GESTABLOGGARI: GULLA ØREGAARD
Hugleiðingar
um bókina
”Størst
af alt”
Eftir
Lone Frank, vísindajournalisti - Gulla legði fram í Tilhaldinum mikudagin
28.apríl 2021
Lone
Frank, vísindajournalistur hevur við hesi bók sett fokus á at hugleiða,
vegleiða og granska náttúrina í kærleika
millum foreldur/børn, mann/kvinnu og í víðari merking í relatiónum millum
menniskju.
Eg
fekk bókina í jólagávu frá soninum Gunnari. Kann ikki siga annað enn, at Lone
Frank við síni serstøku bók hevur hugtikið meg.
Høvundin
sjálv sýnist av náttúru at vera rímuliga harðfør og ákoyrandi, men eisini ógvuliga
samansett.
Bókin
er ikki løtt at greina. Harafturímóti gevur høvundin mær nógvar áhugaverdar tankar um evnið: ”kærleiki og kærleikssambond”.
At
Lone Frank í hesi bók gevur sína egnu søgu um kærleiksbond/relatiónir á heilt
privata økinum, og síðani vísindaliga fer í gongd við at nærlesa og kanna, hvat
finst av granskingarúrslitum runt í heiminum um hetta viðkomandi evni, er tað, sum ger bókina fyri meg viðkomandi og spennandi.
Stóri spurningurin, sum hon er í holt við er, hvat hendir í heilanum, tá ið vit verða hugbundin/forelskaði í einum øðrum persóni. Tað verði seg foreldur, vinir og so hin einasta eina, sum lívið verður deilt við.
At høvundin eftir at hava mist mammu sína, sín elskaða pápa (stóru glitrandi fyrimyndina í lívinum) og at enda sín, í rekkjuni av fleiri monnum, seinasta lívsfelaga, fer á eina granskingarferð, tað má sigast at vera sjáldsamt, og ikki sørt áhugavert.Eftir
missin av manni, sum hon áðrenn hann doyði, helt seg liva eitt púra vanligt
smákeðiligt lív, varnaðist eftir missin, at hesin var henni óendaliga kærur.
Hetta førir hana so heilt út, har sum krákurnar venda, og er so langt úti, at
hon við einum yvirdosis av heilivági ætlar at siga lívinum farvæl. Hetta
eydnast ikki, men ógvusliga sorgin kløkkar hana álvarsliga, og her verður
vísindakvinnan Lone Frank heilt menniskjanslig. Hesin partur í bókini er nemandi..
At
hon í bókini eisini fortelur um, at hon uppsøkir ein sálarfrøðing, sum hon
saman við roynir at gjøgnumganga teir
stóru eksistentiellu spurningarnar, ger bókina ikki verri. Tó haldi eg, at
sálarfrøðingurin kundi verið næmingur, og hon lærari. Hon hevur so nógv upp á
hjarta. Tó verður samrøðan við frøðingin djúp og gevur henni mótspæl, sum hon
hevur brúk fyri. Sálarfrøðingurin roynir varisliga at benda hennara tankar til,
at hon sjálv meira skynsamt sær sítt lív og sínar umstøður.
Tað
sum hon í bókini lýsir er sera umfatandi. T.d. hevur hon frávalt børn, og hetta
er í sær sjálvum nakað serligt. Hon kemur eisini frá heimi, har foreldrini hava
tikið sundur, og hon hevur hoyrt mammuna siga sína sorgarsøgu.
Sum
longu sagt setur hon kærleikan undir sjóneyku við at fara út í stóra granskaraheimin
til óteljandi støð, har kærleikin verður
nágreinaður samfelagsfrøðisliga, (sum er sosiologiskt),
nervafrøðisliga (sum er neurologiskt) Sálarfrøðisliga, (sum er
psykologiskt) Lívfrøðisliga (sum er
biologiskt) og ikki minst mentunarliga, umframt, at hon heilt privat letur sína hugsan
dvølja við síni nógvu viðurskifti til hitt kynið, har hon ofta møtir sær
sjálvari sum einum, sum er øðrum yvirleygin, og sum onnur ikki intellektuelt rúma
hennara kapasiteti.
Hon
dyrkar pápan, tí tey eru kanska sprottin úr somu nøgd av oxitytocin (hetta er
et lívfrøðisligt evni), sum ger nakað við, hvussu vit klára eitt kærleikslív)
Havi sligið orðið upp.
Sitat:
”Hvad er
oxytocin? Sí
https://netdoktor.dk/ordbog/oxytocin.htm
”Oxytocin er et hormon som findes naturligt i kroppen. Det kaldes populært
for ’kærlighedshormonet’. Det har fået dette navn fordi det blandt andet
udskilles ved kram, kys og sex.
Oxytocin giver en følelse af lykke og velvære, og derfor menes det at have
betydning for, når mennesker knytter tætte bånd til hinanden.”
Eg
haldi ikki, at hetta er ein bók sum er løtt at endurgeva, men harafturímóti ein
bók, sum kann lesast á fleiri á fleiri planum.
1)
Kenslur
um lív og sorg hjá høvundanum
2)
Bókmentir
um gransking og ritgerðir um kærleikslív og kærleikssambond/relatiónir.
3)
Tilvísing
til vísindaritgerðir um evnið ”kærleiki og kærleikssambond”
Lone
Frank skrivar sera væl Hon hevur eitt stórt yvirskot til danska málið. Tað er
ein stórur kvalitetur í bókini. Hon
dugir ómetaliga væl at orða seg.
NB:
Eftir at vera komin heim fór eg at rættlesa mítt upplegg, og broytti okkurt
smávegis. Eftir stendur, at bókin er so mikið óvanlig og viðgerðin so umfatandi,
at tað eru mong øki, sum eg als ikki dugi at taka við, men havi hug at fara
aftur til at nærlesa.
No comments:
Post a Comment