Tá ið I.R. var farin til arbeiðis í morgun, setti eg meg at lesa og binda.
Hugsaði, at tá ið arbeiðsmenninir komu, tá kundi eg fara út, men hvat galt? Har kom eingin maður. Heldur ikki Almar – hann eitur eftir ommu síni – sum hevur arbeitt á altanini nú tveir dagar.
Ná, í býnum neyt eg eina máltíð á Shalimar, skoðaði dómkirkjuna (ókeypis), var ein guidaðan bókmentatúr i gamla býnum (ókeypis). Vit fóru frá Borgarbókasavninum, tveir menn vóru leiðsøgumenn. Vit steðgaðu á ymsastaðni, og teir skiftust um at siga frá og lesa upp úr skaldskapi um hetta pláss ella um býin. Alt á enskum. Sera áhugavert, kanska eitt hugskot til Býarbókasavnið?
Hitt stóra ahorntræið á blogginum fyrradagin var ársins træ í 1980, í gjár keys Skógrøkt landsins ársins træ 2016, tað var henda stóra alaskaøspin, sum stendur í Grjótatorpi, sum er elstti býingur í Reykjavík. Skógrøktin ger hetta til tess at vekja áhuga og medvit fólksins fyri trøum og træplanting. Kanska eitt gott hugskot hjá Skógrøkt landsins í Føroyum?
No comments:
Post a Comment