóku flogbussin inn á Bryggjuna. Vit gistu í einum lítlum húsi beibnt við Floybreytina. Tað bleiv eisini okkara fyrsti túrur, niðan á Floyen. Bergensar kunna saktans at hava so lætta atgongd til at ganga túr í 300 metra hædd, millum trø og fram við vøtnum. Tey høvdu sjálvandi skíir við og giraðu avstað í langrenning. Vit nutu útsýnið og gingu ein túr.

Vit høvdu hoyrt, at Grieg savnið var vert at vitja, so vit fóru við sporvogni til Fana, gingu í 20 minuttir og sóu Grieg savnið, ein savnsbygning og so summarhúsið hjá Edvard Grieg og konuni Ninu. Eins og William Heinesen hevði hann eina smáttu at arbeiða í á stykkinum. Áhugavert savn.

 Húsini Troldhaugen, sum Grieg og konan brúktu um summarið.



 Leygarkvøldið vóru vit til sjónleik. Vit sóu tann franska sjónleikin "Far" eftir Florian Zeller. Ein sera rørandi leikur um ein mann, sum hevði alzheimer, og sum hvarv longur og longur burtur úr verðini. Vit sóu tey avvarðandi og teirra vónleysu støðu, og vit sóu røktarfólk. Frida Sofía kendi høvuðsleikaran Stig Amdam úr eini krimirøð, sum hon hevur sæð -  "Frikjent".




Sunnudagin vóru vit á Hansasavninum. Tað er eitt so fínt savn, luktur og lutir alt hóskar til.

Men tað allarbesta við túrinum var sjálvandi at hitta FS og práta við hana. Dagføra hvørja aðra um familju og virksemi. Hon er so skilagóð at práta við serstakliga um skúla, málundirvísing, flóttafólk og diskriminatión og annað mangt. Hon hevur størri sjónarring enn eg, sum vera man, tá ið ein livir og arbeiðir mitt í Evropa sum hon.


ASSJ, nú gloymdi eg at fortelja um konsertina, sum vit hoyrdu eitt kvøld. Eitt stykki fyri byggikranar og ljóskastarar - á tónleikastevnu sum æt Norðlýsi - jeee,. nógv finna tey uppá.


No comments:

Post a Comment