Í ár fór eg saman við Turið og familjuni til Sólrun í Nyhavn at halda nýggjársaftan. Men fyrst fóru vit ein lítlan túr út at fáa okkum luft og royna okkurt fís. Á myndini halda tey á stjørnukastarum.
So var at lata damurnar í galla og fjong, Kristina er í nýggjari troyggju frá Bíumostur. Og so eru silvurgrímur.
Lisa hevði pyntað borðið í Heibergsgade, og tað var so sera festligt. Matarlepin var: hvør hevði sín forrætt við, og viðkomandi fór sjálv/ur út at anrætta og servera, tá ið hann /hon átti tørn. Vit fóru til borðs ataná drotningataluna og sótu til 23.45.
Ostrur (Michael), tartelettir (Sólrun), øðusúpan (Lars), ræst fiskamousse (Turið), laksur v/avokado og chili-lime marinadu (Bergljót), jarðkneysasúpan v.chorizi (Anina), lambsfrikadellur (Sólrun), marinerað svínalundir við fermenteraðum hvítleyki og frikadellur (Christian, Ib og Karen), laksamousse (Michael), creme brulé (Katrine) og seinast heimabakað kransakaka frá Aninu
Beint áðrenn tólv fóru vit út at skjóta har á bryggjukantinum.
No comments:
Post a Comment