Aug 3, 2016

Carlsberg revisited

DSC04079 

Tá ið eg var ung vóru summi fólk svorin “hof” fólk og onnur “grøn tuborg” fólk, eg minnist, Elma vildi altíð hava grøna Tuborg, kanska tí at hon arbeiddi á Carlsberg. Í dag leigaði eg mær eina súkklu og fór á gamlar gøtur. Turið og Hallur búgva fáar minuttir frá Sólbakkanum á Carl Jacobsens vej. Bryggjarin hevur sett djúp spor í Keypmannahavn.

DSC04072

Bryggaríið, okkara granni og arbeiðspláss í 70unum er ikki til longur. Har er nú Carlsberg Campus, tað skal lata upp nú, heystið 2016. Tað verður ein professiónsskúli. Eg leitaði eftir fílaportrinum, tað sá eg ikki, men eg hugsi, tey hava flutt tað og fara at seta tað upp aftur.

DSC04093

Súkklurnar, by- og pendlercykel, standa beint uttanfyri her, tú teknar teg sum brúkara á netinum, og so taka teir pengarnar sjálvir.Tú kanst seta súkkluna frá tær onkra aðrastaðni, kostnaðurin er 25 kr. fyri hvønn byrjaðan tíma.. Eg súkklaði heim í býin og fór á Glyptotekið, fyri nú at halda Carlsberg temað við líka. Tað er eitt flott savn, og hesa ferð var serframsýningin Gaughin’s Worlds. Ætlanin var nokk at síggja standmyndir eisini, men Gaughin var mær nóg mikið.

DSC04096

No comments:

Post a Comment