Sep 25, 2016

Orkneyoyggjar / 4. dagur. Gamlar gravir og gamalt whiskey

 

Hetta var útsýnið, eg vaknaði til 19.09.16. Aftur ein góður veðurdagur, sum sagt vóru vit so ógemeina heppin við veðri.

DSC04478

Tað serliga við morgunmatinum í Kirkwall var, at her var ostur Smile Fyrst á skránni var sjálvandi Magnusardómkirkjan. Og hon var heilt einastandandi. Ein fær ivaleyst betri myndir við google leiting, enn eg fái latið. Kirkjan fyllir nógv í tí lítla býnum, og hon er teirra stoltleiki og verður hildin væl, 200.000 pund um árið pluss pengar til størri ábøtur. Kirkjan er frá 1137 og er til minnis um Magnus Erlendsson, jall í Orknoyggjum. 120.000 fólk vitja kirkjuna árliga.

DSC04490

DSC04497

Vit hoyrdu eina konsert í kirkjuni, tað vóru Niels og Eilin, sum sungu “Faðirvár” eftir Mikkjal á Ryggi. Vit vóru nevniliga so heppin, at Niels og Eilin høvdu kombinerað útferðina við eini konsertferð, tey høvdu eitt sindur meiri at gera enn vit onnur, men tað var eitt upplivilsi at hoyra Mikkjal á Ryggi á føroyskum í Magnusarkatedralinum.

DSC04772

Nú gekk leiðin á museum, sera áhugavert. Stórt museum mitt í býnum, savnið helt til í einum húsum í fleiri hæddum, og tey ymsu tíðarskeiðini vóru hvørt á sínari hædd. Á myndini niðanfyri er ein kommoda ætlað til skeyti, kanska hon hevur verið á eini skrivstovu, ella ein privatmaður hevur átt so nógvar ymiskar traðir, jarðir og garðar, at hann mátti bíleggja eina kommodu til skeytini?

DSC04506

Eitt hæddarpunkt var vitjanin á Highland Park whiskey distillarínum. Fingu einá góða rundvísing við ferðaleiðara alt um korn, torv, goymslu, tunnur og so fram eftir gøtuni. Men eg helt at smakkiroyndin var beista lítil. Tey høvdu handil, sum øll turistastøð hava. Go on! Smell it! Andrea tók hann upp á orðið.

DSC04527

Torvið sá meira út sum torvmold, haldi teir gomlu høvdu rist við høvdinum at hesi rúgvuni.

DSC04522

Men, men væl smakkar. Um tað er 30 ella 31 ár, sum tað verður komandi ár, sum Niels tók til.

DSC04532

Amnars var hetta ein deiliga róligur dagur, høvdu stundir at sita og drekka kaffi úti og hyggja í handlar. Eg keypti tógv, á einum noða stóð, at hetta tógvið var av ull av seyði, sum hevði etið tara, aja.

DSC04513DSC04533DSC04516

Sep 24, 2016

Skotland og Orkneyoyggjar/ 3. dagur. Upper upper upper class

 

Vit fóru úr Inverness kl. 10.30, so stundir vóru til ein lítlan túr áðrenn, sjálvandi er eitt slott/skansi eisini í Inverness. Standmyndin frammanfyri er av:  Flora MacDonald (Gaelic: Fionnghal nic Dhòmhnaill; 1722 – 4 March 1790), Jacobite hetja, sum tók sær av Bonnie prince Charlie, tá ið hann flýddi eftir slagið við Culodden.

DSC04430

Og framman fyri eina  handilsmiðstøð standa hesir báðir hestarnir, ella hestar eru tað ikki, tað eru kelpies, sum eru mytologiskar vatnverur, nakað sum okkara nykur ella sjódregil, hetta er tó bert modell av tí rættiligu standmyndini, sum er í Falkirk og er heimsins størsta rossastandmynd, hvat tá? Hon er 30 m. høg, hevur innlagt ljós, hevur visitor’s centre og nógv fólk halda hana vera sera vulgera.

DSC04435

download

https://www.clansutherland.org

Á okkara skotlandsferð sóu vit fleiri slott/skansar….vit sóu Edinburgh Casle, Dunrobin Castle, Stirling Castle og fleiri sóu Skaill House beint við Skara Brae.

DSC04447

Bretar eru tiltiknir fyri sítt stættaskipaða samfelag. Má hugsa um George Orwell, sum í sínum bókum ikki bara tosar um upper-middle-lower stættir, men eisini upper upper-middle upper-lower upper, so tú fært ikki tríggjar men níggju stættir, hvør teirra kann ivaleyst býtast sundur í trý eisini Smile Ná men nógv av slottunum verða nú brúkt sum museum, og um tú googlar Dunrobin slottið varnast tú, at Sutherland klanurin eigur tað og núverandi valdsharrin er ein kvinna: Elizabeth Millicent Sutherland, 24th Countess of Sutherland (b. 1921) næsti arvingur er: Alastair Charles St Clair Sutherland, Lord Strathnaver (b. 1947), og næsti aftur er, Alexander Charles Robert Sutherland, Master of Strathnaver (b. 1981).

DSC04448

Nå, men har var óluksáliga flott, stovur og kømur, barnaspælikamar, barnasovikamar, babykamar til baby og nanny og eitt kamar til drotning Victoriu, tá ið hon kom forbí ein túr.

DSC04449

Eg saknaði køkin, hvar arbeiddu kokkur og kokkagentur og herurin av tænastufólki? Nakað tungt hevur verið at bera allan mat og húsbúnað upp í stovurnar, í Tea room, Breakfast room, Dining room, Ladies’ Lounge.

Slotsgarðurin er sera flottur og har er eitt náttúrusavn ella sum tað eisini verður kallað eitt raritetssavn, og har vóru sanniliga raritetir. Jú tey dugdu at hugna sær fyrr.

Á veg til Scrabster sóu vit eina broch t.e. borg ella hús til tað betra slagið, ofta lógu hús rundan um eina broch (er kanska sama orð sum okkara borg v. umkasti).

DSC04451DSC04456DSC04458

Nú nærkast við ordiliga ævintýrinum, nú síggja vit ferjuna, og okkara ferðafelagi er ein heilur tangi av whiskey, nei hann var tómur. Oyggin liggur í vesturskini og bíðar eftir okkum.

DSC04476

DSC04464DSC04469

Báturin er fínur, gott kafeteria. Vit lenda í Stromnes og koyra 20 min til Kirkwall. Hotellið liggur niðri við havnina. Beint til koys.

DSC04471

GATEWAY TO ORKNEY

Skotland og Orkneyoyggjar / 2. dagur

Mett og væl sett fóru vit í bussin. Bussførarin Arthur lastaði bussin viå øllum okkara kuffertum. Hann hevði vatnfløskur umborð, sum vit kundu keypa fyri 50p. Tað var hent, tí tað var heilt ótrúliga gott veður alla tíðina. Sól hvønn dag, í hvussu er part av degnum og bara æl ein dag og tað var bara eitt ælstroyggj. Bussurin var fínur, tað var sum at koma heim, hvørja ferð mann tjumsaði aftur í stólin.
DSC04380
Stokkar, vatn og kort…so fara vit! Home away from home.
DSC04394
Fyrsta stoppið var við Three Bridges, ein gomul ein nýggjari og ein sum stóð í gerð um Firth of Forth. Har er ein pallur við góðum útsýni, sum ferðafólk kunna brúka til photoshoot. Vit hava nógv at læra av ferðavinnuni í Skotlandi og Orkney, leiðir og attraktiónir gjørdar atkomiligar fyri turistar, men samstundis vardar ímóti sliti og oyðilegging. Á myndini: Eyðrit, Heri, Brynhild og Steffen.
DSC04389
DSC04390
Skotland hevur sera nógv fortíðarminni og minnismerki. Vit vitjaðu Clava Cairns, tað eru 5000 ára gomul gravkømur, síggja út sum stórar grótrúgvur. Staðseting og laðingarháttur hava stóran symbolskan týdning. Sólin stavar beint inn í hellið stytsta dag.
DSC04403
Vit síggja Hera (Simonsen) standa og taka upp, Heri er fjølmiðlamaður, og hann tók Steffen upp, so at vit kunna repetera, um vit ikki fingu alt við. Gott hugskot!
DSC04396
Okkara næsta stopp var við Culodden vígvøllin, eitt flott museum um slagið í 1746, tá ið skotar taptu slagið móti eingilskmonnum ella Jacobites oggovernment forces, sum tað stóð skrivað. Øll søgan bleiv fortald, men so snildisliga, at øðrumegin var sjónarhornið skotskt og hinumegin enskt, tá ið tú gekst ígjøgnum sýningina.
DSC04408
Sjálvur vígvøllurin var eisini við í sýningini, tú fekst eitt lurt í oyrað, og so kundi tú fara út á Culodden fløtuna, sum drakk so nógv blóð tann dagin í 1746.
Tá ið vit komu til Inverness, vóru vit nøkur, sum fóru inn í eitt spinnarí House of Fraser. Tað var so ikki eitt spinnarí, men ein seymistova, sum seymar kilt, og sum hevur rundvísing um kilt. Konan sum vísti okkum runt var belgisk.
DSC04415
DSC04417
Um kvøldið ótu vit døgurða saman. DSC04424
Nú má eg ikki gloyma landslagið, sum vit koyrdu í, tað var sera vakurt. Longur norð tú kemur meira heyggjalendi og fjøll.
DSC04411
framhald í morgin

Sep 23, 2016

Skotland og Orkneyoyggjarnar 16-23 sept. 2016

Túrurin varð fyriskipaður av Norrøna felagnum og Fuglafjarðar kvøldskúla. Ferðaleiðarar vóru Steffen Stummann Hansen og Brynhild Petersen. Skráin sá so spennandi út, og tað skuldi vísa seg, at vit vóru ikki vónsvikin.

DSC04331

DSC04328

Tíðliga á morgni 16. september flugu vit úr Føroyum til Edinburgh. Tá ið vit høvdu kekkað inn, fóru vit út at hyggja okkum um. Eg fór á Edinburgh Castle, hvørs elsti partur, Margretu kapellið, er frá 1100 talinum. Eitt stórt vápnasavn við øllum hugsandi drápsamboðum var har.

DSC04370

Myndin niðanfyri er tikin í pubbinum Conan Doyle, sum var beint yvir av okkara hotelli. Stak hugnaligt, men har var altíð so fult.

DSC04334DSC04349

Eg fór ikki aðrastaðni, tí tá ið mann hevur verið uppi síðani 4 á morgni…..ja eg fann fish’n’chips, og so sovnaði eg næstan, meðan eg gekk heim.

DSC04353

DSC04364

DSC04365

framhald í morgin

Sep 15, 2016

Skotland – partur av norðanlondum?

Tað var áhugavert at hoyra skotsku tíðindakvinnuna Leslie Riddoch  greiða frá støðu Skotlands í Bretlandi og í heiminum. So nógv av tí hon segði, var akkurát sum í Føroyum. Stýringin og ávirkanin úr London, tíðindaflutningurin: tey frætta ongantíð nakað úr Norðanlondum bara úr Amerika og onkuntíð úr Frankaríki, allir uttanlandskorrespondentarnir eru í London, tað tronga sporið.
maxresdefault
Skotland hevur ætlanir um at menna grøna orku, og landið hevur stak góðar fortreytir fyri aldu- vindorku til dømis, men London hevur stungið eina sneis í tað hjólið. Skotland hevur fleiri ferðir atkvøtt um og boðað frá, at landið er kjarnorkufrítt øki, London svaraði við at uppraðfesta Trident verkætlanina, sum hevur heimstað í Clyde í Skotlandi.
Hon kom inn á sera nógv viðurskifti eitt nú jarðeigarar í Skotlandi, sum frá heilt gamlari tíð hava forrættindi til jørðina. Spurd um SNP (Scottish National Party) hevur ætlanir um at gera eigaraviðurskiftini meiri rættvís, svaraði Leslie, at somu menn, sum sita á jørðini eru høvuðsstuðlar hjá SNP…so
Nógv fólk vóru og lurtaðu í NLH, og hugaligt at tað vóru nógv ung eisini.Og fleiri spurdu talaran um ymiskt.

Viðvíkjandi tí skandinaviska sambandinum segði hon, at tey longu hava hermt eftir skandinavum í onkrum, ókeypis skúlagongd, útibarnagarðar. Men viðurskiftini í Skotlandi eru so ólík Skandinavia, at tað verður torført at kopiera nakað av politisku skipanini. Hon legði serliga dent á tað ódemokratiska við skotsku kommunalu økjunum. At nærdemokratiið als ikki var til. Nå, men júst í hesum døgum hava vit jú hoyrt, at vit liva við eini grundlóg, sum føroyingar als ikki hava góðkent….so demokrati…tja.

 

http://www.thenational.scot/comment/lesley-riddoch-what-mighty-scotland-can-learn-from-the-tiny-faroes.22412

Sep 5, 2016

Harper Lee: Go set a Watchman

 

Bókin er framhald av “To Kill a Mockingbird”, men nógv ár eru farin í millum báðar bøkurnar. Og bókin er upprunaliga skrivað, áðrenn “To Kill a Mocking Bird”, sum vit kenna sum eina bók um rasismu og um eina rættarsak, har høvuðspersónurin er verji hjá einum svørtum manni, sum er ósekur, sum dømi um bardagan um mannarættindi í USA. Ikki fyrr enn á síðu hundrað í hesi seinnu kemur tað temað ordiliga fram. Jean Louise er komin heim at vitja – hon býr í New York. Vit fáa innlit í hennara barndóm í Maycomb. Hon og beiggin Jem vaksa upp hjá sínum frísinnaða og fordómaleysa pápa Atticus og hansara svørtu húshaldirsku Calpurniu.

untitled

Nú er tað ein sunnudag, at pápin og Henry, sum er forelskaður í Jean Louisu og hevur verið tað í nógv ár, skula á fund í bygdarhúsinum, tá finnur JL av tilvild ein bókling, har hon sær øll tey hvítu haturfullu og øru argumentini fyri, at svørt eru minni verd enn hvít. Hon verður so vónsvikin, drønar í samkomuhúsið og sær har pápa sín saman við teimum ringastu rasistunum í býnum. Hon ætlar at rýma úr bygdini og aldrin koma aftur. So kemur ein partur við frágreiðingum um politikk í suðurstatunum, tað er ikki sum í New York. Pápin og pápabeiggin royna at greiða JL frá hesum. Pápabeiggin hevur eina langa søguliga útgreining m.a. um borgarakríggið, hann sær støðuna nú (1954) sum eitt nýtt borgarakríggj. Suðurstatirnir fáa ikki góðtikið, at hægstirættur tekur avgerð um, at rasusundurskiljing er ólógligt. Tað er sera torført hjá JL (og lesaranum) at skilja støðu teirra hvítu í rasuspurningum.

untitled23

Eitt rættarmál verður eisini nevnt í hesi bókini, ein ommusonur Calpurniu hevur rent á ein mann, og maðurin doyði. Henry, sum er hjálparmaður Atticusar heldur, at teir kunna ikki taka sakina, men Atticus sigur, at sjálvandi taka teir sakina.

Eitt tema í bókini er suðurstatspolitikkurin sum mótsetningur til lívið í New York. Vit ógvast av hugburðinum hjá Alexandru fastur og damunum, sum eru komnar til seinnapartstemunn. Men bókin roynir at greiða frá, at tað er ikki einfalt at vera ímóti rasuskilnað, um tú býrt og virkar í Alabama

Tí so segði Harrin við meg: Far og set úr varðmann, hann skal boða frá tí hann sær (JES. 21.6). Hetta er heitið á bókini. Atticus er á fundinum sum varðmaður. Hann er so at siga ”undercover” stríðsmaður. Vit fáa tíverri ikki at vita, hvussu verður millum JL og Henry, heldur ikki hvussu varð við sakini hjá ommusoni Cal.

Sep 1, 2016

Jeanette Walls: Glasslottið

Eitt so frálíka hugnalig kvøld uppi hjá Brynhild. Eina sera góða máltíð og deiligt prát. Fleiri hildu, at bókin minti um “Angela’s Ashes”, onkur helt, at hon var bara ikki so væl skrivað sum tann írska.

101

Bókin er endurminningar hjá journalistinum Jeanette Walls í New York.

2281367__UY200_

Hennara barndómur var í eini familju, sum var heimleys, kann mann gott siga. Tey búðu eina stutta tíð í hvørjum stað, í næstan niðurdotnum húsum við rottum og fukti. Og tá ið rokningarnar komu ov tíðugt, so rýmdu tey – ofta mitt um náttina, flýddu.

untitled

Men foreldrini sóu tað ikki sum eina flýggjan, tey søgdu, at nú var tíðin komin at finna nýggj ævintýr. Mamman málaði myndir, og hvørja ferð tey komu til eitt nýtt stað, skuldi hon hava eitt atelier innrættað, handbókasavn, lørift o.a. Pápin hevði onkuntíð arbeiði, men var ofta arbeiðsleysur og drakk illa. Foreldrini sóu ikki seg sjálv sum fátæk ella løgin ella óhóskandi foreldur. Tey vóru mentað, børnini læntu nógvar bøkur á bókasavninum, og foreldrini eggjaðu teimum at sláa upp í leksikon. Pápin segði teimum søgur um heimsins undur, og greiddi teimum frá sínum uppfinningum. Og pápin kyndi í teimum vónina, sum altíð var ein partur av teimum: at einaferð fór hann at byggja glasslottið, og hann vísti teimum tekningarnar. Eini jól vóru ikki pengar til jólagávur, so pápin tók børnini út í tún og bað tey velja sær eina stjørnu, tað var teirra jólagáva. Foreldrini hava valt at liva uttan fyri samfelagsins rammur, men eru resursusterk og ala sterk børn.

images80UTFV5R

Uttanífrá sær familjan út sum eitt vanlukkuligt projekt. Børnini ganga fyri vág og vind, finna mat sjálvi ella hungra, sova í pappeskjum. Skúlagongdin er sum harragud veit, og allastaðni verða tey happað, tí tey eru fátæk ólukkudýr.  Foreldrini eru sera egoistisk. Mamman hevur læraraeksamiu, men vil ikki arbeiða, hon vil mála og lesa bøkur.

Men allan vegin ígjøgnum tekstin er ein fyrigevandi, kærleiksfullur, vóngóður tóni. Mamman og pápin hava nógv góð ráð til børnini og altíð svar klár. Tá ið bókin endar, er mamman enn heimleys og gongur í gøtunum í New York, hon vil ikki hava hjálp frá dóttrini til eina íbúð, henni dámar lívsstílin at leita í ruski eftir nýtiligum tingum og búgva í bygningum, sum skula rívast niður.