http://skagensbamsemuseum.dk/
Sum eg skilji, so hevur hon eisini samband við listafólk og fær tey at gera okkurt stuttligt, sum t.d. hesa bamsuna hjá Bjørn Nørgaard.
Summar av bamsunum á savninum er ílatnar og mynda ávíst arbeiði ella ávíst virksemi. Sólrun lovaði so hesi konuni at spyrja meg, um eg kundi gera føroysk klæði til hesar báðar. Bamsurnar eru keyptar í Krakow í heyst. Klæðini er øll handgjørd.
Fyrst máttu tær fáa undirbuksir og hon sokkar og hann hosur |
Jógvan fekk eitt skjúrtubróst og slips, og broderaðan vest.
Bæði eru í siðbundnari mynstrutari troyggju.
Hon hevur stima við heimasmíðaðum silvurpróni |
Kristina hevur fylgt væl við í hesi klædnagerð |
Nú eru bæði bamsudiddan og bamsubeiggin liðug. Forrestin: tey eita Jógvan og Anna. Onkur helt, at hann skuldi eita Læars, men eg haldi Jógvan og Anna eru so vøkur og millum vanligastu nøvn í Føroyum.
No comments:
Post a Comment