Jan 11, 2017

Góður mikudagur

Ford gevur tær tíð kl. 8 á morgni, so situr tú í bíðirúminum, akkurát sum hjá læknanum. Vit sita og bíða, meðan sjúklingurin verður kannaður, kanska hann verður innlagdur, kanska hann sleppur heim við, tá ið diagnosan er stillað.

Í bíðirúminumIMG_20170111_090808 var Pól Jákup og so ein fitt didda saman við pápa sínum. Pól Jákup fortaldi eitt sindur um tað stóra tiltakið, sum nýggjárskonsertin er, og so skemtisøgur sjálvandi. Eg haldi, at Pól Jákup fortelur skemtisøgur allar tíðir á samdøgrinum. Ná, hansara bilur bleiv innlagdur, og mín slapp heim. Ja, mínum feilti einki, tað var alt 60+ feilir.

Pól Jákup fekk so lift við mær, og vit fóru at fáa okkum kaffi í 2x3 klokkan 9. Kaffi og rundstykki saman við 5-6 hugnaligum monnum ein mikumorgun er góð dagsbyrjan.

IMG_20170111_091602Og so var tað hin, sum fór full speed oman gjøgnum eina sera bratta brekku, ferðin bara veksur, vindurin strýkur gjøgnum hárið…men nú loypur ketan av, og so….við fullari ferð inn millum hús, gjøgnum seiðagreipur, inn gjøgnum ein hjall, millum krovini har og út í hinum endanum. Maðurin vaknar á Landssjúkrahúsinum, eymur um allan kroppin. Við seingina stendur Essa. Essa greiðir frá rønkenmyndunum, sum vísa, at har eru fleir riv brotin. Maðurin hyggur og nikkar: Ja ja eg síggi , at hjallurin er brotin, men hvar er súkklan?

 

Og so kl. 14 fóru eg og Turið út at ganga, men tað var strangligt í Havnardali, má eg siga, hann segði eisini skrið í dag. Vit máttu stríða okkum inn eftir, og vórðu blástar heimaftur. Men eitt fínt túrpláss.

No comments:

Post a Comment