Dansistevnan 2017 hjá børnum var hildin í Havn leygardagin 9. feb. Hølini vóru Sjónleikarhúsið, eitt gott og fjálgt stað sum hevur sæð mangan dansiringin.
Sum vanligt hevur verið, varð skipað fyri útferðum, ein útferð var í Kringvarpið og ein var á Brandstøðina. Vit vóru í Kringvarpinum. Børnini hildu tað vera stuttligt at síggja gekkin og gekkahjólið.
Johan Mortensen, sum jú hevur sendingina Dansival, tók ímóti. Men hann segði so beinanvegin, at hon sum av røttum skuldi taka ímóti hevði forfall. Tað merkti rundvísingina eitt sindur, hvat skal eg siga, hvat skal eg fortelja tykkum, segði Johan. Men børnini dugdu væl at svara og kommentera, so túrurin bleiv góður kortini. Vit vóru í sjónvarpspartinum og í útvarpspartinum. Annars eitt fínt hugskot hesi bæði støðini, sum fyriskipararnir høvdu valt.
Dansurin gekk væl, og fólk dugdu nokso væl at fylgja skránni, sum var hongd á bróstið og lá frammi.
Øll fingu døgurða í KFUM, og kaffi og kakur á pallinum í Sjónleikarhúsinum.
Og áðrenn vit fóru heim fingu vit upplýsingar um Barnlek, sum verður í Klaksvík í summar. Stór dansistevna fyri børn við børnum úr øllum Norðanlondum. Tekningarfreist er 2. mars, meiri fæst at vita á heimasíðuni hjá Sláið ring, www.sr.fo
No comments:
Post a Comment