La Peste 1947 |
Bókin er sum eitt líknilsi um mannalívið, kann eisini lesast sum ein lýsing av kríggi, ella meiri aktuelt: av dálkingini, hesi alheimspest, sum fer at útrudda ein stóran part av tí, sum livir á jørðini. Tey ymsu stigini í menniskjans atburði í slíkari vanlukku: 1. burturforkláringin, hatta man ikki passa, er fake news, dylja, 2. sorgin, vónloysi, 3. góðtøka...líkasæla.
Persónarnir verða settir í hesa tvístøðu: títt egna persónliga lív, tíni áhugamál øðrumegin og næsti tín og almannagagn hinumegin, summi vilja stinga av, summi tjena pengar upp á neyðina, summi royna at hjálpa. Presturin á prædikustólinum setir pestina inn í trúarligan samanhang, tá ið hann útnevnir hana til Guds revsing yvir syndafull menniskju, presturin doyr seinni av pest. Royndarstundin testar okkara dirvi og næstakærleika.
Bókin Ikki fyrr enn tá hjá Oddfríði M. Rasmussen er um eina konu, sum hevur heilasvull. Hon vísir okkum eina pínufulla tilgongd, meðan sjúkan versnar og versnar, til konan er púra óhjálpin og doyr. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.
Still Alice (2007) |
Bókin (og leikurin) Leitanin eftir at vera hjá Katarinu Nolsøe er ein ferð inn í myrkastu dýpi sálarinnar. Depressiónin er nágreiniliga lýst, sum eitt helviti á jørð, vit fáa innlit í ávirkan á familjuna hjá sjúklinginum. Tær fínu tekningarnar lýsa ta leitandi fevnandi kvinnuveruna, ymiskt frælsa og avbyrgda.
Allar hesar bøkurnar lýsa sjúku sera nágreiniliga. Í bókunum síggja vit atburðin hjá fólki í vandans stund, allar bøkurnar eru eisini um, hvussu heilsuverkið virkar. Nú lesi eg sum sagt Som pesten, sera áhugavert innlit í arbeiðið hjá WHO í Geneve, kryddað við persónligum søgum, tríkantsdrama og øðrum.
No comments:
Post a Comment