Jun 29, 2026

Summargestir úr Íslandi

 Altíð deiligt, tá ið Inga Rósa kemur ein túr, og hesa ferð var tað ekstra deiligt, at Guðný og Kári komu við.

á Suðuroyavegnum



Inga Rósa bjóðar drekka á Noregsveg




















Hergerð, Inga Rósa og Olna

Tey fingu gott veður alla tíðina, tey vóru her og gjørdu nakrar túrar. Vit vóru við Toftavatn og tær koyrdu ein túr til Klaksvíkar. Kári var eitt sindur saman við Herberti og hansara vinum. Ein Rotary vinur hjá Herbert var akkurát í Føroyum nakrar dagar.

Og so vóru vit ein tú í Nólsoy. Spælimenninir spæla á caféini, og vit fingu frágreiðing á Ovasavninum.



Ovasavnið



Beinta Greve Clementsen, konsert í kirkjuni

Anna Maria bjóðaði døgurða, Turið HJ bjóðaði døgurða, Turið S. bjóðaði døgurða, so tey hittu nógv í familjuni og fingu mat í munnin , meðan tey vóru her.

Inga Rósa hitti eisini Bókastev, tað er bókaklubburin hjá okkum. Hon kennir tær frá túrinum, vit vóru í Íslandi.

Bókastev á MOSS

Við Toftavatn


Í Nólsoy

1 comment:

  1. Stuttligt at frætta um upplivilsini, meðan Inga Rósa og "børnini" vitjaðu í Føroyum. Altíð gott at møta Ingu Rósu.

    ReplyDelete