Feb 23, 2017

FFM skeiðið - ein triðingur av tíðini farin, ein støðulýsing.

21 fólk eru á protokollblaðnum, og sum heild møta tey væl upp! Tey eru úr 13 londum, 6 eru úr Filipsoyggjum, so næstan øll hini londini hava bert 1 umboð. Kina, Hong Kong, Russland, Slovakia, Kroatia, Rumenia, Ukreina, Uganda, Nigeria, Kambodja, Teiland, Peru, Japan.
Myndirnar niðanfyri eru tiknar, tá ið vit hildu Valentines dag við klemmi:



Tað er ein stuttlig og mennandi avbjóðing at arbeiða vit hesum tilflytarum, má eg siga. Og viðhvørt eri eg heilt ovfarin av tí viljastyrki og motivatión, sum eg síggi, men hinvegin, tann sum kann læra hesar stavir á myndini niðanfyri, má kunna læra alt! 





 Tað er deiligt at hava eina bók at fylgja, men kanska eisini nokso keðiligt ella forútsigiligt, tó kanska forútsigiligt er gott?

Afurat bókini “Vælkomin” hava vit mállæru, sangir og spøl. Eina ferð hava vit lurtað eftir útvarpinum, tað er sera torført. Vit hava spælt bingo nakrar ferðir, nú eru tølini NÆSTAN lærd. Úttalan er ein snávingarsteinur, og mállæran kann vera dráp. Torført hjá læraranum at velja akkurát passaligt av hesum ymsa: tosa, lurta, lesa, tosa rætt.




No comments:

Post a Comment