Feb 22, 2020

Toni Morrison: Song of Solomon

Bókin, sum lesibólkurin hevði á skránni í gjár er ikki av teimum lættastu, eingin lættisoppur. Onkur helt tó, at hon hevði væntað sær meira av einum nobelskum prísvinnara. Allar hildu, at bókin var rættiliga trupul í fyrstani, sum eitt putlispæl, sum ikki fæst at liggja, sum tað skal. Men so tá ið tú hevður lisið einar 150 síður, so klárnar.

Persónar. Hendingar fara fram ímillum tey svørtu í Amerika. Men øll tey svørtu eru ikki fitt og kúgað, ella jú kúgað eru tey, men har er eisini tann svarti húsahávurin, sum bara hugsar um pengar og at raka til sín. Tað er Macon Dead, pápi høvuðspersónin Macon Dead. Tað er henda Dead familjan, sum er í miðdepli, og tað er ikki familjuhugni har hjá teimum. So við og við fáa vit at vita, hví maðurin hatar konuna. Eina aðrastaðni í býnum býr systir harra Dead, har er heilt øðrvísi, har er meiri hiti og meira sangur. Systirin Pilatus býr saman við dóttur og ommudóttur, og høvuðspersónurin Milkman, følir tann stóra munin millum hansara egna kalda heim og so húsið hjá Pilatusi, tær práta og syngja. Ein annar høvuðspersónur er Guitar, hann er besti vinur MIlkmans, hóast teir eru úr heilt hvør sínum umhvørvi.



Tema. Søga teirra svørtu er temað, teirra æviga rótloysi har norði og har suðuri. Dead familjan býr norðanfyri, tað var jú hagar tey littu fóru, tá ið tey rýmdu undan trælahaldi og kúgan, men har norðanfyri er ikki nakað himmiríki. Ku Klux Klan er aktivur, tó verður hann ikki nevndur við navnið, men vinmaðurin Guitar er í einum loynifelagskapi - Seven Days - sum lønir eyga fyri eyga. Óhugnaligir tónar . Høvuðspersónurin Milkman fert  suðureftir í síni leitan eftir gulli, eftir ætt og eftir rótum. Tað verður ein rættiliga dramatisk lívshættislig ferð, stundum við mytologiskum dámi.
Rasisma og harðskapur, kvinnukúgan er alt temu.



Nøvnini. Nógvur symbolikkur fylgir fleiri av nøvnunum í bókini. At eita harra Dead er rættiliga serstakt og gevur óhugnaligan varhuga av, at her er ikki tað góða lívið. Tá ið Pilatus fekk navn, setti pápi hennara ein fingur í bíbliuna og rakti Pilatus. Hann skrivaði so navnið av, annars dugdi hann hvørki at lesa ella skriva. Børnini hjá harra Dead eita Fyrra korintbræv, Lena og Macon, kallaður Milkman.

Metafora. At flúgva, at vilja læra at flúgva, at duga at flúgva er leiðimotiv í bókini . Sum kunnugt eru at flúgva og at flýggja sama orð á enskum, to fly - flew/ fled, tað ger myndina víðfevndari.

Liturin svart er ikki bara svart, eins og øll svørt fólk eru ikki eins. Vit siga ofta "tey svørtu" ella "tey littu" , og tey siga "tey hvítu". Hetta brotið úr bókini sigur tað so væl:

“And talking about dark! You think dark is just one color, but it ain't. There're five or six kinds of black. Some silky, some woolly. Some just empty. Some like fingers. And it don't stay still, it moves and changes from one kind of black to another. Saying something is pitch black is like saying something is green. What kind of green? Green like my bottles? Green like a grasshopper? Green like a cucumber, lettuce, or green like the sky is just before it breaks loose to storm? Well, night black is the same way. May as well be a rainbow.”


Fólkslig trúgv. Pilatus, sum er systir harra Dead, livir  á sínari egnu hill í samfelagnum. Hon livir eftir pátrúgv og dreymum, og spøkilsi eru meiri verulig fyri henni enn beiggin Macon. Ferðin hjá Milkman. sum eisini er ein veiðiferð inni í einari skóg, er ein mytisk frásøgn, sum endar við sameining av menniskja og náttúru, tá ið Milkman følir, at hann veksur saman við jørðina har hann stendur og heilsar upp á vinir sínar trøini.

Toni Morrison (1931-2019). Nobelprís 1993.

Feb 12, 2020

Sjálvboðin í Reyða krossi

Eini 3o sjálvboðin eru knýtt at klædnaskiljingini hjá Reyða krossi og eini 12-15 fólk eru knýtt at klædnakoyringini.
Nú er gott ár, síðani eg og Hendrik byrjaðu at arbeiða í Reyða krossi. Tað var Jóannes Eidesgaard, sum kom niðan í badmintonhøllina og spurdi, um ikki onkur av okkum hevði hug at melda seg til hetta lið av sjálvbodnum. Vit eru býtt í hold, og hvørt hold hevur ábyrgd av at koyra eina ferð um mánaðin.
Í gjár vóru vit í Vágum, tvær klædnabingjur eru í Miðvági. Og í dag vóru vit í Klaksvík, Fuglafirði og Runavík, og tá ið vit komu til Havnar vóru vit í Iktys og lótu teimum nakrar sekkir.


Vit fóru úr Havn klokkan níggju, og tað var sjáldsama vakurt at koyra norðureftir. Arbeiðið er at taka posarnar úr bingjunum og leggja teir í bilin. Fari at heita á fólk, at ikki pakka posarnar ov tungar. Vit skula eisini leggja posarnar, sum fara til Týsklands í eina stóra bingju.

í Klaksvík

Í Klaksvík
Ì Runavík fara vit vanliga inn til Bláa kross, sum vit samstarva við.

Tá ið vit komu til Havnar kl. 14, fóru vit fyrst í Stiðjagøtu at tøma bilin og síðani oman í Vágsbotn til Iktys.  Nú var fyrsti partur av degnum liðugur. Kl. 18 møttu vit aftur í Stiðjagøtu í klædnaskiljingini, har vóru vit so saman við 5 øðrum til kl. 21.  Og í morgin er ein rúgva av burturkasti, sum skal koyrast á Hjalla.

Edilborg, Sigrun, Tinna og Inga

 

Jan 8, 2020

Bjarnabørn í føroyskum klæðum.

Í Skagen er eitt bamsumuseum, tað einasta í Skandinavia. Eg havi ikki verið har, men Sólrun kennir konuna, sum hevur tað. Tað serliga við tí er, at hon brúkar savnið til at savna pengar inn til børn, sum liggja sjúk á Skejby sjúikrahúsi, ella ja til familjur við sjúkum børnum. Gevur teimum eina útferð ella onkur upplivilsi.

http://skagensbamsemuseum.dk/

Sum eg skilji, so hevur hon eisini samband við listafólk og fær tey at gera okkurt stuttligt, sum t.d. hesa bamsuna hjá Bjørn Nørgaard.
Summar av bamsunum á savninum er ílatnar og mynda ávíst arbeiði ella ávíst virksemi. Sólrun lovaði so hesi konuni at spyrja meg, um eg kundi gera føroysk klæði til hesar báðar. Bamsurnar eru keyptar í Krakow í heyst. Klæðini er øll handgjørd.

Fyrst máttu tær fáa undirbuksir og hon sokkar og hann hosur


Jógvan fekk eitt skjúrtubróst og slips, og broderaðan vest.

                                                                               Bæði eru í siðbundnari mynstrutari troyggju.




 Diddan er í broderaðum fyriklæði og turriklæði.

Hon hevur stima við heimasmíðaðum silvurpróni





Kristina hevur fylgt væl við í hesi klædnagerð



Nú eru bæði bamsudiddan og bamsubeiggin liðug. Forrestin: tey eita Jógvan og Anna. Onkur helt, at hann skuldi eita Læars, men eg haldi Jógvan og Anna eru so vøkur og millum vanligastu  nøvn í Føroyum.

Jan 3, 2020

WHERE THE CRAWDADS SING eftir Deliu Owens

Eg fekk eina bók í jólagávu, hon var frá Lisu. Og so sera væl vald bók!



Bókin er um eina unga gentu, sum veksur upp í eini harðskapsraktari familju, men áðrenn langt um líður eru øll rýmd, og hon er einsamøll. Hon má klára seg sjálva og gerst sera sjálvhjálpin og egin. Hon lærir at liva í og við náttúruni, eitt satt náttúrubarn. Sum hon veksur til, hittir hon drong, verður svikin, hittir annan drong og gerst vaksin. Bókin byrjar við einum morði, og so við og við síggja vit sambandið millum Kyu, sum gentan eitur, og tann myrda. Móti endanum á bókini hava vit so rættarmálið, Og bókin endar um ikki við "happy end", so sleppur Kya at liva saman við tí manni, hon elskar og doyggja heima í sínum umhvørvi.

UMHVØRVI Tað mest hugtakandi við bókini er lýsingin av umhvørvinum. Hendingar fara fram í vátlendinum í Norðurcarolina. Kya hevur ein bát, og hon kennir økið, sum sín egna buksulumma. Hon lærir seg um øll dýr, grøs, skeljar, skordýr og fuglar. Tað er eyðsæð, at høvundurin veit, hvat hon tosar um. Delia Owens er zoologur og Kya gerst so líðandi serfrøðingur í øllum lívi í vátlendinum. Temað er sera aktuelt í dag. His soft words, sounding almost like poetry, taught her that soil is packed with lifeand one of the most precious riches of Earth; that draining wetlands drains the land for miles beyond, killing plants and animals with the water.

Tað er spennandi at síggja, hvussu ríkt dýralívið er í sandi og millum sev. Tað er hugtakandi at síggja, hvussu nógv ymisk orð verða brúkt um vatn og vætu:

marsh, swamp, bog, wetland, sealand, waterway, channel, lagoon, slipstream, gully, quagmire, floodplains, groundwater, soggy, surf, estuary, ripple, creek, tide...og nógv fleiri
MYNDAMÁLIÐ er sjálvsagt tengt at hesi náttúrulýsing. Tað er serliga fuglalívið sum kann samanberast við menniskju. Gentan hevur likkur og aðrar fuglar sum sínar einastu vinir, sum ikki svíkja, so illa roynd sum hon er av menniskjum. Paring í dýraríkinum og menniskjalívinum verður neyvt samanborin, og vit síggja at náttúran kann vera eirindaleys:

Some female insects eat their mates, overstressed mammal mothers abandon their young....Nothing seemed too indecorous as long as the tick and the tock of life carried on. She knew this was not a dark side to Nature, just inventive ways to endure against all odds.
Og soleiðis er við Kyu, hon yvirlivir ímóti øllum líkindum.

MÁLIÐ . Tað enska er lætt at skilja . Serstakt er, at talumálið, ið persónarnir í familjuni hjá Kyu og í bygdini har í nánd tosa, verður skrivað sum tað ljóðar, og tað er onkuntíð ein avbjóðing hjá lesaranum.

Sera góð bók.


Jan 1, 2020

Árið íð fór 2019

JANUAR


 Trettandadansur í Skálavík













FEBRUAR

Lisa var heima í praktikk saman við Anju. Tær undirvístu á skúlanum við Streymin. Myndin er tikin á rossagøtuni.



MARS

 Firouz og Eva fingu ein son. Hann eitur Alvin.

Rakul, Firouz og Simona














APRÍL





Vit systrarnar vóru ein minniligan túr fyrst í Antwerpen og síðani í Oyes í Champagne.

MAI

 Var ein Rotary túr í Tindhólmi við Jørgeni sum ferðaleiðara. Fyrst vóru vit rundtúr í hangarinum hjá Atlantsflog, síðani við Vestmannabjørgini og so uppi á landi í Tindhólmi, har Jørgen hevur hús saman við øðrum.













JUNI
10-16 juni var eg saman við Karin og Bjørg á sjónleikaskeiði fyri eldri í Højer í Suðurjyllandi. Højer er ein sera vakur býur i flottum landslag








<Vit byggja verjugarðar móti havinum
Vit dansa við litum og ljóði, við íblástri frá> Nolde, sum vit vitjjaðu hinumegin markið.

Havið reisir seg í ódn
< Jarðarferð

Toymið Fø-Ísl saman í eini leikvenjing. >











JULI
Ferðafólkini standa í bíðirøð at sleppa inn aftur við Súluni.
 Dansistovan í Mykinesi er akkurát umvæld, og har dansaðu vit.
Okkara fryntligu vertsfólk














 Silja og Ragnar giftust í plantasjuni í Kerjum, og hildu brúdleyp á Hotel Føroyum. Sera stílfult og hugnaligt.


AUGUST

Var ein túr í Russlandi saman við vinfólki, vit sigldu frá
Moskva til Santa Pætursborgar.

Pushkin í St. Pætursborg

Keisarapalassið í ST. Pætursborg

Marjun á dekkinum

 SEPTEMBER
Møðgutúrur. Mínar fýra

Mínar tríggjar


Auschwitz















OKTOBER





NOVEMBER
vit binda frið í Leivsgøtu




Bókin Ver tú løgd fram í Paname
Lítli Jákup (hjá Andreu) og Inga Rósa
DESEMBER



Nýggjársaftan á Suðuroyavegnum