Apr 23, 2017

Marokko 7-17 apríl 2017 (5)

ATLASFJØLLINI eru í fýra pørtum, norðanífrá: Rif-fjøllini, Miðatlasfjøll, Høgu Atlasfjøll og Anti Atlasfjøll.
Tann fimta dagin tá ið vit fóru frá húsum í Fez, gekk leiðin niðan í fjøllini. Vit fóru upp í 1200 metra hædd. Tað var sera áhugavert at síggja, hvussu landslagið skifti. Í fjøllunum búgva berbar, tað er stutt síðani, at berbaramál varð góðkent sum mál í Marokko.


 Vit vitjaðu býirnar Ifrane, Azrou, áðrenn vit komu á gististaðin við vatnið  Bin al Ouidane. Ifrane verður eisini róptur lítla Sveis, tí at tøkini eru ikki fløt sum annars er vanligt í Marokko. Hann liggur í 1165 m. hædd, so har er svalligt um summarið og kalt um veturin. Í bókini "Dreams of Tresspass", sum gongur fyri seg í Fez, sigur smágenta, at hon skilur ikki at tey kunna hava sovorðin brøtt tøk í "kavalandinum" (t.e. Týsklandi), tí at tað verður ein hopleys terassa. Í Ifrane er ein løvustandmynd, ein týskur fangi høgdi hana út úr klettinum. Løvur vóru í Atlas fyrr, tann seinasta bleiv skotin í 1920.

Men hann var ikki heilt liðugur, tí hinumegin er kletturin ráur. Vit gistu í Beni Mellal við vatnið Bin al Ouidane., Eisini í fjøllunum vóru sølumenn, hesir báðir garparnir seldu nýhentaða timianurt.
Mads følir angan av timian.

Útsýnið úr hotelkamarinum var frítt við fjøllum báðumegin.

Vit sóu Oozud fossin, sum er hægsti fossur í Marokko. Har var alt gjørt fyri turistarnar, vit fingu eina guide á staðnum, hann var berbari, hann fylgldi okkum niður í hesa djúpu kluftina, so at vit fingu skoðað fossin frá í neðra. 

 Niðri á botni fóru summi í ein tunnuflaka at sigla inn undir fossin. Kaféir vóru á vegnum niður. Uppgongdin hinumegin var trappur. Sera flott.






Apr 20, 2017

Marokko 7-17 apríl 2017 (4)

Gøturnar í gomlu býarpørtunum eru so smalar, og har er so trongt, at bilar sleppa ikki framat. So tey nýta ymsar aðrar mátar. Eitt nú sóu vit nógvar asnar. Summa staðni sóu vit asnar standa við vegjaðaran einsamallar. Guidin segði, at hesar asnar áttu tey, sum búði har uppi, sum eingin koyrivegur var, tey riðu so á asnanum oman til vegin og fingu eitt lift inn í býin i onkrum bili. So tá ið tey komu úr býnum, fóru tey aftur ríðandi til hús, asnin stóð bara og bíðaði har.


Asnarnir hava "blæu", eitt blikk ella eitt plastikkílat undir halanum.

Okkara viðføri bleiv koyrt í ovurstórum trillibørum frá bussinum og til hús




Hesir fýrarnir vóru í ferð við at skumpa eyr og grót, teir gróvu við spaka og hakkara og skuldu hava alt tilfarið burtur, teir fyltu upp í posar, so upp í ein lítlan vogn, og so dró eslið tað burtur.

Sera sera nógv prutl vóru í gøtunum, og tey koyrdu skjótt, og floytaðu hart, mitt gjøgnum mannamúgvuna. Tey luktaðu ótrúliga illa.












Hesum bilinum møttu vit, hann er væl lastaður. Og seyð flyta tey nakað sum vit.



Marokko 7-17 apríl 2017 (3)

TEPPIR, LEIR OG KRYDDARÍ

Vit vóru tríggjar ferðir til søluframsýning. Í eini teppisølu fingu vit at kenna søluhegni teppiseljaranna. Fyrst bjóða inn við stórum handakeipum, síðani bjóða sess og mintute. Nú byrjar framsýningin: teir eru fleiri um hetta, ein stendur og greiðir frá á enskum, yngri menn draga fram og rulla eftir gólvinum eitt teppi fyri og annað eftir.
Teir duga sera væl at síggja, um onkur er, sum hevur áhuga, í hesum føri Anne Lisa, nú verður hon so skild frá bóilkinum inn í rúmið við síðuna av, tíbetur var Mads við sum mótvekt. Nei hatta er for reytt, hatta er for blátt, for stórt, for lítið, segði hon

Men soleiðis segði henda madamman ikki, og hygg bara, hvussu fínt tað er á Suðuroyaveg nú! Hatta grøna í kurvini er tógv úr Marokko, gud viti, hvørjum tað er litað í. Teir pakkaðu teppið sera væl inn í sterkt plasthessian við honk í.
Næsta søluframsýning var á einum leir/mosaikkvirki. Vit blivu leidd ígjøgnum virkið, har menn sótu og arbeiddu við hond. Vit hugsa, tað er bara show, tí alt hetta fína, tonsavís av skálum og krukkum kann jú ikki vera hondgjørt. Onkur keypti eina tajine, tað er ein serlig steikigrýta við pyramiduformaðum loki.
Taksteinar í rúgvuvís.
 Ein gamal ovnur, hann greiddi frá, at fyrr brúktu tey avlopið av olivenframleiðslu sum brenni.
Hann leggur mosaikk, tað serliga er, at verkið vendir ranguna upp, so eingin veit, hvussu tað sær út. Hann má minnast mynstrið í høvdinum, meðan hann leggur. Aftaná verður sementavatn stoytt niður yvir, og tá ið tað er tornað, verður verkið vent.

Í tajinuni er kjøt og grønmeti, tey brúka nógv epli í Marokku. Maturin verður laðaður upp sum ein pyramida við kjøtinum innast.










Triðja framsýningin var á einum apoteki, har vóru kryddarí, olja, luktilsi og okkurt móti krími, og okkurt ímóti hørðum og bleytum búki, eitt ímóti óynsktum posum bæði í neðra og undir eygunum, og síðst men ikki minst okkurt, sum brúkast sum viagra. Hann legði stóran dent á, at arganolju máttu vit keypa hjá honum, tí at øll onnur olja er blandað við øðrum og tí ikki ektað.






Apr 19, 2017

Marokko 7-17 apríl 2017 (2)

RIAD


Tvær ferðir á ferðini búðu vit í RIAD. Tað er ein serligur byggistílur, úti sæst einki til nakað, bara ein keðiligur múrur, men tá ið tú so kemur inn, so er ein oasa innanfyri. Ein garður í miðjuni, trø og vatnbrunnur og flísalagt ella mosaikklagt gólv. Og, síðani kømur á einari ella  tveimum hæddum rundan um henda garðin, og ein balkonggong er uttan fyri kømrini. Bæði í Fez og í Marrakesh búðu vit soleiðis. Hetta er ein gamal byggiháttur, í slíkum húsi húsaðist ofta eitt harem. Ì Marrakesh var húsaverturin ein fronsk dama. Hon hevði búð í Marrakesh í átta ár. Hon hevði tvær Riadir, hvør yvir av aðrari í eini smalari gøtu.



 


Tað var frálíka kølið at koma inn úr 30 stigum á gøtuni.

SOUK. Handilsøkið við nógvum smáum búðum og verkstøðum eitur SOUK, og vit gingu nógv og válaðu har bæði í Fez og í Marrakesh. Nógv sokallað fólkalív at eygleiða. Slaktaravørur og kakur høvdu nokk ikki klárað heilsufrøðiligu. Sera trongar gøtur, og nógvar av búðunum vóru verkstøð samstundis. Serstakliga klæðir, djellaba, leðurvørur og útskornir trælutir.
 Tey høvdu eisini seyðarhøvd, eg veit ikki, um kamelhøvdið verður tilgjørt sum seyðarhøvdið. Allastaðni sóust tey gomlu sita og hvíla seg.
Broyting sást í mótanum hjá teimum ungu, tó sóust eisini ung fólk í siðbundnum klæðum. Og andlitspløggini vóru eisini ymiskk frá ongum til svartan hijab.






Seljararnir vóru rættiliga  ágangandi, prutting var alneyðug og væntað. Mads royndi seg við einum formli: Tú bjóðar fjórðingin av tí, hann krevur, so endar tú kanska á hálvum prísi. Eg royndi tann taktikkin, men tað riggaði ikki so væl, so eg rýmdi úr búðini, men hvat hann kom rennandi eftir mær, tók í armin á mær, togaði í meg, hetta var so ógvisligt, at ein annar sølumaður, sum sat har talaði at.



Apr 18, 2017

Marokko 7-17 apríl 2017 (1)

Tað var Anne Lisa, sum spurdi, um vit skuldu ikki fara til Marokko. Jú, tað vildi eg fegin, so Anne Lisa og Mads og eg løgdu til brots við Viktors farmor. Tað var ein rundferð úr Casablanca norður til Rabat, síðani eysturyvir til Meknes og Fez, síðani nakað upp í Miðatlas fjøllini á suður veg til Marrakesh. Vit vóru 15 fólk og høvdu ein lítlan buss alla tíðina, og Omar koyrdi.



Tað var ein væl skipaður túrur, við eini passaligari skrá og við avtalum gjørdum frammanundan.
Flogtíðin til Casablanca úr Keypmannahavn er knappir 4 tímar. Í Casablanca sóu vit ein stóra mosku, tíverri bara uttanífrá, tí at eingin atgongd er fyri ikki muslimar. Eg havi aldrin verið í nakrari mosku, so tað eigi eg enn til góðar. Moskan eitur Hassan 2. moskan eftir abba núverandi kongin Muhammed 6. Guidin segði, at minaretin var heimsina hægsta.
Næsta stopp var Rabat, har sóu vit tann gamla býarpartin og ein andalusiskan urtagað.



Rabat er høvuðstaður í Marokko, og ein av teimum fýra kongabýunum, hinir eru Fez, Meknes og Marrakesh. Kongaríkið Marokko hevur verið til í 1200 ár, men eina tíð var tað franskt protektorat, tað helt uppat í 1956. Býarmúrar eru í øllum býum rundan um Medina, ella tann gamla býin, og flott ornamenterað portur. Portrið Bob al Mansour er tað flottasta í Marokko.
Marrokko er setra fruktagott, als ikki turt og oyðið, sum eg trúði. Tey dyrka oliven, dadlur, appelsinir og korn. Landbúnaðurin er størta inntøkukeldan í landinum, næst er so ferðavinna. Rómverjarnir bygdu ein bý í Marokku, tá ið teirra ríki var upp á tað størsta. Vit sóu útgravaða býin Volubilis.





Apr 3, 2017

Kvøldskúlaframsýning



Kvøldskkúlin í Kollafirði, tað er Tórshavnar kvøldskúli, læt ársins framsýning upp í gjár. Nógv fólk vóru komin saman. Har var tónleikur og kaffi og alt , sum hoyrir til. Tey føroysku klæðini fylla allarmest á slíkum framsýningum, og tey eru eisini listaverk - verd at skoða. Sýningin hevði livandi modell í klæðunum, tað var vakurt at síggja.

Lærarin Poulina greiddi frá maynstrum og arbeiði. Í fleiri førum var silvurið eisini heimagjørt í silvursmíð í Kvøldskúlanum. Tann ovasta myndin er av nykarósu, persónligt heimagjørt mynstur eftir nykarósuni á Sandi. Onkur hevði mynstur við Frænarorminum, sum ein ungur maður hevur teknað. Mammur og ommur og langommur eru tær sum mest ganga á handarbeiðsskeiðnum.