Aug 12, 2016

Turið systir 70

P_20160811_194753

Føðingardagurin varð hildin í Roykstovuni í Kirkjubø. Turið er so snild, at hon hevði buss til okkara báðar vegir, tað gav ein ekstra spenning. Festligt at síggja øll koma veitsluklødd út á Frælsið.

P_20160811_184851_BF

Tað er fyrstu ferð, eg havi verið í veitslu har. Men fyrst var rundvísing á skránni, bóndin tók ímóti í føroyskum klæðum, so tað var festligt.

P_20160811_192219

Døgurðin var laksaflís, lambskjøt og rabarbudessert + kaffi.

P_20160811_202320P_20160811_202430P_20160811_204223P_20160811_204258P_20160811_204328P_20160811_204415P_20160811_204521P_20160811_204536P_20160811_233057P_20160811_204716P_20160811_204859P_20160811_232131P_20160811_214454P_20160811_224400

Turið fekk fleiri talur, væl býttar sundur í ættarlið: Leyvoy, undirritaða, Alda, Silja og long distance Frida Sofía. Stuttligt at samanbera talurnar, allar samdar um tað heilt grundleggjandi, men hvør við persónligum vinkli.

Turið hevur átt húsini í Leivsgøtu 4 nú í nógv ár, og tað skal hon eiga, at húsið er enn - ella aftur eitt samlingsstað, har familjan altíð er vælkomin. Turið hevur samlað okkum mangar ferðir, til ólavsøku, nýggjár og føðingardagar og minningarhald. Børnini hava eitt serstakt pláss hjá stóru Turið, hvør finnur upp á at gera døgurðaparty og so bara hava børn sum gestir? Ella at hava eina søgustund, har børn í lurtiførum aldri eru vælkomin?

Okkara føroyski urtagarður telur nú gamlar veðurbardar plantur, sum eru komnar fyri seg við velting og taðing, sum yrkingarnar hjá S av S og bókina hjá Sigerti og nýggjar litfagrar vøkstrir, aldar fram úr góðari mold sum bókmentasøguna og tær smáu vínreyðu gávubøkurnar. Eitt so frálíkt hugskot og munandi stuttligari gáva enn “citater til verdens bedste mor” ella “kort og godt om verdens bedste far”. Jú hon er eisini kreativ og umsitur okkara felags arv við virðing og nærlagni.

 

 

Góða Turið, vit hava verið nógv saman (og nú senda vit blíðar tankar til Sólvallagøtu í Reykjavík) – tá ið børnini vóru smá høvdu vit “fróar frídagar” í Føroyum, vit gingu í seks vikur í Norðurspania, vit súkklaðu á Gotlandi, kvæðatúr við Norrønu og Rumeniatúr. Vóni, at vit fáa mangar góðar løtur afturat. Takk fyri alla hjálp og stuðul, bæði kensluliga kæra systir og fakliga kæri professari og mentor.

No comments:

Post a Comment