Oct 19, 2017

SÓLORKA– útferð til tarvagarð í Yecla, Murcia

Tarvafekting er tað spanskasta av sponskum. Sólorka hevði biðið Duritu greitt okkum frá hesum spanska fyribrigdi. Og nú eri eg totalt Durutu Holm fjeppari. Hon hevði undirhald á Vaglinum í gjárkvøldið um tarvafekting. Hon er antropologur og hevur havt tarvafekting og kynsrollur sum granskingarevni, norðmenn kalla hennara uppgávu “deltakende feltarbeide”, og hon hevur verið nógv inni í hesum umhvørvi.
DSC00837
Hon er vitandi, stuttlig og dugir væl at málbera seg. Frásøgnin verður kryddað við góðum, stuttligum søgum. Fleiri høvdu hugsað, at tarvar - nei tað vildu tey ikki síggja, men eftir framløguna hjá Duritu, vóru fleiri , sum kortini vildu koma við henda túrin. Vit hava nógvar fordómar og nógvar atfinningar viðvíkjandi tarvafekting, men Durita dugdi væl at seta alt hetta í ein samanhang.
DSC00860
Durita var eisini frásøgufólk í bussinum í morgun. Hon greiddi frá mauriskari mentan og tí samruna, sum verið hevur millum muslimska, jødiska og sigoynaramentan, øll trý fólkasløg vóru útstoytt.  Landslagið tóktiskt rættiliga avsviðið og litleyst, og Durita fortaldi, at veðurlagsbroytingarnar eru sera týðiligar´í Spania.
DSC00889
Vit koyrdu einar tveir tímar til bygdina Yecla, hon liggur í gott 600 m. hædd, og tað fyrsta vit varnaðust, var, at her var kalt. Her er ein stórur garður við veldugum víddum, har tey ala tarvar. Tað eru ríkmen, sum hava slíkar garðar, og teir tjena ikki nógv uppá tað. Men stór prestisja er í tí. Bara einir 3-4 garðar í øllum Spania hava økonomi í rakstrinum, tað eru teir garðarnir, sum kunna selja ein tarv fyri upp til 50.000 evrur. Garðurin, vit vitjaðu, selur ein tarv fyri kanska 8.000 ev.
Bæði tarvurin og kúgvin verða vald av einslistum eftir dirvi og úthaldni. Eini 600 djór eru tilsamans á garðinum, kálvar, kvígur og tarvar.
DSC00894DSC00902DSC00904
Greðingurin verður brúktur til hann er eini 12 ár, og teir gomlu verða pensioneraðir – ikki dripnir. 
Av umleið 40 kúm verða umleið 10 mettar at vera nóg góðar at seta við.
Vit vórðu koyrd við einum traktori út at síggja neytini, aktingarmenninir eru á hestbaki.
DSC00881
Á garðinum er eisini ein plaza de toro, ein arena, ikki til ordiliga tarvafekting, men til at kanna, hvørjar kýr klára seg best. Teir tarvafekta við eini kúgv, tó uttan at skala hana. Um hon er djørv og áhaldandi sleppur hon at liva og vera mamma at nógvum tarvum.
Øll henda tarvafektaramentanin er sera gomul og byggir á siðbundin virði, tey sum dyrka hesa mentan eru ofta sera religiøs. Her á garðinum er eitt lítið litfagurt kapell, kanska toreador kann fara har og biðja eina bøn undan dystinum.

DSC00923nDSC00922
Hæddarpunktið var, at vit sótu á áskoðaraplássunum og sóu ein ordiligan tarvafektara, ein lærling og halt tær fast! Duritu í arenuni. Olè!
DSC00948
DSC00963DSC00971
At enda fingu vit eina deiliga máltíð: Tapas niðurundir og ein samankókaðan rætt til høvuðsrætt. Ein stór grýta stóð á opnum eldi, tá ið vit komu til garðs aftur, ísafryst!
DSC00924

Oct 18, 2017

Sólorka–føroyska grannalgið í Albir

Tróndur og Unn gjørdu eitt søluátak í Tilhaldinum í Havn og í badmintonhøllini, tá ið 67+ fimleikur var har. Av tí sama er meðalaldurin í hesum ferðalagnum rættiliga høgur. Vit komu í gjár, fráferðin úr Føroyum var ógudiliga tíðliga.Fleiri høvdu ikki sovið, tí at tey frykktaðu fyri at forsova seg. Tróndur tók ímóti okkum við 3 bussum, og matur var klárur til okkara í ALBIR GARDEN RESORT. Hotellið er nógvir bygningar, 3 hæddir , rundan um ein stóran garð við hyljum og terrassum.
Kamarið hevur altan við borði og stólum, kamarið hevur eisini ein lítlan køk við ketli, kaffimaskinu og ristara.
DSC00827DSC00828
Sólorka hevur samkomustað tey kalla Vaglið, og sum Tróndur segði, fimmarin er klookkan seks. Vit fingu upplýsing um túrar og útferðir, og Antonio spældi gittar.
DSC00810
DSC00807
Á  Vaglinum var eisini Durita Holm og greiddi eitt sindur frá sínum lívi, framløgan var sum ein samrøða millum Durita og Trónd. Sera áhugavert, mær dámar so væl krimisøgurnar hjá Duritu, stuttligt at síggja hana sjálva.
DSC00809
Í morgun gekk Tróndur við okkum oman at strondini, tað er ein stuttur túrur, og vit fingu at síggja, at her er nógv ferðafólk, sera nógvir norðmenn og hollendingar. Niðri á sandinum bíðaði Unn okkum við onkrum at drekka.
DSC00816DSC00819DSC00820DSC00821DSC00824Sjáldsamt relieff av gamlari skúlatasku.DSC00825

Oct 8, 2017

Tær fletta við Gjógv

Høvdu teir gomlu vitað aftur í verðina!
Flettingartoymið er tríggjar kvinnur, hvør fittari enn onnur. Og Magna ætlar at fara at læra seg eisini.
DSC00737
Sólrun fekk fimm í ár, skurðurin var góður. Turið er høvuðsfólkið enn, men tær kunna skjótt gera tað sjálvar.

Lisa hevur eitt fast tak um hvítunýruni!
DSC00733
Sólrun læt eina ær fara gjøgnum kjøtmaskinuna, í køkinum. Ja, tað dálkar rættiliga illa. Men fínt at hava malið kjøt til ymsar rættir.
DSC00735
Og omma og børnini eru har rundanum. Hugnaligt, men langur dagur.
DSC00741

Oct 2, 2017

Eplafestivalur

DSC00675
Vit avgjørdu longu í fjør, at vit vildu aftur á eplafestival í ár, og vit vildu eisini við til heystgildið.
Tað var deiligt, at tað passaði so, at Lisa eisini var heima.
Vit vóru tveir dagar í Dali, og har var lív í, tí at nógvar barnafamiljur vóru í Eiriksgarði.
DSC00621DSC00623DSC00624DSC00627DSC00628
Eplafestivalurin er serstakur, sølubúðirnar eru sera autentiskar. Eitt mótaorð, alt skal vera autentiskt nú.
Fyrsta sporið var inn til Unni at fáa okkum ein bita, síðani ís omná, og at enda kaffi hjá Madam blå.
DSC00645DSC00646DSC00648
Sølubúðin í handlinum hjá Griasi er fantastisk, og grønmetismarknaðurin í fjósinum eisini. Vit keyptu rótfruktir, og høvdu tær til døgurða afturvið kjøti, tær smakkaðu søtt og væl.
DSC00636
Ballið um kvøldið var í tjaldi, eg hevði húgvu og troyggju og frakka hjá mær, so eg var ikki køld, men onkur gramdi seg um kulda.
DSC00671
Maturin var góður, men hann var ov góður at eta av plastborðiskum. Kálvur lítli tað bakbeistið er nú vorðin hetja hjá Føroya bjór, men hann smakkaði væl, eisini úr plasti.
DSC00661DSC00662DSC00664DSC00672
Serveringin var sera autentisk, kjøtið var ikki skorið, tá ið tað varð borið innar. So hvør sat í sínum lag við einum victorinox og royndi at fáa sær ein góðan bita. Sera moyrt og gott kjøt. Sýrumayo og pesto og tari og annað var til forrætt. Omaná fingu vit eina mazarinkaku og rabarbugreyt. Kakan smakkaði himmalskt, men rabarbugreyturin, sum kom á mítt borð, smakkaði av ongum. Annars stuttligt, at ymsar konur høvdu gjørt rabarbugreyt, so at hvørt borð fekk sítt slag av greyti.
Tað besta á festivalinum var pubbin, ein so deilig løta, og frásagnirnar hjá Ásmundi vóru stuttligar og áhugaverdar – heilt autentiskar. Skeimtisøgur niðan fyri beltið eru ikki mín koppur av te, serstakliga, tá ið menn fortelja tær fyri monnum – kanska eg eri erkvisin.
DSC00649DSC00650DSC00656

Sep 28, 2017

Keypmannahavn 22-24 sep 2017–Davids samling

í Davids samling

Davids samling er eitt listasavn, sum sakførarin David hevur givið landinum, tað er eitt savn av list úr miðeystri, serstakliga islamskari list.Men har er eisini annað. Til dømis hesar myndirnar hjá Hammershøi, og ein framsýning við fotografium úr Sýria.

DSC00558

Vilhelm Hammershøi 1864-1916

DSC00556

Sera hugtakandi samling av steintoyi, bókum og lutum, millum annað so nógvir dolkar við prýddum skefti.

DSC00566DSC00571

DSC00576

Myndin omanfyri er elligamalt decoupage, gjørt av pappi og m.a. ordiligum fjaðrum. Niðanfyri sæst Nóa ørk við dýrum umborð, í sjónum liggja uppsvølpað lík.DSC00580DSC00584DSC00579

Krass Clement hevur tikið myndir í Sýria í 2001. Svar-hvít.ar myndir av gernadislívi. Tann ovara minnir eitt sindur um Hammershøisa hurðamynd.

DSC00587DSC00588

Men nú gloymi eg heilt at siga nakað um tað sosiala lívið á túrinum. Vit ótu saman á Grábrøðratorginum og sótu í Nyhavn við eini øl, haðani vinkaðu vit til Sólrun Smile  Keypmannahavn er bara deiligur, Gothersgade er ein livandi gøta. Full av súklandi, hjálmleysum fólkum.


DSC00546DSC00601DSC00603DSC00606