May 6, 2016

Fantastiskt útsýni

Eg var mær í veitslu í gjár,

og Flóvan eg ikki fann,

men útsýni av Panoramanum,

betri var enn hann.

Latið meg sova ……

 

20160506_075531[1]

Tað var ein 40 ára føðingardagur. Vit sótu næstan beint uppi yvir Tinganesi, og vit sótu uppi yvir Amtmansborgini. Og vit sóu Havnar kirkju í einum flottum vinkli. Fantastiskt útsýni, tað einasta sum var eitt sindur gleðiskerjandi var, at ígjøgnum eitt av vindeygunum sást tú trý donsk splittfløgg, og tey vóru stór.

Nú, tað var ein deiligur døgurði, gott vín, deilig dessert, góðir sangir.

Aftan fyri sæst útsýni yvir móti Ryggi.

13198625_10209743244358034_5235010277498835876_o

Og so lærdi eg eitt nýtt orðafelli, “seinni gjóstur”. Við borðið tosaðu vit um, hvussu Indian summer man eita á føroyskum, og so var hetta skotið upp. Vit hildu tað hóskaði ikki so væl til tann hita og hugna, sum loðar uppi við tí amerikanska orðinum, ella ja kanska um tað er um hoyggj, sum verður turkað seint. Onkur var, sum helt tað kundi gott ljóða eitt pikkalítið sindur illavorðið. Vit høvdu tað sera stuttligt uppi yvir hesum orði. Vit hildu , at orðið kanska er úr Gøtu ? Seinni gjóstur stendur ikki í móðurmálsorðabókini.

Men tað var ein deilig løta, eg føldi tað, sum eg var mitt í mínum seinna gjóstri Smile

No comments:

Post a Comment