Stovukonsert í Dali. Guðrið Hansdóttir, Jógvan Hansen og Høgni Lisberg. Tað var forkunnugt at fara til konsert í Dali. Tað var sera væl skipað, tey spældu hálvan tíma hvør, og pausa var inn í millum spælingarnar. "Maltudeild" seldi smurt breyð við føroyskum viðskera. Fólk bæði úr bygdini og aðrastaðni frá høvdu leitað sær til konsert á Hólmafløtti. Tað var sera gott veður hetta kvøldið, so tað var ævintýrkent at ganga inn á Hólma. Deiligt at Dalur hevur fingið eitt mentanarhús.
Linda Eide í Norðurlandahúsinum. Nógv av okkum kenna Lindu úr NRK, hon er stuttlig. Hon hevur stóran áhuga fyri máli, dialektum. Hon er nýnorskt forsprákari, og hon dugir at spæla blokkfloytu. Ørindi hennara í NLH vóru at g reiða frá Jon Fosse. Fyrilesturin æt Jon Fosse for dummskallar. Eg havi lisið 2 ella 3 bøkur hjá Fosse, men hann hevur i kki ordiliga fangað meg. Men Linda fangaði meg, hennara entusiasma , ikki sjálvhátíðarlig, hon og pianospælarin Sjur vóru væl fyrireikað. Vit hoyrdu um Jon Fossesa lív og virki. Hann er innvendur og smæðin, men hevur lært seg at vera í sambandi við fólk. Hevur drukkið, men hevur lagt av. Einasti persónur, sum hevur fingið Nobel virðisløn fyri verk á nýnorskum.
Linda Eide er komikari, men ikki við hasum søgunum, sum eru niðanfyri beltið ella um at vera gift ella ógift ella feit ella kløn. Meira við málsligum innihaldi og finesse, T. d. segði hon eitt, sum eg ofta havi hugsað um, at orð missa týdning, men tað er ikki orðunum nakað er galið við men okkara hugburði. Eldri, sum er miðstig av gamal er yngri enn gamaL, tað er løgið.
Linda Eide |
Filmur í Tilhaldinum um Ruth Smith eftir Árna Nicolajsen. Tað var fult hús, og tað er ikki løgið, tí hetta var forkunnugt tiltak. Filmurin var rørandi. Har var frásøgufólk, Eivind Weihe, og har vóru eisini leikarar. Men sjálvt spælið var niðurtónað, fólkini vóru at síggja, men søgdu ikki nógv. Eivind segði tað mesta. Men less is more, so tú fekst góða fatan av hennara lívi og hennara familju og hennara trupulleikum. Kvinnulagna, sum vit hava hoyrt um fyrr, hon hevði ringa samvitsku av, at hon hevði ikki verið nóg góð mamma og kona. Tey høvdu tvey børn, men Ruth brúkti sína orku upp á list. Hatta eru óloystir spurningar enn í dag. Sera rørandi uppliving.
Túr við gongufelagnum norðuri í Sundalagnum. Ørindini vóru at síggja Náttúrulundina við Streymin. Hon er sera stór, tá ið tú koyrir full speed framvið ánar tú ikki, hvat har er, ella hvussu st´rt ø'ki hon fevnir um. Edmund var túr við okkum og greiddi frá.. Tey hava plantað 45000 trø, og ætlanin er, at tað skula vera 70.000 í alt. Ein herur av sjálvbodnum hjálpir til.
No comments:
Post a Comment