Jun 11, 2018

Svartisen - Svolvær - Trollfjorden


Her umborð hava tey eitt útferðartoymi, tey leggja túrarnar til rættis, gera avtalur við bátar og bussar og selja bilettir. Og so hava tey fyrilestrar og framløgur, sum hóska til útferðirnar.
Í dag (4. dagur) fór eg mína fyrstu útferð. Tað var ein bátatúrur, báturin Alba legði at Midnáttarsól, og ein landgongd var løgd um báðar, so fóru vit 47, sum skuldu við, umborð. Tað var eitt sindur løgið at fara úr einum báti í annan úti á havinum.
Svartisen er navnið á næststørsta jøkli í Noreg, tann størsti eitur Jostedalsbreen, hann sá eg ta ferðina eg vitjaði Gudlaug í Jostedalen. Ísurin er ikki svartur, men djúpt innan í er hann myrka,myrkabláur segði ferðaleiðarin.
Tíverri var myndatólið hjá mær farið í verkfall, eg tók myndir vð telefonini, men dugi for dekan ikki at fáa tær í telduna.
Men vit sóu jøkulin, hóast sýnið var ikki gott. Vit vóru heima aftur um hálvgum trítíðina. Eg prátaði við Allan og Ellinor úr Cornwall. Sjáldsamt at búgva umborð á einum báti, sum bara siglir og siglir. Cruise er fínt, akkurát eg.
Í Svolvær steðgaðu vit ein tíma, og eg fór á krígsmuseum, sum er niðri á bryggjuni. Sera áhugavert museum. M.a. var søgan um 3000 fólk, sum krógvaðu seg í einum tunli, livdu har í ræðslu fyri, at týskurin skuldi bumba tunnilin í petti. M.a. var ein ljósmóðir har, hon hjálpti 10 børnum til verðina, meðan tey búðu í tunlinum og royndi at fjálga um mammu og barn í heilt hopleysum umstøðum, hetta var í Kirkenes.


Eitt annað hæddarpunktið í dag var at sigla millum Lofoten og Vesterålen og so inn í Trøllafjørðin, sum er 100 m. breiður og 3 km. djúpur. Skiparin fekk ordiliga roynt seg, men  hann hevur sjálvandi verið har túsund ferðir fyrr. Men flott er tað, og fyri at gera hátíð burturúr góvu tey okkum súpan á dekkinum og seldu eitt serligt krúss.


Síðsta myndin í kvøld verður av 20 reyðum rósum, sum stóðu á kamarinum hjá mær, tá ið eg kom aftur frá Svartisen í dag. Ein føðingardagsheilsan frá FS of familjuni. Så koselig. Og hin er av mínum borðfeløgum, vit hava fast pláss um kvøldið og fasta tíð at møta. tey eru Kari og Leif og búgva tætt við Oslo.,



Jun 9, 2018

Tróndheim

Tey hava atkvøtt um býarnavnið í Tróndheimi, og tað var rættiliga javnt millum Nidaros og Trónheim, men tað bleiv so Tróndheim. Vit komu til Tróndheim í morgun (3. dagur), og eg fór ein túr niðan í býin. Hugsaði, at tað ger einki um eg síggi dómkirkjuna tvær ferðir, eg havi nevniliga teknað meg til eina útferð til Nidarosdomen á suðurferðini. Har var nógv fólk og rættiliga nógvur gangur og lítil andakt. Tað kostaði 100 kr. inn og ekstra, um tú vildi í tornið, bispagarðin ella kryptina. Men katedralurin er flottur.

Eg sá ongar typiskar pílagrímar,men vit eru kanska øll pílarímar, ferðandi leitandi uttan íhald. Dómkirkjan í Tróndheimi var týdningarmesta pílagrímsstað í Norðurlondum, her var Ólavur heilagi grivin, og hansara jarðisku leivdir í silvurskríni kundu veita lekidóm. Erkibispurin hevði sítt setur har eisni, og hann sum vit vita ráddi eisini í føroysku kirkjuni.




Nidelven stille og vakker du er....har var vakurt at ganga við ánna, fólk sólaðu sær, og børn spældu á spæliplássi.



Í Tróndheimsfjørðinum sóu vit Munkhólmin, sum fyrr æt Nidholmen. Hann varð havdur sum avrættingarpláss við fyrstu avrætting í 995, seinni hevur verið klostur har, fongsul hevur eisini verið og skansi. Nú er hann til hugna hjá Tróndheimsfólki.

Rørvik hevur 6000 oyggjar og hólmar.

Jun 8, 2018

Der ingen skulle tru, at nokon kunne bu

Annar dagur umborð á HURTIGRUTEN hevur verið serstakliga góður og spennandi. Vit hava verið í Ålesund, inni á botni í Geiranger fjørðinum og í Molde. Serstakliga tann víða gitni Geirangerfjørðurin var eitt upplivilsi. Av og á meðan vit sigla, koma tey við onkrum upplýsingum, í dag var tað fleiri ferðir at vísa okkum á garðar, sum lógu 3-400 metrar uppi í fjallinum, har fólk hevði búleikast. Nú er fólkið flutt burtur, summi hava garðin sum summarhús. Men also,  mann skilur hasa yvirskriftina nógv betur nú. Vit sóu bygdina Hellesylt, har Ibsen búði eitt skifti, og har hann fekk íblástur til leikin "Brand".
 Í morgun høvdu tey kunningarfund um útferðir, og eg keypti nakrar útferðir afturat teimum trimum eg keypti heimanífrá. Men eg keypti ikki ATW túr ella kajakktúr, meiri soleiðis busstúrar.

Her umborð hava tey síni egnu frímerki og sítt egna stempul, so tað mátti eg eisini royna, postmaðurin var bæði blíður og týður. Klæðini, sum síggjast á myndini, eru til sølu. Handilin hevur troyggjur, HH jakkar o.sfr.
Ein stóran part av degnum eri eg á dekkinum og royni at kapera alt tað vakra. Í dag høvdu tey eina grill og seldu hamburgarar og pannukakur. Og barr er sjálvandi eisini á sóldekkinum.


 Fossurin eitur Fríggjarin
 Fossarnir eita Sjey systrar
Í hasum húsinum uppi á hasi rókini hildu kongurin og drotningin silvurbrúdleyp.











Og í kvøld klokkan 21.45 komu vit til Molde, og Beinta og Rolf komu oman á keiina at heilsa upp á meg. Eg elski FB, hvussu hevði eg annars sæð Beintu og Rolf? Nei, ha? Beinta býr og arbeiðir í Molde, í rósubýnum,  og hon líkist sær sjálvari, sum tit síggja.













Tað síðsta í kvøld skal vera mynd av teimum sunnmørsku Alpunum

Jun 7, 2018

Midnatsol

Vit fóru tíðliga upp í morgun, Gudlaug kókaði og serveraði kaffi, og so bar hon kuffertið niður fyri meg. Hon er bara best! So taksa í floghavnina. Var í Bergen longu klokkan 10.10.  So við bussi til býin, bussbilettin kostaði 190 krónur.
Hurtigruten hevur ein stóran terminal, og tú kekkar kuffertið inn, so fært tú tað aftur við kamarsdyrnar.
Veðrið var av tí allarbesta í dag, so eg hevði ein fínan dag á café í Bergen. Allastaðni fram við sjónum eru luksusíbúðir, og tey, sum búgva har, brúka so fortúnið ella keiina at sóla sær á, og hoppa so á sjógv inn í millum. Meðan eg sat har, kom mítt skip.

Og nú eri eg so umborð á Midnáttarsólini. Her er flott umborð, 10 dekk í alt. Mítt kamar er á dekki seks. Skipið bygt í Tróndheim í 2003 og er eitt av 11 skipum hjá Hurtigruten. Góðir stólar, góður matur, gott kamar.



So sigldi skipið út frá Bergen, og hvar tú hugdi, og hvar ið tú sá, vóru oyggjar, bátar og ´hugnalig summarhús á hvørji lítlari oyggj. Vit sigldu so undir Askoy brúnna, sum er 1058 m. long og hevur longsta spenni í Noreg (850 m).
So boðaðu tey til fund um trygdarviðurskifti, og so ein annan fund um praktisk viðurskifti. Alt er so væl skipað.

Bergen, íbúðir fram við sjónum.

Jun 6, 2018

Kristiansand

Gudlaug og eg hava kenst síðani 1980, tað eru nógv ár og nógv kilo síðani. Eg havi vitjað hana í Bergen og heima í Jostedalen, men ikki fyrr enn nú í Kristiansand. Og sum eg væntaði, býr Gudlaug í eini íbúð fullari av bókum. Og hon dugir so væl at brúka tær! Hon veit altíð, hvar mann finnur upplýsingar um hetta og hitt.

Gudlaug kom ímóti mær á keiini, og við henni var Bente, sum var sjaførur. Tær eru vinkonur, og Bente var sjaførur hjá okkum, meðan eg var í Kr.sand (leygardag til mikudag).
Sunnudagin vóru vit á sandinum í eini pikkulítlari vík og um kvøldið vóru vit til sjónleik. Vit sóu Kvinnemonologerne, ein sýning við 13 ymiskum kvinnulagnum ella upplivingum um fordómar , happing, adoptión og annað.
Mánadagin vóru vit m.a. í Wergelandsparken, Gudlaug var guide alla tíðina. Henrik Wergeland  (f.1808) stendur við nøsini upp í loft. Eina ferð segði hann, at tað var spell, at norðmenn skriva á donskum, t.d. vandfald fyri foss, og tað kann hann hava rætt í, at vatnið hoyrist betur í tí norska "foss" enn í vandfald.

Týsdagin vóru vit eina dagsútferð við bussi við "Hjertetrimmeren". Vit koyrdu vestureftir til Søgne, har var pápi Bjørnson prestur í 16 ár, og í tí gomlu kirkjuni (frá 1640) har giftu Bjørnstjerne Bjørson og Karolina seg. Vit vóru eisini á museum og sóu ein rúnarstein.
 




Maðurin - Lindland - sum hevur savnið í Lyngdal, hevur savnað maskinur, síðani hann var 19, hann hevði fleiri broytir og gravkýr og fleiri lastbilar.

Seinasta stopp var laksatrappan í KVÅS fossinum, eitt sera flott bygningsverk inni í fjallinum, trappur, so at laksurin skal sleppu niðan um tann høga fossin, og so sjálvandi kaffistova og útsýnispallar. Men eg hugsaði, um tað ikki var nokso nógv myrkari hjá laksinum inni í trappuni, sum var í einum tunli enn í ánni, men teir eru kanska so stutta tíð í sjálvari trappuni.

Í dag mikudag var sightseeing á UiA, Universitetet i Agder, á skránni, tað er jú Gudlaugsa annað heim, har hevur hon sítt arbeiði, sínar kollegar og.. ja fleiri bøkur. UiA hevur eini 12-13.000 studentar, so har er alt so stórt. Vit vóru eisini í bókhandlinum og har fann eg hetta, tekstabøkur v/ arbeiðsbók fyri "voksne innvandrere", hóskandi til A1, A2, B1 og B2


Eg gangi jú við brotnum fóti (!), so taksarokningin er sera stór. Men Kristiansand er deiligur býur, havið sæst allastaðni, sól hvønn dag og góður blíðskapur  á Østerveien.

Her sita vit báðar á Pieder Ro, matstovan er uppkallað eftir einum sjógarpi í einari skaldsøgu. Í annaðkvøld fari eg umborð á Midnatssol í Bergen.

Jun 2, 2018

Nossligir menn og nýkliptar konur

Tá ið tú situr og hvílir eyguni í kjalarvørrinum, verður tú hypnotiserað til ró. Symmetri, endurtøka, perfekt mynstur. 




Nú ið eg fór avstað vi brotnum beini, fekk eg eitt av teimum stóru kømrunum á 5. dekki. Har var rúmsátt og deiliga luftigt inni.


Eg fekk mær døgurða á Kafeteria, men fyrst ein drink saman við Jògvani Telling, tað var hugnaligt. Treyðugt so, at onkur er við sum mann kennir. Harra og frú Nolsøe ætlaðu sær niður at kampa. Stuttligt orð, at kampa.


Norrøna var ikki fullsett hesa fer. Nógvir týskarar,  høgur meðalaldur og vit vóru so sera nógv feit fólk, bæði konur og menn, og eisini ovurfeit, serstakliga kvinnur. Kanska ein velur skipið, tí ein rúmast ikki í flúgvarastólinum.
Men eisini nóssligir menn og nýkliptar kvinnur, sum standa og njóta sólsetur.


Vit vóru í Hirtshals kl. 10, og so fór eg beina leið til Noregskei, og so við einum báti hjá Color Line til Kristiansand. Har stóð Gudlaug fyri mær , og nú njóti eg blíðskap frá henni. Veggjaprýði hjá Color Line var serstak, summastaðni vóru 5 svanir og summastaðni vóru 7 svanir, teir fimm kenni eg, men hvørjir eru teir báðir, sum eru slopnir upp í part?