Aug 23, 2016

Reykjavík dagbók 1

Kom til Reykjavíkar nakað seinkað í gjár. Møtti føroyingum á vøllinum, sum bjóðaðu mær lift heim á Sólvallagøtu. Altíð deiligt at koma til Ingu Rósu. Vit sótu og prátaðu og hugdu at krimi í gjárkvøldið.

Í morgun skuldi IR til arbeiðis, so hon var tíðliga uppi. Tá ið eg fekk eygu, hevði hon verið og svomið og verið í bakarínum, so nú var morgunkaffi á skránni. Tá ið IR var farin, fór eg í Vesturbæjarlaugina, deiliga upplívandi og síðani á Landsbókasavnið at arbeiða. Og tað veit vist, har sat Rúnar! Stuttligt at hitta hann, hann sat og prátaði við systur sína. Á Landsbókasavninum var framsýning við yrkingum hjá Snorra Hjartarsyni, men tað sjáldsama var, at tær vóru á gólvinum.

1471948583862 

P_20160823_135719

Seinnapartin fór eg oman í Tjarnarborg eftir IR. Nú í kvøld hava vit verið túr í býnum og síðani etið fisk. Hetta ahorn træið stendur mitt í býnum. Tað er 100 ár, men tey kunna gerast 500 ár.

 

14088540_1099182473510077_2345839098094448940_n - Kopi - Kopi

14086376_1099187206842937_8908953062248463785_o - Kopi14053780_1099187853509539_2092529319895555537_o

No comments:

Post a Comment