Vit kenna ivaleyst øll onkran, sum var á lívi undir seinna kríggi. Men fyrra kríggj er longur burtur. Í hesi bókini fært tú høvi at uppliva fyrra kríggj sum eygnavitni og tað í brennideplinum í Flandern í Belgia. Nú havi eg ferðast nakað í Belgia og havi varnast, hvussu nógv fyrra kríggj fyllir teirra søgu og landslag. Landið varð kloyvt av hermótinum, sum var næstan alt kríggið. Skotgravir báðumegin, álop og mótálop alla tíðina. Nógvir, nógvir ungir menn doyðu báðumegin.
Høvundurin Stefan Hertmans arvaði í 1981 tvær tættskrivaðar notesbøkur frá abba sínum Urbain Martien. Tað vóru 600 síður av endurminningum, abbin skrivar um sín ungdóm í Gent og um sína tíð á hermótinum í Flandern. Men noturnar sluppu at liggja í 30 ár, áðrenn hann fór undir bókina. Hann hevur granskað og kannað upplýsingarnar, vitjað støðini, sum abbin nevnir og kent abbans kenslur.
Hesar endurminningar eru grundarlagið undir skaldsøguni, tí at “skaldsøga” stendur uttan á bókini, talan er um tað nýggja tekstaslagið autofiktión, sum Lydia Didriksen greiddi so væl frá í sínum meistarafyrilestri herfyri.
Bókin eitur á upprunamálinum “Orloog en terpentijn”, sum merkir kríggj og terpentin, tað sipar til, at abbin er hermaður og listamálari. Hesi bæði størv er sera torfør at sameina: ræðuleikin í skotgrøvini við runu, mannatrekki og avskotnum limum og so romantiskar myndir av landsløgum og kvinnum.
Pápi Urbain var eisini málari, og hevði til arbeiðis at umvæla freskomálningar í kirkjum og kapellum, og Urbain sat ofta sum smádrongur og eygleiddi pápans fína handarbeiði. Pápin doyði ungur, og saknurin fylgir Urbain alt lívið.
Mamma Urbain hevur eisini eitt stórt pláss í bókini, ein sterk, strong men rættvís kvinna, sum veruliga fær seg roynda, tá ið hon gerst einkja við seks børnum. Tey vóru fátæk, og Urbain arbeiddi sum blaðungur á einum jarnstoypivirki, og tað var eitt ómenniskjaliga hart og heitt arbeiði. At sleppa til hermannavenjingar við reinum klæðum og føstum mattíðum var sum at fáa feriu.
Men so varð hann sendur mitt í eldin á mótið. Áhugaverd er lýsingin av hermansins idealeginleikum, sum abbin átti í ríkiligt mát: dirvi, sjálvsagi, elska at trena hvønn dag, virðing fyri menniskjum og náttúru, heiðurligheit, ærukensla og vilji til at berjast maður ímóti manni (s.235) . Men harðskapur, feikur atburður, ómenniskjalig viðferð og órættvísi gjørdi enda á øllum hesum etiska mynstri, sigur høvundurin. Kanska nakað romantiserandi persónslýsing. Men tað er afturfyri einki romantiskt í lýsingini av lívinum á hermótinum í tí stinkandi, vátu og køldu skotgrøvini. Sum steinur oman á byrðu uppliva hermenninir, at mismunur verður gjørdur millum vallonar og flamlendingar, eisini eitt áhugavert evni.
Eitt høvuðsevni í bókini er kærleikslívið hjá abbanum, sum ein reyður tráður gongur myndin hjá Velaszquez Venus við speglinum. Málningurin ímyndar bæði abbans list, sum í stóran mun var at kopiera, og abbans kærleikslív. Alt sítt lív livdi abbin í einum loyniligum tríkanstdrama : konan, hann og systir konuna, sum var genta hansara, men doyði av sjúku, meðan tey vóru trúlovað. Frásøgufólkið greiðir frá at at kopiera er ikki bara at gera eitt sama slag verk, tað ber til at leggja sítt egna í kopiið.
Fleiri málningar verða greinaðir og tulkaðir í bókini - eisini eitt áhugavert element.
Frásøguviðurskiftini og tíðarperspektivið skifta, frásøgufólkið er abbasonurin, abbin sum barn, abbin sum ungur, abbin sum gamal. Og abbasonurin greiðir eisini frá sínum barndómi saman við abba og ommu.
Ein sera góð bók. Birthe Lundsgaard hevur týtt bókina til danskt.
No comments:
Post a Comment