Feb 28, 2017

Vikuskifti í Reykjavík

Tilelvingin var, at mær leingist ofta eftir Ingu Rósu og so tað, at Othello var í Tjóðleikhúsinum beint nú.
Flúgving er fríggjadagar og mánadagar, so tað er eitt langt vikuskifti. Í flogfarinum var okkurt kent andlit, t.d. Mathias hjá Sigri.
Tá ið vit komu til Íslands, fingu vit at vita, at nú kláraðu vit tað akkurát, áðrenn vegurin til Keflavíkar bleiv stongdur.
Eg fór til gongu av bussmiðstøðini inn ímóti býnum, geingið var vánaligt. So stakk eg inn á gólvið í Listasavni Íslands. Har vóru tríggjar sýningar á skránni. Ein æt Texti (Tekstir), hon segði mær ikki so nógv,  tekstir sum myndir. Onnur var eftir Joan Jonas, amerikansk f. 1936. Tað var videolist, rættiliga áhugavert við videomynd sum livandi bakgrund til aðra list, installatiónir og aðra rørslu. Tað, sum fangaði meg mest, var meiri traditionelt, nevniliga verk eftir Valtýr Pétursson (1919-88) . Litfagurt og fangandi, minti um Arnold Vegghamar, Miro. Sera nógv av geometri, men eisini meiri figurativ list. Eitt áhugavert sjónband um mansins lív og virki var í gongd. Hann var nógv í Italia og sera nógv í París, áðrenn hann flutti aftur til Íslands við sínum nýggju hugmyndum.
Inga Rósa bjóðaði lekra kjøtsúpan um kvøldið.



Leygardag fyrrapart fóru vit út at vála, tá møttu vit Annie og Johan har á laugavegnum. So kom Kári at fáa sær pannukakur, og um kvøldið var tað út at eta og síðani sjónleikur, og har hittu vit Joan og Tótu.






Othello uppsetingin hevur fingið misjøvn ummæli, og soleiðis var eisini í okkara hópi. Inga Rósa elskaði leikin, men Joan og Tóta hildu, at allar pallsnildirnar gjørdu, at sorgarleikurin kom ikki til sín rætt. Eg var imponerað av uppsetingini, sjáldsamt var, at Iago og Emilia eru sligin saman til ein óreinan persón, tað er Iago, og hon er kvinna. Othello hevði ikki svart hold (Ingvar E.Sigurðsson), men dálkaði seg illa, meðan leikurin var, so at hann var næstan kolsvartur av skitti. Annars var hann sagdur at vera "útlendingur", og áðrenn leikurin endar verður hann sendur "heim aftur". Ein heilt týðilig tilsiping til okkara egnu samfeløg. Ástarsambandið millum Desdemonu og Othello verður sera væl lýst, á pallinum er eitt kamar við plastveggjum, sum ein sær ígjøgnum og tó ikki. Vit hóma tað, sum hendir í kamarinum, sera væl gjørt og yndisligt. Leikararnir fara eisini úr leikinum eina løtu og tala á áskoðararnar, ein metatekstur mitt í øllum. Tú keddi teg ikki, men har var ræðuliga nógv av effektum, kanska í so. Tó er handa naglatornakrúnan bara á plakatini.

Sunnudagin var stórkavi, meira kavi enn tey hava havt síðani 1930. Vit høvdu eitt stevnimøti við Siggu, sum var í Føroyum og vitjaði, tá ið hon var barn, men fyrst fóru vit at vitja Thurið, sum hevur fingið nýggja mjødn, hon sá út sum ein drotning.



Vit vóru á MOKKA, ein gomul café, sum roynir at falla inn í tapetið, so at turistarnir ikki skula síggja hana. Og hvør skuldi koma inn har uttan Othello, ella Ingvar, tað var so stuttligt, at eg noyddist at fara at heilsa upp á hann, men hann var einki soleiðis blíður, sikkurt troyttur av fjepparum, hevði sett seg inst í eitt horn. Inga Rósa hevur passað børnini hjá honum fyri nógvum árum síðani. Stuttligt at hitta Siggu, kennskapurin er endurlivnaður av FB.


Á veg heim fóru vit á PØNK safn Íslands, ja teir duga at finna uppá!


 Um kvøldið komu Rúnar og familjan og Guðný og Kári til døgurða, hugnaligt.

Mánamorgun fylgdist eg við IR, tá ið hon fór til arbeiðis, vit møttu Rúnari har á Sólvallagøtu.

Mánakvøld gisti eg í Stavanger. Týsmorgun kom eg til Føroyar.
Men eg má siga, at hatta við at ferðavinnan í Íslandi er vaksin, tað er also ikki lygn, sjálvt nú á hávetri er trongt av ferðafólki. Tá ið eg skuldi fara við flogbussinum, fóru einir 10 bussar avstað sínar sigghtseeing ferðir, ein bilstjóri og ein ferðaleiðari í hvørjum: Golden circle, ice caves, snowscooter , o.a. Har man ikki vera tespiligt í túninum á hásumri.




No comments:

Post a Comment