Nú er gott ár, síðani eg og Hendrik byrjaðu at arbeiða í Reyða krossi. Tað var Jóannes Eidesgaard, sum kom niðan í badmintonhøllina og spurdi, um ikki onkur av okkum hevði hug at melda seg til hetta lið av sjálvbodnum. Vit eru býtt í hold, og hvørt hold hevur ábyrgd av at koyra eina ferð um mánaðin.
Í gjár vóru vit í Vágum, tvær klædnabingjur eru í Miðvági. Og í dag vóru vit í Klaksvík, Fuglafirði og Runavík, og tá ið vit komu til Havnar vóru vit í Iktys og lótu teimum nakrar sekkir.
Vit fóru úr Havn klokkan níggju, og tað var sjáldsama vakurt at koyra norðureftir. Arbeiðið er at taka posarnar úr bingjunum og leggja teir í bilin. Fari at heita á fólk, at ikki pakka posarnar ov tungar. Vit skula eisini leggja posarnar, sum fara til Týsklands í eina stóra bingju.
í Klaksvík |
Í Klaksvík |
Tá ið vit komu til Havnar kl. 14, fóru vit fyrst í Stiðjagøtu at tøma bilin og síðani oman í Vágsbotn til Iktys. Nú var fyrsti partur av degnum liðugur. Kl. 18 møttu vit aftur í Stiðjagøtu í klædnaskiljingini, har vóru vit so saman við 5 øðrum til kl. 21. Og í morgin er ein rúgva av burturkasti, sum skal koyrast á Hjalla.
Edilborg, Sigrun, Tinna og Inga |
No comments:
Post a Comment