Aug 26, 2026

Búgvi farin 81 ára gamal

Børnini Andrias og Alda

Langabbi fyllir 80

Nú er beiggi okkara Búgvi farin burtur úr tíðini.

Búgvi var føddur í 1945 og var triðelstur av sjey systkjum. Búgvi var sostatt fimm ár eldri enn eg, men í mínum hugaheimi var hann vaksin, tá ið eg var barn. Hann var í læru, hann var oljudálkaður og arbeiddi hvønn dag. Hann koyrdi mororsúkklu, og vit fingu lift. Hann arbeiddi upp á bilar og motorar.





Búgvi giftist við Hergerð av Eiði, og tey fingu trý børn, Aldu, Sigurð og Andrias, ein stór ólýsandi sorg var, at. Sigurður fór alt ov tíðliga. Búgvi hevði abbabørnini Sigurð og Silju og langabbabørnini Aldu og Ása. 




Her vitja vit Hergerð og Búgva í Albertslund, Turið og Búgvi fáa sær ein royk. Búgvi er sum vanligt í ferð við okkurt arbeiði í húsunum.








Búgvi fiskar síl saman við smádreingjunum.









Búgvi varð raktur av sálarsjúku sum ungur og var innlagdur í langa tíð fleiri ferðir, bæði í Føroyum og Danmark. Tær hendingar og viðgerðir, sum elvdust av hesum, formaðu hansara lív og lívið hjá hansara ungu børnum.

Tað var ein stórur dagur hjá Búgva, tá ið Alda og Pauli fluttu aftur til Føroyar eftir tey nógvu árini í Danmark. Búgvi fekk góð ár saman við Aldu og hennara familju.



Á hesari myndini sæst Búgvi í Vágsbotni saman við abbabørnunum Silju og Sigurði.

Nú seinastu árini búði hann  í Havn og var vorðin ein býarmynd, har hann gekk við súkklu sum gongugrind. Ta seinastu tíðina hevði  hann afasi eftir ein blóðpropp, so at tað hevur verið sera trupult at samskift við hann. 

So fækkast, vit vóru sjey, nú eru vit fýra.


Mynd frá 1999



                                                                        
nýggjari mynd





 

1 comment: