Jan 14, 2017

Undirvísing, burðardygd og list


Mynd hjá Ásthildur Jónsdóttir
Í dag var eg fyrstu ferð í sendistovu Íslands í Reyngøtu úti á Reyni. Har er so flott og nýístandgjørt, fyrilesturin var á loftinum, og útsýnið haðani yvir Kongabrúnna og út á Skansan var eina messu vert.

Fyrirlesarar vóru tríggjar íslendskar listakvinnur og lærarar: Ásthildur Jónsdóttir, Guðný Rúnarsdóttir og Gunndís Ýr Finnbogadóttir. Tær starvast allar við Listkennsludeild (listundirvísingardeild) Listaháskóla Íslands. Guðný hevði sína framløgu á føroyskum, sum er sera flott gjørt! Hinar báðar tosaðu enskt. Hetta eru alvorliga arbeiðandi lærarar og granskarar, væl verseraðar í rákum og streymum.
Sera áhugavert at hoyra um, undirvísingaráskoðanir og –hættir. Um náttúruna, sum tað stóra flokshølið. Sjálvandi mintist eg beinanveg til lýsingina frá frískúlanum í Havn, sum júst sigur, at tey hava Føroya størsta flokshøli, nevniliga bygd, bø og haga á Velbastað, og lærarar í frískúlanum vóru eisini og lurtaðu.
DSC06727
 Guðný greiddi frá skeiðum hon hevur havt fyri børn, børnini hava verið úti og brúkt natúrligt tilfar til síni verk. Skeið í garðinum í Listasavni Einars Jónssonar, verk við greinum, og verk gjørd úr kava. Grundleggjandi hugmyndin er, at børn skula hava samband við náttúruna og vera partur av henni, og tilfarið skal ikki dálka í hundraðvís av árum. Guðný hevur tvær ferðir verið lærari í summarskúlanum fyri føroysk børn, sum búgva uttanlands. Niðanfyri eru nakrar myndir hjá børnunum summari 2016.
DSC03852DSC03853DSC03854DSC03855DSC03862
Ofta er tað líka áhugavert at hyggja at, hvør er komin til fyrilestur sum at hoyra fyrilesturin Smile Tað gleddi meg, at rektarin á Fróðskaparsetrinum var har og lurtaði. Tær ungu kvinnurnar søgdu, at skúlin hjá teimum hevur samarbeiði við øll norðurlond uttan Føroyar. Hmmm. Gud viti hví.







No comments:

Post a Comment