Sum vit eru heppin í Føroyum at hava so evnaríkar og arbeiðsamar sjónleikarar! At tey fáa stáplað eitt so stórt tiltak upp á beinini ferð eftir ferð er fantastiskt! Og NLH er ein góður samstarvspartnari at hava. Men SMAKKA verður altíð bilsið, tá ið nógv fólk er, tí tá er allur maturin uppi, so var í kvøld, og eg keypti mær kaffi, sum stóð í eini kannu, og tað var kalt, so tað var ikki lekkurt, og kaldi kaffimunnurin kostaði 25 kr. So har er pláss til forbetring.
Eg sá 3 leikir hesar dagarnar. Leygarkvøldið sá eg The Dark Side of Mime. Keipuleikur í heimsklassa, ella eg veit ikki nokk um tað til at vita tað, men tað var ótrúliga gott. Tað varð lýst við, at tað var aldursmark og ikki fyri sartar sálir. Sum aðrar framførslur við aldursmarkið var tað mest um sex og aðrar kropsligar funktiónir, morð og harðskap. Leikarin er finni, og hann fór út ímillum áskoðararnar at finna sær medleikarar, tíbetur var salurin jú fullur av leikarum. men summi sótu heilt sikkurt bangin fyri at verða útvald. Ótrúligar keipur og løgin ljóð, tá ið hann gjørdi hitt ónevniliga. Hann kláraði eisini at fara inn í annans kropp og har var ikki altíð so tespiligt.
Stop being poor var eisini rættiliga ótraditionellur, nógvar rørslur , eingin dialogur, men upplestur av svakligum public management reglum, team building tosi, effektiviserings ráðum, skjótari og skjótari arbeiddu tey við púra høpisleysum arbeiði undir hørðum aga, men so flippaðu tey eisini totalt út um vikuskifti mitt í eini brúkaraveitslu. Sera atfinningarsamur leikur, beint á eggini millum komediu og tragediu.
IKEA travels var vístur í INOVA, sanniliga innovativur. Stuttligt hugskot, nógv góð poeng, um modernaða ferðavinnu, mekaniseraða ferðavinnu. Eg slapp sjálv at ferðast til Kanada og til Miðeystur, men so bleiv eg útvald at sleppa til Skandinavia, ikki øll sluppu tað. Í Skandinavia høvdu tey atkvøðugreiðslur, fyrst um eitt so um annað, eitt var um fundurin, sum skuldi vera fyrireikingarfundur til ein annan fund, skuldi vera í viku 23 ella 24….demokrati í verki….(??). Í Miðeystri sluppu ferðafólkini til eina steiniframsýning, og tey sluppu at vera við til at steina eina konu…ja langt úti, men góð poeng.
Deiligt at síggja útlendska list á palli, vit kenni so væl okkara egnu leikarar og elska tey, men tað er gott við nýggjum rørslum og nýggjum eygum.
Vit sum eru vaksin upp við at ganga til sjónleik í sjónleikarhúsinum um vetrarnar, fegnast um, at orkumikil ung menniskju taka við og menna føroyska leiklist í samspæli við leiklist í øðrum londum.
No comments:
Post a Comment