Jan 7, 2017

Nýggjárskonsert

Tað er fyrstu ferð eg eri til ta legendarisku nýgjárskonsertina, tó at eg havi verið til onkra konsert hjá symfoniorkestrinum fyrr. Tað var festligt, fólk vóru pyntað og spent. Húsið var pyntað, pallurin var helvtina størri , enn hann plagar, og Kringlan var tikin uppí. Sólveig og eg fóru í góðari tíð, fingu pláss til bilin og eina tvíflís í Smakka. Vit sóu ymisk, sum vit kenna, og øll virkaðu so glað og spent.

DSC06676

Marjun og Guðrið og Ásla vóru við uppá at vera eygnariv her á blogginum Smile

DSC06674

Tær vóru bæði í revi og kinesiskum pelsi.

Mann skuldi arbeitt á Se og hør ella Billedbladet, tí har vóru nógvir flottir kjólar at kommentera, bæði hjá áskoðarum og ikki minst hjá teimum á pallinum.

Russarin Sergei Semishkur sang fýra verk, og hann gav eisini dacapo. Hann sang ótrúliga væl, og var so dámligur á at líta, ikki krukkutur, sum viðhvørt er.

DSC06688 

Tað flottasta er tá ið tað er fult drøn á fullum orkestri, mær dámdi næstan allarbest Back to the Future, har var plymm í.

Tað stóra kórið slapp framat  fýra ferðir, og tað brúsaði. Nú hevur mann hoyrt søgur um, at summi eru diska, og nógvir kórsangarar vóru millum áhoyrararnar. Vit hildu eisini, at kórsangararnir vóru deiliga ungir, serliga konufólkini. Ættarlið skifta , eisini í kórum. Og framførslur gerast alsamt meiri proff. Tóra Verstergaard, sangpedagogur og kórleiðari, hevur vant kórið, og hon sang sína egnu týðing av norðurlendska tjóðsanginum.

DSC06698 

Triðji solisturin var Kristina Thede Johansen, sum spældi saxofon.

DSC06695

Men vit mega ikki gloyma Elina á Rógvu, sum var frásøgufólk, við skemti og smáum søgum. Og hon hevði barasta so flott hár!

DSC06684

Men hví bara nevna solistar, eg hevði so gott útsýni til slagverk, og teir dreingirnir og genturnar vóru imponerandi, serliga fýrurin við skálabumbum; og teir hava so nógv ymisk ljóðføri at taka sær av líka frá kirkjuklokkum, Xylofon til trianglu og trummur í ymsum støddum.Henda myndin er also ikki so pen sum teir. DSC06696

DSC06686

No comments:

Post a Comment