Bókin er um eitt afrikanskt bygdarsamfelag - fleiri bygdir sum hoyra saman - sum dettur sundur, tá ið tey hvítu við sínum trúboðarum og sínum kolonivaldi kíla seg inn í mentan og lív teirra svørtu. Fyrsti partur er um gerandisdagin í bygdini Umuofia. Høvuðspersónurin er Okonkwo, ein virdur, heiðursverdur maður. Hann hevur tríggjar konur og tær búgva í hvør sínum húsi rundan um hansara hús. Vit síggja teirra siðir, vit síggja brúdleyp og jarðarferð og kappingar. Ikki minst síggja vit teirra trúgv og pátrúgv, ómenniskjaligar siðir og ráan atburð, sum gudarnir krevja av teimum.
Annar partur er um Okwonkosa útisetu, hann drap ein mann av óvart og bleiv burturvístur í 7 ár. Meðan hann er í hesi grannabygd, koma hvítir menn fyrstu ferð hagar. Tað kemur til samanbrestir, men smátt um smátt veksur samkoman hjá "hvíta Kristi", og Okwonko er vónsvikin og illur, at hansara fólk letur seg lumpa av slíkum falslærarum. Ikki allir missionerar eru líka ringir, onkur er siðiligur og vísir virðing og vil práta og læra. Annar er bráður og ráur og vil ikki síggja ella hoyra nakað um afrikanska trúgv og mentan.
Í triðja parti er Okwonko aftur í síni bygd, men har er sama skilið við missión, og nú síggja vit, at tey hvítu hava ikki bara missión í huganum, tey hava stovnað ein rætt við enskum lógum og hermonnum, tey hava eisini handilsáhugamál. Okwonko er ólukkuligur og illur, verður settur fastur og eyðmýktur. So ger hann sín egna uppreistur, skjýtur ein hermann og tekur síðani lívið av sær.
Frásøguhátturin er objektiv 3.persónsfrásøgn. Høvundurin var føddur í 1930 og vaks sjálvur upp í stórbýi og í kristnum umhvørvi. Hansara áhugamál var religión og fólksins mentan, og tað sæst væl í hesi søgu, har hann brúkar sagnir og orðafelli. Bókin er ein klassikari og mest lisna afrikanska bókin. Temað hevur alment gildi, tí tað er so menniskjaligt at vilja varðveita ta skipan sum riggar, og sum vit kenna og elska og ræðast broytingar, sum koma.
Jun 28, 2019
Jun 19, 2019
DRAMAlega í Suðurjútlandi
DATS (Dansk amatørteater & scenekunst. www.dats.dk) er ein felagsskapur fyri áhugaleikarar í Danmark. Tey skipaðu fyri einum sjónleikafestivali fyri tey tilkomnu, og innbjóðing kom til MÁF.

Skeiðið ella stevnan var 11-15 juni 2019, og vit vóru tríggjar, sum høvdu hug at fara. Skeiðið var á skeiðsdeplinum Hohewarte í Højer. Højer er bara fáar kilometrar frá týska markinum. Ein sera vakur lítil býur við nógvum gomlum húsum og góðum listafólkaumhvørvi.

Temu á leguni vóru litstormur og landamørk og Nolde. Tvey ung vitjaðu okkum og greiddu frá, hvussu tey høvdu upplivað at vera partur av, ávikavist donskum minniluta í Týsklandi og týskum í Danmark.
Tey høvdu fyrieikað leguna soleiðis, at úrslitið skuldi vera leikur. Sum fyrireiking til leikin var sangur, framløgur og útferðir. Sjónleikarar gera ofta leikir burtur úr søgum, sum hoyra til teirra landspart ella bygd. Vit hugsaðu beinanveg : akkurát sum vit við "Tuberklaleikinum". Tað hevur jú eitt fínt orð "reminiscence theatre", sum bara merkir minnissjónleikur.
Fyrsta útferðin var suður um markið til Nolde savnið. Vit høvdu góða guide, sum greiddi frá Nolde.

Hansara litspæl og landslag skuldi veita íblástur til okkara leik. Eitt verkstað var, har vit lærdu at litað silki.
| Karin, Bjørg og Bergljót inni hjá vevkonuni Hanne i Højer |

Tindhólmur
Fekk høvi at fara við einum ferðalag út í Tindhólm. Har havi eg ikki verið fyrr. Jørgen Niclasen var ferðaleiðari. Hann segði frá ognarviðurskiftum, seyði og fugli, og hann greiddi frá, at grindadrápið, sum Ketil og Kálvur vóru í var júst í Tindhólmi.
Áðrenn vit fóru út í Tindhólm sigldu vit vesturum og skoðaðu Sørvágsbjørgini, sum Jørgen segði: Vestmannabjørg, go home! Har var sera stórbært.
Vit sigldu inn í landið og royndu akustikkin.
| Bøur |
Jun 5, 2019
..la peste fut notre affaire a tous (..pestin var blivin ein trupulleiki hjá okkum øllum)
Havi í seinastuni lisið fleiri bøkur um sjúkur: heilasvull, pest, depressiómn og alzheimer, og nú lesi eg "Som pesten" eftir Hanne-Vibeke Holst, sum er um heimsumfatandi smittandi pest í okkara tíð.
Pestin var blivin ein trupulleiki hjá okkum øllum er eitt sitat úr "La peste". Bókin er um standin í Oran í Algier, tá ið býurin var herjaður av pest, og alt fólkið var í vanda. Vit fylgja læknanum Rieux, sum roynir at hjálpa, har hann kann. Vit fylgja honum í hansara moralsku tvístøðum, tá ið hann roynir at hjálpa fólkinum, sum eru fangað í hesi ræðuligu sjúku. Tey liva avbyrgd, liva í eksil.
Bókin er sum eitt líknilsi um mannalívið, kann eisini lesast sum ein lýsing av kríggi, ella meiri aktuelt: av dálkingini, hesi alheimspest, sum fer at útrudda ein stóran part av tí, sum livir á jørðini. Tey ymsu stigini í menniskjans atburði í slíkari vanlukku: 1. burturforkláringin, hatta man ikki passa, er fake news, dylja, 2. sorgin, vónloysi, 3. góðtøka...líkasæla.
Persónarnir verða settir í hesa tvístøðu: títt egna persónliga lív, tíni áhugamál øðrumegin og næsti tín og almannagagn hinumegin, summi vilja stinga av, summi tjena pengar upp á neyðina, summi royna at hjálpa. Presturin á prædikustólinum setir pestina inn í trúarligan samanhang, tá ið hann útnevnir hana til Guds revsing yvir syndafull menniskju, presturin doyr seinni av pest. Royndarstundin testar okkara dirvi og næstakærleika.
Bókin Ikki fyrr enn tá hjá Oddfríði M. Rasmussen er um eina konu, sum hevur heilasvull. Hon vísir okkum eina pínufulla tilgongd, meðan sjúkan versnar og versnar, til konan er púra óhjálpin og doyr. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.
Alice er professari í psykologi+lingvistikki, hon er besti lærarin, besti granskarin, hon minnist allar sínar keldur og øll ástøði. So hendir tað: hon byrjar at gloyma. Hon heldur fyrst, at tað man vera, tí at hon hevur ov nógv um oyruni. Men so fer hon ígjøgnum kanningar og endar við at góðtaka sína støðu. Ein sera syrgilig bók við nágreiniligari lýsing av sjúkuni alzheimers. Alice villist á veg í skúla, goymir telduna í frystiboksini, finnur enntá ikki vesið í sínum egna húsi. Høvundurin er sjálv neurologur og hevur ommu sína sum fyrimynd, og vit mega rokna við, at sjúkugongdin er sera realistiskt lýst. Tann syrgiligasti parturin er, tá ið hon hevur gloymt síni næstu, døturnar og mannin. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.
Bókin (og leikurin) Leitanin eftir at vera hjá Katarinu Nolsøe er ein ferð inn í myrkastu dýpi sálarinnar. Depressiónin er nágreiniliga lýst, sum eitt helviti á jørð, vit fáa innlit í ávirkan á familjuna hjá sjúklinginum. Tær fínu tekningarnar lýsa ta leitandi fevnandi kvinnuveruna, ymiskt frælsa og avbyrgda.
Allar hesar bøkurnar lýsa sjúku sera nágreiniliga. Í bókunum síggja vit atburðin hjá fólki í vandans stund, allar bøkurnar eru eisini um, hvussu heilsuverkið virkar. Nú lesi eg sum sagt Som pesten, sera áhugavert innlit í arbeiðið hjá WHO í Geneve, kryddað við persónligum søgum, tríkantsdrama og øðrum.
| La Peste 1947 |
Bókin er sum eitt líknilsi um mannalívið, kann eisini lesast sum ein lýsing av kríggi, ella meiri aktuelt: av dálkingini, hesi alheimspest, sum fer at útrudda ein stóran part av tí, sum livir á jørðini. Tey ymsu stigini í menniskjans atburði í slíkari vanlukku: 1. burturforkláringin, hatta man ikki passa, er fake news, dylja, 2. sorgin, vónloysi, 3. góðtøka...líkasæla.
Persónarnir verða settir í hesa tvístøðu: títt egna persónliga lív, tíni áhugamál øðrumegin og næsti tín og almannagagn hinumegin, summi vilja stinga av, summi tjena pengar upp á neyðina, summi royna at hjálpa. Presturin á prædikustólinum setir pestina inn í trúarligan samanhang, tá ið hann útnevnir hana til Guds revsing yvir syndafull menniskju, presturin doyr seinni av pest. Royndarstundin testar okkara dirvi og næstakærleika.
Bókin Ikki fyrr enn tá hjá Oddfríði M. Rasmussen er um eina konu, sum hevur heilasvull. Hon vísir okkum eina pínufulla tilgongd, meðan sjúkan versnar og versnar, til konan er púra óhjálpin og doyr. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.
| Still Alice (2007) |
Bókin (og leikurin) Leitanin eftir at vera hjá Katarinu Nolsøe er ein ferð inn í myrkastu dýpi sálarinnar. Depressiónin er nágreiniliga lýst, sum eitt helviti á jørð, vit fáa innlit í ávirkan á familjuna hjá sjúklinginum. Tær fínu tekningarnar lýsa ta leitandi fevnandi kvinnuveruna, ymiskt frælsa og avbyrgda.
Allar hesar bøkurnar lýsa sjúku sera nágreiniliga. Í bókunum síggja vit atburðin hjá fólki í vandans stund, allar bøkurnar eru eisini um, hvussu heilsuverkið virkar. Nú lesi eg sum sagt Som pesten, sera áhugavert innlit í arbeiðið hjá WHO í Geneve, kryddað við persónligum søgum, tríkantsdrama og øðrum.
May 24, 2019
Málamót í Føroyum ella: Meðan vit bíða 3
Hjalmar P. Petersen hevði eina áhugaverda framløgu í Málráðnum á fundinum 23 mai. Hjalmar er málfrøðingur og hevur skrivað "A Language Course for Beginners", hann undirvísir og granskar á Fróðskaparsetrinum.
Framløgan var um málamót í Føroyum. Møti millum mál og tær broytingar, slíkt møti hevur við sær. Talan er sjálvsagt um føroyskt øðrumegin og dansk og enskt hinumegin.
Í talvuni sæst, at donsk ávirkan ger seg galdandi í 19. øld og ensk í 20. øld. Av fyrstantíð var tað hábærsligt at tosa danskt, men seinni bleiv føroyskt hámál. Føroyingar vandu seg við at tosa føroyskt við danir, sum skilja føroyskt. Øðrvísi er við enskum, tað sær út til, at enskt hevur hámálstatus millum serliga ungar føroyingar. Tey ungu tosa ofta enskt sínamillum, og børn heilt niður í barnagarðsaldur duga ensk orð og vendingar. At skifta millum mál verður kallað koduskifti. Tað er fínt at duga at koduskifta, vanliga duga fólk bæði málini væl, tá ið tey koduskifta. Men koduskifti er eitt, eitt annað er málskifti.
Hjalmar: Men spurningurin , ið vaknar er, um vit standa yvir fyri einum málskifti í framtíðini. Knoohuizen (2019) sigur, at hetta hendi í Hetlandi, tá ið 25% av fólkinum tosaði skotskt-enskt (hetta vóru skotskir tilflytarar, ið komnir vóru). Hetta svarar til, at vit hava 12.500 tilflytarar í Føroyum. Talið er kanska ikki heilt órealistiskt, tá ið vit hugsa um tilflytarar + ungdóm, sum fer yvir til enskt.
Møguliga kann tað fara at síggja soleiðis út (Lindquist 2018):
Tað ið Hjalmar vísir á í hesi talvu er, at føroyskt fer at gerast gestur í egnum húsi. Enskt verður tað hábærsliga, og føroyskt verður til húsbrúk. Tað er nokk ikki bara ein "úlvurin kemur" støða nú. Vit vita tað, vit hoyra tað rundan um okkum. Hjalmar hevur eisini uppskot til loysn í evstu løtu. Skipa undirvísingina í føroyskum til útlendingar, børn og vaksin!! Setið krøv til teirra, sum koma higar!! Setið pengar av til at skapa eitt digitalt málkorpus at arbeiða við! Men hvussu ber tað til, at okkara politikarar, sum altíð siga seg elska okkara mál, sum er okkara fremsta tjóðareyðkemnni, ikki vilja raðfesta tað? Vit hava eitt stórt málráð við nógvum kompetentum persónum, men alt ov lítlari játtan. Vit hava fólk, sum vilja í gongd við at gera tilfar, vit hava granskarar, sum fegin vilja arbeiða við hesum. Men vit vita, at tað er ikki smápengar talan er um. Nú ið val stendur fyri durum og tunnilslyftini koma á breddan, eiga veljarar at spyrja sínar politikarar, hvat tey ætla at gera, so at føroyingar eisini tosa føroyskt um 100 ár.

May 23, 2019
Mikumorgun í Havn
Tveir dagar um vikuna er fimleikur fyri tey tilkomnu í Havn, tey yvir 67. Tað er mikumorgun og fríggjamorgun, og vit halda til í badmintonhøllini.
Vit hava professionellar venjarar, og tey syrgja fyri, at allir vøddar fáa ein umgang. Tað er ikki neyðugt at vera í góðari venjing fyri at koma. Tú gert ikki meira, enn tú orkar. Tað er góður felagsskapur og frukt omaná. Tað kostar bara peanuts: 130 kr. um mánaðin fyri eina ferð um um vikuna og 170 kr. fyri tvær ferðir. Eg haldi pensionistarnir í Havn hava góðar umstøður.
Seinasta mikudag var so vælsignað gott veður, at vit vóru á vøllinum. Spæl og látur. Hvat kann vera betri?

May 15, 2019
Týsmorgun í Havn
| Vesturkirkjan |
Teitur syngur Havnin er ein lítil bygd, so er spurningurin er tað ein fyrimunur ella ein vansi, at býurin er so lítil, trongur, avbyrgdur, øll kenna øll og slatra. Er hann ikki eisini so tryggur, hugnaligur og fevnandi, har tú kennir fólk og fært vinarlig orð og hjálpandi hendur frá øllum, tí tey vita alt um teg.
Tilhaldið í Havn er ein havn hjá pensionistum, felagssangurin týsmorgnar er væl vitjaður, og øll eru samd um, at sangur er gott fyri títt innanmenniskja. Sum onkur segði, tað ber ikki til at syngja og samstundis vera ill ella gronut, hugsi hon hevur rætt.
Í Tilhaldinum syngja vit nógvar ymiskar sangir og sálmar, tey sum spæla undir seta sín dám á úrvalið. Vit brúka Føroya fólks og Tilhaldssangbókina. Henda týsdagin spældi Beinta Háberg fyri okkum. Eilif Samuelsen stýrir sanginum saman við klaverspælaranum.
Og so er at fáa sær drekkamunn
| Ansgar, altíð blíður og væl til passar |
Í harraverilsinum orna teir heimin, val og annað
.
| Alt er væl skipað, tiltøk verða lýst við uppslag og á FB |
| høvdingar hittast |
Subscribe to:
Posts (Atom)