Feb 22, 2020

Toni Morrison: Song of Solomon

Bókin, sum lesibólkurin hevði á skránni í gjár er ikki av teimum lættastu, eingin lættisoppur. Onkur helt tó, at hon hevði væntað sær meira av einum nobelskum prísvinnara. Allar hildu, at bókin var rættiliga trupul í fyrstani, sum eitt putlispæl, sum ikki fæst at liggja, sum tað skal. Men so tá ið tú hevður lisið einar 150 síður, so klárnar.

Persónar. Hendingar fara fram ímillum tey svørtu í Amerika. Men øll tey svørtu eru ikki fitt og kúgað, ella jú kúgað eru tey, men har er eisini tann svarti húsahávurin, sum bara hugsar um pengar og at raka til sín. Tað er Macon Dead, pápi høvuðspersónin Macon Dead. Tað er henda Dead familjan, sum er í miðdepli, og tað er ikki familjuhugni har hjá teimum. So við og við fáa vit at vita, hví maðurin hatar konuna. Eina aðrastaðni í býnum býr systir harra Dead, har er heilt øðrvísi, har er meiri hiti og meira sangur. Systirin Pilatus býr saman við dóttur og ommudóttur, og høvuðspersónurin Milkman, følir tann stóra munin millum hansara egna kalda heim og so húsið hjá Pilatusi, tær práta og syngja. Ein annar høvuðspersónur er Guitar, hann er besti vinur MIlkmans, hóast teir eru úr heilt hvør sínum umhvørvi.



Tema. Søga teirra svørtu er temað, teirra æviga rótloysi har norði og har suðuri. Dead familjan býr norðanfyri, tað var jú hagar tey littu fóru, tá ið tey rýmdu undan trælahaldi og kúgan, men har norðanfyri er ikki nakað himmiríki. Ku Klux Klan er aktivur, tó verður hann ikki nevndur við navnið, men vinmaðurin Guitar er í einum loynifelagskapi - Seven Days - sum lønir eyga fyri eyga. Óhugnaligir tónar . Høvuðspersónurin Milkman fert  suðureftir í síni leitan eftir gulli, eftir ætt og eftir rótum. Tað verður ein rættiliga dramatisk lívshættislig ferð, stundum við mytologiskum dámi.
Rasisma og harðskapur, kvinnukúgan er alt temu.



Nøvnini. Nógvur symbolikkur fylgir fleiri av nøvnunum í bókini. At eita harra Dead er rættiliga serstakt og gevur óhugnaligan varhuga av, at her er ikki tað góða lívið. Tá ið Pilatus fekk navn, setti pápi hennara ein fingur í bíbliuna og rakti Pilatus. Hann skrivaði so navnið av, annars dugdi hann hvørki at lesa ella skriva. Børnini hjá harra Dead eita Fyrra korintbræv, Lena og Macon, kallaður Milkman.

Metafora. At flúgva, at vilja læra at flúgva, at duga at flúgva er leiðimotiv í bókini . Sum kunnugt eru at flúgva og at flýggja sama orð á enskum, to fly - flew/ fled, tað ger myndina víðfevndari.

Liturin svart er ikki bara svart, eins og øll svørt fólk eru ikki eins. Vit siga ofta "tey svørtu" ella "tey littu" , og tey siga "tey hvítu". Hetta brotið úr bókini sigur tað so væl:

“And talking about dark! You think dark is just one color, but it ain't. There're five or six kinds of black. Some silky, some woolly. Some just empty. Some like fingers. And it don't stay still, it moves and changes from one kind of black to another. Saying something is pitch black is like saying something is green. What kind of green? Green like my bottles? Green like a grasshopper? Green like a cucumber, lettuce, or green like the sky is just before it breaks loose to storm? Well, night black is the same way. May as well be a rainbow.”


Fólkslig trúgv. Pilatus, sum er systir harra Dead, livir  á sínari egnu hill í samfelagnum. Hon livir eftir pátrúgv og dreymum, og spøkilsi eru meiri verulig fyri henni enn beiggin Macon. Ferðin hjá Milkman. sum eisini er ein veiðiferð inni í einari skóg, er ein mytisk frásøgn, sum endar við sameining av menniskja og náttúru, tá ið Milkman følir, at hann veksur saman við jørðina har hann stendur og heilsar upp á vinir sínar trøini.

Toni Morrison (1931-2019). Nobelprís 1993.

No comments:

Post a Comment