Mar 28, 2020

Corona 2


Í dag er fyrstu ferð , eg havi følt, at í dag vil eg als ikki upp úr seingini. Útvarpið greiddi frá støðuni í Brazil, tað var ræðuligt at hoyra. Brotsmannalið hava tikið valdið, tí at myndugleikarnir gera einki. 

Fólk royna at halda seg í góðum lag við at syngja á netinum, lesa søgur online og annað. Men tað virkar ikki líka væl sum í fyrstani, um vit nú skula sita inni í fleiri mánaðar, tað er deprimerandi.

Havnardalaur er eitt gott túrpláss, og har er so gott pláss. So tað er ikki torført at halda seg burtur frá fólki. Tað var kalt at ganga í dag. Eg gekk inn til eitt portur, sum gongur út á vegin eystanfyri dalin. So gekk eg hinvegin eftir vegnum. Eg sá nógv rusk, sjálvandi hevði eg ikki posa og handska við, tað má eg minnast til næstu ferð. Í Fiengurola er ikki so rúmsátt, í íbúðarblokkum í New York er heldur ikki so rúmsátt. Eg búgvi á 50 m2 og eri einsamøll í húsi, so tað er nóg stórt, og eg kann altíð fara út Havnardal. Útvarpið tosaði við eina føroyska í Fuengirola í dag, hon segði, at hon ætlar sær heim til Føroyar at búgva.



Lurtaði eftir sendingini hjá Øssuri Wintereig “Pressan”, hann ger góðar sendingar. Í dag var temað “Er atfinningarsamur journalistikkur farin í karatenu?” Hann tosaði við Jóannes Dalsgaard, Sjúrð Skaale og aðrar. Áhugaverdur spurningur er, um valdshavarar skula seta undantaksstøðu í gildi, so verður demokrati avtikið, politiið fær makt og.....Epideminevndin hevur fingið óavmarkað vald, sakni at teir verða spurdir um, í hvussu stóran mun testing og tiltøk verða gjørd fyri at granskarar fáa síni tøl. Á INNOVA sita tey og bíða eftir játtan, so at tey kunna fara í gongd og brúka allar Føroyar sum laboratorium, vit skula vera heimsmeistarar í testing, løgmaður er so fegin, at útlendingar ringja til Føroyar at frætta um handfaringina. Granskarar hava síni áhugamál, kanska ikki altíð tey somu sum vinnulívið ella vanlig fólk, ella vanlig gomul fólk. Sjálvandi er tað gott at granska fyri at geiða frá og fyribyrgja, men tað skal helst ikki ganga út yvir skynsemið.



Mar 18, 2020

CORONA

Havi nú verið í sjálvbodnari karantenu í nakrar dagar. Fari bara út at ganga við hvørt, og so til handils. Havi bøkur, stokkar og eisini okkurt arbeiði, men eg má siga, tað gongur illa at hugsavna seg um at gera nakað. Smittan og smittutíðindi fylla so nógv. Men góður uggi er eisini á miðlunum, facebook er deiligt at hava, og fólk sum Sólrun Michelsen, Gulla Øregaard, Oddvør Johansen, Elin Henriksen og Tove Askam eru sera undirhaldandi og hugnaligir gestir. Eitt eitur at vera "við tí góða orðinum" , og tað er vist neyðugt í dag og komandi dagar.


Ein tanki, sum vitjaði  beinanvegin var, at nú verjir náttúran seg ímóti menniskjum, at jørðin nú er so mikið sperd, at hon má rudda út millum menniskju. Nú hava menniskjuni so leingi útpínt og uppbrúkt alt á klótuni, at klótan er desperat. Eins og fólk fáa andaneyð av corona, hevur havið andaneyð av plasti og klótan andaneyð av royki. Klótan ger eitt átak.  Hetta virus er jú ein vera í nattúruni akkurát sum vit. Tað er sloppið leyst av okkara átufreka grammleika og leikar nú  leyst um allan heim.


Kanska vit læra av hesi kreppu, at flúgva minni, hava smærri býir, færri ferðafólk, lata vill dýr fáa frið.

Sóttarhald ger ikki húðarhungurin minni, ommubørnini halda seg vekk, eingin bókaklubbur eingin bindiklubbur. Og so er ikki loyvt at nerta við andlitið! Eg klemmi meg sjálva við hvørt, men tað er nú ikki tað sama :)

Roter Mohn und weisse Lilien
Kleine Sonnenblumen
 


Útvarpið er frá allan dagin, vanliga sløkki eg Vatnhamar, men ikki í dag, man kann kanska læra at dáma hansara meinaleysa ágangandi virki.

Tulpen (blau, violett, orange und gelb)

Hugsi um tey, sum noyðast at vera til arbeiðis, fyri at samfelagið skal  ikki steðga heilt. Serstakliga heilsustarvsfólk, ruskinnsavningin og tey sum útvega okkum mat og medisin eiga okkara tøkk og virðing uppiborna.

EMIL NOLDE: Rote und violette Wolken
       
Seinasta summar var eg so heppin at sleppa at vitja Nolde savnið í Suðurjyllandi. Hansara myndir eru  litfagrar og lívgandi hesar dimmu dagar.

EMIL NOLDE : Meer mit untergehender Sonne und Dampfer 1946























Mar 11, 2020

Kringvarp Føroya - tilbúgving, lívsneyðug upplýsing, ella Meðan vit bíða 4

Tað er syrgiligt og gamaldags , at Kringvarpið letur sum um vit eru partur av Norðurjyllandi. Fleiri túsund fólk, sum búgva í Føroyum skilja ikki tíðindini (og aðrar sendingar), sum verða varpað út um landið. Ja, eg tosi um danskt mál í miðlunum. Landslæknin og Mette F. verða varpað óviðgjørd út í loftið. Leinkið til hennara talu liggur eisini á KVF.fo

http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/03/10/danska-stjornin-herdir-tiltokini

Sum FSA (føroyskt sum annaðmál) lærari plagi eg at biðja næmingarnar lurta eftir útvarpi og Degi og viku, tí tað er so sera góð venjing. Tey koma aftur í skúla og siga, at tey skilja ikki danskt. Tey hava stríðst við at læra seg føroyskt, nú ið tey hava búsett seg her, og so skilja tey ikki útvarp Føroya!  Og serstakliga nú ið útvarpið reypar av at vera ein partur av tilbúgving Føroya.  Sjálvandi má útvarpsverturin gera ein samandrátt av tí sagda á føroyskum.

Somuleiðis er tað heilt burturvið at vísa til heimasíðuna hjá Udenrigsministeriet, har er alt á donskum!




ÚR GOMLUM BLOGGI:
Mítt arbeiði í løtuni er at undirvísa útlendingum í føroyskum, og tað gevur mær unikt innlit í , at móðurmál í Føroyum er ikki bara føroyskt. Næmingar í løtuni umboða Filipsoyggjar, Kambodja, Kina og Hong Kong, Peru, Frankaríki, Russland, Ukreina, Kroatia, Rumenia og Slovakia og Japan og tey læra meg, at føroyskt kann eisini vera fremmandamál ella annað mál, føroyskt sum fremmandamál eigur at verða skipað sum sjálvstøðug lærugrein við krøvum og skikkaðum lærarum. Tað er ótrúligt, hvussu lítið skal til fyri at gera seg forstáiliga: meg síggja hon SMS/eg ikki dáma kjøt, men eisini ótrúligt, hvussu nógv skal til fyri at ogna sær málið fult og heilt.    Eitt annað, sum henda undirvísing, repeterar fyri mær er,  hvussu stórur munur er á talaðum og skrivaðum føroyskum. Næmingarnir lurta eftir talaðum føroyskum og herma, tey duga stuttligar vendingar úr Vágoynni ella av Viðareiði.  Eg vil gjarna læra tey talað mál, men eg má eisini brúka tekstir, og eingir tekstir sum eru á føroyskum eru á føroyskum talumáli.  Nå, so lurta vit eftir útvarpinum, tey tosa, tað má vera  talað mál....men har er avbjóðingin enn størri, vit hava lurtað eftir tíðindasendingum og eftir ALSO, tey forstanda ikki eitt orð. Kringvarpið skuldi sæð hetta sum eina avbjóðing, tey kundu hjálpt til við sendingum til henda bólk av borgarum, sendingar til útlendingar við útlendingum. Ikki bara eina sending har vit útstillað útlendingarar, telja tey og teirra lond og “snakkka” um integratión. Skula kanska lata tey útlendsku sjálvi fáa orðið.




Feb 22, 2020

Toni Morrison: Song of Solomon

Bókin, sum lesibólkurin hevði á skránni í gjár er ikki av teimum lættastu, eingin lættisoppur. Onkur helt tó, at hon hevði væntað sær meira av einum nobelskum prísvinnara. Allar hildu, at bókin var rættiliga trupul í fyrstani, sum eitt putlispæl, sum ikki fæst at liggja, sum tað skal. Men so tá ið tú hevður lisið einar 150 síður, so klárnar.

Persónar. Hendingar fara fram ímillum tey svørtu í Amerika. Men øll tey svørtu eru ikki fitt og kúgað, ella jú kúgað eru tey, men har er eisini tann svarti húsahávurin, sum bara hugsar um pengar og at raka til sín. Tað er Macon Dead, pápi høvuðspersónin Macon Dead. Tað er henda Dead familjan, sum er í miðdepli, og tað er ikki familjuhugni har hjá teimum. So við og við fáa vit at vita, hví maðurin hatar konuna. Eina aðrastaðni í býnum býr systir harra Dead, har er heilt øðrvísi, har er meiri hiti og meira sangur. Systirin Pilatus býr saman við dóttur og ommudóttur, og høvuðspersónurin Milkman, følir tann stóra munin millum hansara egna kalda heim og so húsið hjá Pilatusi, tær práta og syngja. Ein annar høvuðspersónur er Guitar, hann er besti vinur MIlkmans, hóast teir eru úr heilt hvør sínum umhvørvi.



Tema. Søga teirra svørtu er temað, teirra æviga rótloysi har norði og har suðuri. Dead familjan býr norðanfyri, tað var jú hagar tey littu fóru, tá ið tey rýmdu undan trælahaldi og kúgan, men har norðanfyri er ikki nakað himmiríki. Ku Klux Klan er aktivur, tó verður hann ikki nevndur við navnið, men vinmaðurin Guitar er í einum loynifelagskapi - Seven Days - sum lønir eyga fyri eyga. Óhugnaligir tónar . Høvuðspersónurin Milkman fert  suðureftir í síni leitan eftir gulli, eftir ætt og eftir rótum. Tað verður ein rættiliga dramatisk lívshættislig ferð, stundum við mytologiskum dámi.
Rasisma og harðskapur, kvinnukúgan er alt temu.



Nøvnini. Nógvur symbolikkur fylgir fleiri av nøvnunum í bókini. At eita harra Dead er rættiliga serstakt og gevur óhugnaligan varhuga av, at her er ikki tað góða lívið. Tá ið Pilatus fekk navn, setti pápi hennara ein fingur í bíbliuna og rakti Pilatus. Hann skrivaði so navnið av, annars dugdi hann hvørki at lesa ella skriva. Børnini hjá harra Dead eita Fyrra korintbræv, Lena og Macon, kallaður Milkman.

Metafora. At flúgva, at vilja læra at flúgva, at duga at flúgva er leiðimotiv í bókini . Sum kunnugt eru at flúgva og at flýggja sama orð á enskum, to fly - flew/ fled, tað ger myndina víðfevndari.

Liturin svart er ikki bara svart, eins og øll svørt fólk eru ikki eins. Vit siga ofta "tey svørtu" ella "tey littu" , og tey siga "tey hvítu". Hetta brotið úr bókini sigur tað so væl:

“And talking about dark! You think dark is just one color, but it ain't. There're five or six kinds of black. Some silky, some woolly. Some just empty. Some like fingers. And it don't stay still, it moves and changes from one kind of black to another. Saying something is pitch black is like saying something is green. What kind of green? Green like my bottles? Green like a grasshopper? Green like a cucumber, lettuce, or green like the sky is just before it breaks loose to storm? Well, night black is the same way. May as well be a rainbow.”


Fólkslig trúgv. Pilatus, sum er systir harra Dead, livir  á sínari egnu hill í samfelagnum. Hon livir eftir pátrúgv og dreymum, og spøkilsi eru meiri verulig fyri henni enn beiggin Macon. Ferðin hjá Milkman. sum eisini er ein veiðiferð inni í einari skóg, er ein mytisk frásøgn, sum endar við sameining av menniskja og náttúru, tá ið Milkman følir, at hann veksur saman við jørðina har hann stendur og heilsar upp á vinir sínar trøini.

Toni Morrison (1931-2019). Nobelprís 1993.

Feb 12, 2020

Sjálvboðin í Reyða krossi

Eini 3o sjálvboðin eru knýtt at klædnaskiljingini hjá Reyða krossi og eini 12-15 fólk eru knýtt at klædnakoyringini.
Nú er gott ár, síðani eg og Hendrik byrjaðu at arbeiða í Reyða krossi. Tað var Jóannes Eidesgaard, sum kom niðan í badmintonhøllina og spurdi, um ikki onkur av okkum hevði hug at melda seg til hetta lið av sjálvbodnum. Vit eru býtt í hold, og hvørt hold hevur ábyrgd av at koyra eina ferð um mánaðin.
Í gjár vóru vit í Vágum, tvær klædnabingjur eru í Miðvági. Og í dag vóru vit í Klaksvík, Fuglafirði og Runavík, og tá ið vit komu til Havnar vóru vit í Iktys og lótu teimum nakrar sekkir.


Vit fóru úr Havn klokkan níggju, og tað var sjáldsama vakurt at koyra norðureftir. Arbeiðið er at taka posarnar úr bingjunum og leggja teir í bilin. Fari at heita á fólk, at ikki pakka posarnar ov tungar. Vit skula eisini leggja posarnar, sum fara til Týsklands í eina stóra bingju.

í Klaksvík

Í Klaksvík
Ì Runavík fara vit vanliga inn til Bláa kross, sum vit samstarva við.

Tá ið vit komu til Havnar kl. 14, fóru vit fyrst í Stiðjagøtu at tøma bilin og síðani oman í Vágsbotn til Iktys.  Nú var fyrsti partur av degnum liðugur. Kl. 18 møttu vit aftur í Stiðjagøtu í klædnaskiljingini, har vóru vit so saman við 5 øðrum til kl. 21.  Og í morgin er ein rúgva av burturkasti, sum skal koyrast á Hjalla.

Edilborg, Sigrun, Tinna og Inga

 

Jan 8, 2020

Bjarnabørn í føroyskum klæðum.

Í Skagen er eitt bamsumuseum, tað einasta í Skandinavia. Eg havi ikki verið har, men Sólrun kennir konuna, sum hevur tað. Tað serliga við tí er, at hon brúkar savnið til at savna pengar inn til børn, sum liggja sjúk á Skejby sjúikrahúsi, ella ja til familjur við sjúkum børnum. Gevur teimum eina útferð ella onkur upplivilsi.

http://skagensbamsemuseum.dk/

Sum eg skilji, so hevur hon eisini samband við listafólk og fær tey at gera okkurt stuttligt, sum t.d. hesa bamsuna hjá Bjørn Nørgaard.
Summar av bamsunum á savninum er ílatnar og mynda ávíst arbeiði ella ávíst virksemi. Sólrun lovaði so hesi konuni at spyrja meg, um eg kundi gera føroysk klæði til hesar báðar. Bamsurnar eru keyptar í Krakow í heyst. Klæðini er øll handgjørd.

Fyrst máttu tær fáa undirbuksir og hon sokkar og hann hosur


Jógvan fekk eitt skjúrtubróst og slips, og broderaðan vest.

                                                                               Bæði eru í siðbundnari mynstrutari troyggju.




 Diddan er í broderaðum fyriklæði og turriklæði.

Hon hevur stima við heimasmíðaðum silvurpróni





Kristina hevur fylgt væl við í hesi klædnagerð



Nú eru bæði bamsudiddan og bamsubeiggin liðug. Forrestin: tey eita Jógvan og Anna. Onkur helt, at hann skuldi eita Læars, men eg haldi Jógvan og Anna eru so vøkur og millum vanligastu  nøvn í Føroyum.

Jan 3, 2020

WHERE THE CRAWDADS SING eftir Deliu Owens

Eg fekk eina bók í jólagávu, hon var frá Lisu. Og so sera væl vald bók!



Bókin er um eina unga gentu, sum veksur upp í eini harðskapsraktari familju, men áðrenn langt um líður eru øll rýmd, og hon er einsamøll. Hon má klára seg sjálva og gerst sera sjálvhjálpin og egin. Hon lærir at liva í og við náttúruni, eitt satt náttúrubarn. Sum hon veksur til, hittir hon drong, verður svikin, hittir annan drong og gerst vaksin. Bókin byrjar við einum morði, og so við og við síggja vit sambandið millum Kyu, sum gentan eitur, og tann myrda. Móti endanum á bókini hava vit so rættarmálið, Og bókin endar um ikki við "happy end", so sleppur Kya at liva saman við tí manni, hon elskar og doyggja heima í sínum umhvørvi.

UMHVØRVI Tað mest hugtakandi við bókini er lýsingin av umhvørvinum. Hendingar fara fram í vátlendinum í Norðurcarolina. Kya hevur ein bát, og hon kennir økið, sum sín egna buksulumma. Hon lærir seg um øll dýr, grøs, skeljar, skordýr og fuglar. Tað er eyðsæð, at høvundurin veit, hvat hon tosar um. Delia Owens er zoologur og Kya gerst so líðandi serfrøðingur í øllum lívi í vátlendinum. Temað er sera aktuelt í dag. His soft words, sounding almost like poetry, taught her that soil is packed with lifeand one of the most precious riches of Earth; that draining wetlands drains the land for miles beyond, killing plants and animals with the water.

Tað er spennandi at síggja, hvussu ríkt dýralívið er í sandi og millum sev. Tað er hugtakandi at síggja, hvussu nógv ymisk orð verða brúkt um vatn og vætu:

marsh, swamp, bog, wetland, sealand, waterway, channel, lagoon, slipstream, gully, quagmire, floodplains, groundwater, soggy, surf, estuary, ripple, creek, tide...og nógv fleiri
MYNDAMÁLIÐ er sjálvsagt tengt at hesi náttúrulýsing. Tað er serliga fuglalívið sum kann samanberast við menniskju. Gentan hevur likkur og aðrar fuglar sum sínar einastu vinir, sum ikki svíkja, so illa roynd sum hon er av menniskjum. Paring í dýraríkinum og menniskjalívinum verður neyvt samanborin, og vit síggja at náttúran kann vera eirindaleys:

Some female insects eat their mates, overstressed mammal mothers abandon their young....Nothing seemed too indecorous as long as the tick and the tock of life carried on. She knew this was not a dark side to Nature, just inventive ways to endure against all odds.
Og soleiðis er við Kyu, hon yvirlivir ímóti øllum líkindum.

MÁLIÐ . Tað enska er lætt at skilja . Serstakt er, at talumálið, ið persónarnir í familjuni hjá Kyu og í bygdini har í nánd tosa, verður skrivað sum tað ljóðar, og tað er onkuntíð ein avbjóðing hjá lesaranum.

Sera góð bók.