Jun 20, 2021

Summardagar 2021

 Familjan fór ein túr til Suðuroyar at vitja Louis. Vit búðu í Øravík, Koyrdu til Hvalbiar at svimja á sandinum í Nesi. Svumu á sjónum í Øravík. Og fóru túr við skjóttgangandi báti úr Sumba.


Á  Suðuroyaveg
Í Øravík var pottur uttanfyri. 
Annars havi eg síðani september arbeitt við at  tveita nøkur av teimum 104 kiloum, sum eru komin tey síðstu 10 árini. Sum áður hevur lítla Turið verið stuðul. Hesa ferð royndu vit KETO. Tann kururin er so, at tú skalt ikki eta grón, t.e. einki breyð, epli, rís og pasta, ikki sukur. Heldur ikki frukt, og bara tað grøna sum veksur á jørðini, ikki í jørðini. Tað ljóðar nokso strangt, men tú kanst gott eta kjøt, fisk og feitt og kál. Keto er okkurt við at venja kroppin at gera sukur úr feitti. Well, tað virkar.



Nú eru 30 kilo farin, hetta er ikki fyrstu ferð, eg lætni 30 kilo, men nú skal tað vera at eg haldi vektina! Keto restina av lívinum, við onkrum leygardagsísi og sunnudagseplum..
Sum sagt, Louis hevur verið í Føroyum 20 vikur. Men nú er hann farin heim aftur, men fyrst helt hann føðingardag á Suðuroyavegnum. So hugnaligt at síggja fleiri av familjuni.
Fyrstur á gátt var Búgvi, hann fekk te og jólakaku, síðani vóru tey hinumegin bróstið og onnur, og Turið  hevði kaku við, og vit bjóðaðu drýl og kjøt.

Av øðrum eg havi upplivað er sjálvandi prógvhandanin hjá Joanne. Hon hevur nú lokið annað skeið í FSA (føroyskum sum annað mál). Kvøldskúlin er undangonguskúli í hesi lærugrein.

May 6, 2021

Vælveruskeið v/Biritu Nolsø

 Vit vóru átta konufólk á skeiðinum. Tað var lýst sum eldraskeið, og eldri tað eru vit

Skeiðið var á Gjáargarði, hølini hóskaðu sera væl, og maturin var frálíkur. Ein nýggjur kokkur er á Gjáargarði, hon er úr Portugal. Vit fingu lambskjøt, saltfisk og grísakamb. Og eitt pluss var, ar hon var við uppá at gera onkrar ketorættir ístaðin fyri epli.


Skeiðið var fyrst og fremst eitt skeið í kropstilviti og sinnisvenjing. Andadráttarvenjingar saman við kropsligum venjingum og innlítandi fokus og ikki at gloyma, hvíld og frið. 

Vit vórðu spurdar, tá ið vit komu, hví vit høvdu valt hetta skeiðið. Summar søgdu, at tær trongdu til at sleppa úr gerandisdegnum ella at slappa av. Eg segði, at eg vildi fegin bjóða mínum fordómum av viðvíkjandi tí ráki sum hevur verið nú leingi, sum setir sjálvið so ógvisliga í fokus. Sjálvsmenning, finn teg sjálva, forkela teg sjálva, "because I'm worth it", ger bara slíkt, sum tú sjálv vilt og tímir. Men eg royndi at hava eitt opið sinni og gera, sum sagt varð.

Fleiri av venjingunum vóru lættar at fata og stuttligar, eitt nú Yin og Yan venjingin: tvær og tvær saman, lógva ímóti lógva, ger rundingar og mynstur saman. Hvør førir, hvør er yan og hvør er yin? Annars dámar mær ikki væl, at orka verður kallað mannlig, um hon er fysisk og útfarandi og kvinnulig, um hon er innvend og fevnandi, fordómsfull heiti, nógvar kvinnur eru mannligar.

Venjingin: Lær at taka ímóti og at geva. Hvør einstøk skrivar rósandi lýsingarorð um hinar á ein lepa, sum verður hongdur á bakið á henni. Soleiðis fær hvør 7 seðlar við rósi. Sera vælgerandi, men so hinvegin: hetta var eitt vit skuldu gera sum eina uppgáu, og allar kendust ikki væl.

Dansiløtan var herlig og stuttlig, dansa við tær sjálvari ella øðrum.

Andadráttarvenjingar til at vekja kropsinnlit, til at skapa javnvág. Brúka andadráttin til at flyta fokus. Fara úr kontrollrúminum í høvdinum og í hjartað, búkin ella føturnar. Tað er ikki nakað ein lærir upp á null komma fimm. Hugsa um hjartað sum trý hjørtu tað fysiska, eitt orkuhjarta og so kensluhjartað har ið vit hava álit, takksemi og kærleika. Hondina á hjartað, gev hjartanum pláss og legg tína hjartabøn (mamtra) í hjartað. Nú var ketan hjá mær langt síðani hoppað av. Nakað "fluffy" fyri meg. 

Men Birita er vinarlig, og kann við síni mildu ljósu rødd fáa ró at falla á rúmið. Hvíliløturnar við djúphugsan vóru á skránni nakrar ferðir, og tónleikur var eisini partur av huglagnum.


Fleiri av mínum fordómum eru nakað minkaðir. Enn e r ein ávís skepsis, gamaní. Men eg haldi, eg lærdi ymiskt um meg sjálva og míni medmenniskju. Og framum alt, so herligt at vera saman við so positivum og hjartaligum fólki, sum støðugt roynir at menna seg og finna hjartarúmið í sær sjálvari og øðrum. Takk fyri.

Apr 28, 2021

Lone Frank: Størst af alt

 GESTABLOGGARI: GULLA  ØREGAARD

Hugleiðingar um bókina

”Størst af alt”

 

Eftir Lone Frank, vísindajournalisti - Gulla legði fram í Tilhaldinum mikudagin 28.apríl 2021

Lone Frank, vísindajournalistur hevur við hesi bók sett fokus á at hugleiða, vegleiða og granska  náttúrina í kærleika millum foreldur/børn, mann/kvinnu og í víðari merking í relatiónum millum menniskju.  

Eg fekk bókina í jólagávu frá soninum Gunnari. Kann ikki siga annað enn, at Lone Frank við síni serstøku bók hevur hugtikið meg. 

Høvundin sjálv sýnist av náttúru at vera rímuliga harðfør og ákoyrandi, men eisini ógvuliga samansett.

Bókin er ikki løtt at greina. Harafturímóti gevur  høvundin mær nógvar áhugaverdar tankar um  evnið: ”kærleiki og kærleikssambond”.  

At Lone Frank í hesi bók gevur sína egnu søgu um kærleiksbond/relatiónir á heilt privata økinum, og síðani vísindaliga fer í gongd við at nærlesa og kanna, hvat finst av granskingarúrslitum runt í heiminum um hetta viðkomandi evni, er tað, sum ger bókina fyri meg viðkomandi og spennandi.

Stóri spurningurin, sum hon er í holt við er,  hvat hendir í heilanum, tá ið vit verða hugbundin/forelskaði í einum øðrum persóni. Tað verði seg foreldur, vinir og so hin einasta eina, sum lívið verður deilt við.

At høvundin eftir at hava mist mammu sína, sín elskaða pápa (stóru glitrandi fyrimyndina í lívinum) og at enda sín, í rekkjuni av fleiri  monnum, seinasta lívsfelaga, fer á eina granskingarferð, tað má sigast at vera sjáldsamt, og ikki sørt áhugavert.

Eftir missin av manni, sum hon áðrenn hann doyði, helt seg liva eitt púra vanligt smákeðiligt lív, varnaðist eftir missin, at hesin var henni óendaliga kærur. Hetta førir hana so heilt út, har sum krákurnar venda, og er so langt úti, at hon við einum yvirdosis av heilivági ætlar at siga lívinum farvæl. Hetta eydnast ikki, men ógvusliga sorgin kløkkar hana álvarsliga, og her verður vísindakvinnan Lone Frank heilt menniskjanslig.  Hesin partur í bókini er nemandi..   

At hon í bókini eisini fortelur um, at hon uppsøkir ein sálarfrøðing, sum hon saman við roynir at  gjøgnumganga teir stóru eksistentiellu spurningarnar, ger bókina ikki verri. Tó haldi eg, at sálarfrøðingurin kundi verið næmingur, og hon lærari. Hon hevur so nógv upp á hjarta. Tó verður samrøðan við frøðingin djúp og gevur henni mótspæl, sum hon hevur brúk fyri. Sálarfrøðingurin   roynir varisliga at benda hennara tankar til, at hon sjálv meira skynsamt sær sítt lív og sínar  umstøður.  

Tað sum hon í bókini lýsir er sera umfatandi. T.d. hevur hon frávalt børn, og hetta er í sær sjálvum nakað serligt. Hon kemur eisini frá heimi, har foreldrini hava tikið sundur, og hon hevur hoyrt mammuna siga sína sorgarsøgu.

Sum longu sagt setur hon kærleikan undir sjóneyku við at fara út í stóra granskaraheimin til óteljandi støð, har kærleikin  verður  nágreinaður  samfelagsfrøðisliga, (sum er sosiologiskt), nervafrøðisliga (sum er neurologiskt) Sálarfrøðisliga, (sum er psykologiskt)  Lívfrøðisliga (sum er biologiskt) og ikki minst mentunarliga,  umframt, at hon heilt privat letur sína hugsan dvølja við síni nógvu viðurskifti til hitt kynið, har hon ofta møtir sær sjálvari sum einum, sum er øðrum yvirleygin, og sum onnur ikki intellektuelt rúma hennara kapasiteti.

Hon dyrkar pápan, tí tey eru kanska sprottin úr somu nøgd av oxitytocin (hetta er et lívfrøðisligt evni), sum ger nakað við, hvussu vit klára eitt kærleikslív) Havi sligið orðið upp.

Sitat: ”Hvad er oxytocin?  

https://netdoktor.dk/ordbog/oxytocin.htm

”Oxytocin er et hormon som findes naturligt i kroppen. Det kaldes populært for ’kærlighedshormonet’. Det har fået dette navn fordi det blandt andet udskilles ved kram, kys og sex.

Oxytocin giver en følelse af lykke og velvære, og derfor menes det at have betydning for, når mennesker knytter tætte bånd til hinanden.”

 

Eg haldi ikki, at hetta er ein bók sum er løtt at endurgeva, men harafturímóti ein bók, sum kann lesast á fleiri á fleiri planum.

1)     Kenslur um lív og sorg hjá høvundanum

2)     Bókmentir um gransking og ritgerðir um kærleikslív og kærleikssambond/relatiónir.

3)     Tilvísing til vísindaritgerðir um evnið ”kærleiki og kærleikssambond”  

Lone Frank skrivar sera væl Hon hevur eitt stórt yvirskot til danska málið. Tað er ein stórur kvalitetur í bókini.  Hon dugir ómetaliga væl at orða seg.

 

NB: Eftir at vera komin heim fór eg at rættlesa mítt upplegg, og broytti okkurt smávegis. Eftir stendur, at bókin er so mikið óvanlig og viðgerðin so umfatandi, at tað eru mong øki, sum eg als ikki dugi at taka við, men havi hug at fara aftur til at nærlesa.

 

 

Apr 19, 2021

Zacharias Heinesen - fernisering í Gamla Seglhúsi

 Fór til Klaksvíkar saman við Turið systur og Louis. Nú er tað so nógv lættari, bara trý hol, so ert tú har. Ferniseringin var klokkan fýra.

So frálíkt at síggja, at Zacharias enn er virkin og enn so litfagur og sprækin. Tað er so deiligt, at ikki alt broytist so skjótt. Málningar eru sum gamlir kenningar. Heilsaði upp á allar bygdirnar hann hevur málað hesa ferð, t.d.Hattarvík, Trøllanes, Hov.

Skifti orð við listarmannin, og hann fortaldi, at hann hevði verið í Hattarvík og skitsað nakrar dagar. Á! Hattarvík, barndómsins paradís, har vit sluppu at vera børn allan dagin. Kúgvin var í kjallaranum og hønurnar í túninum. Nátturðin var súpimatur, og døgurðin lundi, fyltur sunnudagar. Tarvurin var í haganum, og vit róku neytini inn um liða. Fólk var í 9 av 10 húsum og børn og ungdómur í nógvum teirra. Nú ljóði eg sum fortíðarleivd, men nógv í mínum aldri nikka játtandi, tað veit eg.

Hattarvík 

Jastrid og Símun er so fryntlig bæði tvey, og teirra virksemi í Hattarvík er sera áhugavert, nú ið summarið nærkast eru fyrireikingarnar í gongd. 
Seglhúsið er so avbera gott høli, viðurin gevur so gott umhvørvi, og ábitið einfalt og gott, stuttflutt eins og undirhaldið.
Rani Nolsøe

Hilmar Høgenni helt eina góða talu, hann rósti listarmanninum og greiddi frá hansara menning sum listarmaður, heilt frá ungum. Hegnisliga gjørdist talan partvís ein viðurkenning av Gunnari Hoydal, sum júst er farin, eins og Verland Johansen var nevndur. Zacharias og Gunnar kendust sum vera man, og báðir bera orð fyri at vera sera fámæltir. Annar talar við skaldskapi hin við pensli. 

Hilmar Høgenni




Úr Klaksvík fóru vit at eta við Gøtugjógv, Brimborg er tað nýggja staðið har. Tað var fínt, men kanska eitt sindur merkt av, at tey høvdu havt eitt fínt, stórt kvøld kvøldið fyri. 


Installatión í Klax
 


Vikuskifti í Mikladali

 Vit vóru 10 fólk, og tær báðar Turið og FS høvdu leigað hvør sítt hús í Mikladali. Summi fóru úr Havn fríggjakvøld og restin fór leygarmorgun. Eg  búði í Pakkhúsinum, tað er húsið, sum er bygt niðast á Bakkanum. 

Frida fór sjálv sætta túr á Kallin í fínum veðri leygardag. Tað var ein góður túrur, søgdu tey.


Ísblómur, gott veður men kalt leygardagin
Tey fara av Trøllanesi

Magna og Herbert gjørdu postarenning í bygdini. Madeleine gjørdi eina Kahoot kapping. Døgurðin leygarkvøldið var chili con carne v. rísi. Vit spældu kort. Sunnudagin var fótbóltsskúli kl. 13-15, og aftaná vóru pannukakur á Bakkanum. 

Vit koyrdu biltúr og hugdu at bygdunum í oynni.


Døgurðin sunnukvøldið var dunna v. appilsinsós. Fantastiskt. Og so var landsliðsfótbóltur á skránni.


Mar 14, 2021

Nýggjar tíðir - ph.d framløga

 


Kvøldskúlin beyð Elisabeth Holm á skúlan at leggja síni úrslit í ph.d. ritgerðini fram. Framløgan var á enskum, og áhoyrarar vóru næmingar og lærarar á Kvøldskúlanum. Eg hoyrdi eisini framløguna hjá Elisabeth á Landsbókasavninum. Tá hugsaði eg, hví er hon ikki í Kongshøll, og hví er tað ikki Fróðskaparsetrið, sum skipar fyri? Nú fekk eg ein part av frágreiðingini, universitetið í Skotlandi "eigur" úrslitini, og tey eru ikki útgivin enn. Hetta varð nýtt sum grundgeving, tá ið Elisabeth varð spurd, um politikarar og lógarsmiðir høvdu fingið og kunna brúka hesar skjalfestu upplýsingar, vónandi verður ritgerðin skjótt útgivin. 

Tonicia Hansen: Millum 2017 og 2020 komu fólk úr 20 "nýggjum" londum til Føroya, also londum, haðani vit ikki fyrr hava havt tilflytarar.

Ein onnur ritgerð er á veg, sum snýr seg um at allýsa integratión. Vit tosa ofta um integratión, sum um vit øll eru samd um, hvat vit tosa um, men vit meina so nógv ymiskt. Elisabeth vil heldur nýta orðið luttøka, at fólk taka lut í samfelagnum. Hon sigur, at integratión verður ofta definerað sum assimilatión, sum merkir ein samanrenning. (integration, participation, assimilation)

Framløgan er sera áhugaverd, men eisini rættiliga deprimerandi og enntá provokerandi. Høvuðsdentur er á vantandi møguleikar hjá útbúnum útlendingum at fáa starv, har tey fáa brúkt sína útbúgving. Elisabeth hevði millum 50 og 60 luttakarar í kanningini, og tveir triðingar høvdu miðallanga ella langa útbúgving, og flestøll arbeiddu sum vaskifólk ella á fiskavirki. Og ein stórur partur av frágreiðingini ella kanska øll frágreiðingin er, at tað er so trupult at fáa lært seg føroyskt og danskt. Sum lærari á Kvøldskúlanum  í FSA fegnist eg bara um, at tað er gongd í menningini og hugsi, fjúu, tað eru nøkur ár, síðani hon gjørdi kanningina, støðan er frægari nú og batnandi. Elisabeth nevndi, at ein partur av øllum er tann serliga støða, føroyskt hevur í føroyings hugaheimi: ein sjáldsamur dýrgripur, sum vit eiga at verja og fjálga um. Vit eru í verjustøðu og eru tí minni fyrikomandi ella góðtakandi mótvegis fremmandum málum.


Ein frymil, sum vísir, at málundirvísing og mállæring er so mógv annað enn bara motivatión. Tað er fløktar mekanismur, sum gera seg galdandi, tá ið fólk gera íløgu í at læra ei8tt mál afturat.  

Myndin vísir, at ójavni finst longu í fyrsta spori. Men tað er væl saktans sjálvsagt, um tú bert saman við føroyingar og norðbúgvar. Spurningurin er, hvusssu vit frægast javna gøtuna og slætta sjógvin við góðum skúlatiboð og arbeiðsplássum, sum duga at møta og meta og virðismeta fólk og teirra royndir og vitan.
Elisabeth hevði sum uppáhald, sum eg skilti tað, at samfelagið stuðlar uppundir og styrkir henda ójavna við at einki gera við hetta mál.










Gott at tað verður varpað ljós á hesi viðurskifti, og Helgi Abrahamsen eigur at hava stóran áhuga fyri teimum. Gott arbeiði Elisabeth, gleði meg, til kanningin kemur, sum vísir, at FSA undirvísingin ger mun.






Mar 9, 2021

Kvinnudagur - skrivisalon

Turið systir boðaði til skriviskeið á Háskúlanum, Frida Sofía kom eisini. Eg var eitt sindur ivasom, skriva soleiðis uppá kommando, tað er ikki ordiliga eg, men tað var eitt gott upplivilsi. Nógvar konur, vit vóru nokk aldursforsetar. Har vóru fleiri, sum ein kendi aftur úr øðrum samanhangi.

Lærarar vóru tríggir ungir yrkjarar: Lív  Róadóttir, Anna Malan Jógvansdóttir og Marjun Kjelnæs. Lív legði fyri. Hennara inngangur var bæði persónligur og fakligur. Hon vísti til sína egnu tilgongd og sínar egnu lærumeistarar. okkara uppgáva var: Skriva tað tú minnist. At skriva "Eg minnist" gevur autoritet - áhugavert, tað er tað mest subjektiva í verðini, kanska eingin annar minnist hatta, sum tú sá ella hoyrdi, bara tú ert autoriteturin. Tríggjar forðingar vóru í uppgávuni: 1. Skuldi byrja við: Eg minnist.. 2)  Ikki skriva um kenslur 3) Skriva neyvt/konkret.  Allar 20 konurnar og genturnar settu seg at skriva, tað var pinnastilt inni.

Uppgávan frá Onnu Malan var, at tú skuldi skriva yrking við sjónarhorninum hjá gentu ikki sum 50 ára gamal maður...haldi at eg skilti ikki ordiliga, hvat hon meinti. Hasin 50 ára gamli maðurin...ja eg veit ikki um hann spælir so stóra rollu í mínum tekstum og mínum huga.

Marjun legði fyri við at siga okkum, hvaðani hennara orð stava. Hon tosaði um eina leitan eftir grundgeving fyri at skriva, og tá ið hon er funnin og avgreidd eftir eini grundgeving fyri at halda fram at skriva. Uppgávan frá henni var: Hvørji orð løgdu hald á mínar spírandi tankar. Áhugavert heiti. At leggja hald á er negativt, tað er at seta í fongsul, fjøtra. Vit skuldu byrja við: Eg siti her og hoyri.....

Ein onnur uppgáva var at skriva eina yrking/ávaring/hóttan um, hvat eg fari at gera, tá ið eg verði gomul. Tað var pussigt, tí eg eri longu gomul, tá ið eg verði gomul, fari eg á skriviskeið - eg ávari tykkum!!  Marjun las eina yrking hjá Jenny Joseph um alt tað óskikkiliga, ein kann gera tá ið ein er gomul. Kanska eg eri sloppin at gera alt tað óskikkiliga, meðan eg var ung. . ..okey okkurt er kanska eftir.


EG MINNIST.

Eg minnist, at omma segði søguna um Lítla Klavs og Stóra Klavs, og eg bíðaði eftir, at hon kom til pettið Hyp hyp alle mine heste, sum Lítli Klavs segði, tí tá mundi hon altíð mist tenninar, og eg hopaði, at tær fóru at detta úr munninum á henni, so at eg slapp at síggja tær.

Eg minnist, at øll fólkini sótu sum forsteinað, tí at okkurt ræðuligt var hent. Eg minnist grótmyndir, sum ikki fáa rørt seg, fáa ikki rýmt, sita æviga stillar og hugsa um tað ræðuliga, sum er hent. Eg minnist ikki tað ræðuliga, sum er hent.

Eg minnist sagosúpan við nógvum, ella - nei fáum russinum. Eg minnist fáar russinur.

Eg minnist lunkað uppvaskivatn til stórt uppvask,

Eg minnist abba og ommu, sum ikki vóru gift.

Eg minnist ein svartan sunnudagsfrakka, ein svartan hatt og ein svartan stav. Og svartan stein og svarta mold. Minst til at vaska tær um hendurnar! Ikki nerta við! Ikki renna!

Eg minnist ein spurning, sum varð spurdur við eitt døgurðaborð, men eg minnist ikki svarið.


Vit lósu eisini upp fyri hvørjari aðrari við borðið.

Stuttligt og rørandi at vera á skriviskeiði saman við mínum næstu og hoyra teirra tekstir.