Meðalaldurin í kirkjuni í Dali í morgun var lægri enn mangan áður, børn og ung av Prangsjørð, úr Stórhúsi og sjálvandi tey úr Gerðagili og úr Gørðunum. Og so manglaðu Ólavur, Vitus og Turið.
Líknilsið um tá ið Jesus mettaði 5000 kemur seks ferðir fyri í bíbliuni, tað lærdi eg í morgun í Dals kirkju. Tað sigur Gudmund Bruun í lestrinum í dag, sum Jóannes las í morgun í Dals kirkju. So umráðandi hava teir gomlu í fornkirkjuni hildið júst hesa søguna vera.
Áðrenn eg fór í kirkju, hoyrdi eg gudstænastu úr Fríðriks kirkju, har Jógvan bispur helt prædiku. Eg hevði sostatt longu hoyrt eina útlegging av dagsins teksti, áðrenn eg hoyrdi ta hjá Gudmundi Bruun. Sera ólíkar útleggingar má ein siga. Meðan Gudmund Bruun leggur dent á tað metaforiska breyðið, ta andaligu føðina og næstan einki nevnir um, at menniskjan eisini hevur eitt likam, sum skal haldast við líka, hevði Jógvan bispur tað tímiliga við allan vegin - likam og andi, tímiligur tørvur og andaligur tørvur. Hann legði stóran dent á, at Jesus hevði sosialt tilvit, og tað eiga vit at royna við. Hann nevndi Frelsunarherin og Bláa kross, sum dømi um tey, sum hava sosialt tilvit og fara til verka.
Annars varnaðist eg ein - kanska ótilvitaðan - politiskan boðskap hjá Jógvani bispi. Áðrenn hann fór at biðja fyri drotningini og co, og løgmanni og co., talaði hann um, at vit hava øll ábyrgd fyri hvørjum øðrum, (og nú vit hava poltikararnar í kirkju í dag) eisini tann politiska skipanin eigur at spæla við. Men, segði bispur, vit eru heppin í Føroyum, at her er gott skil í so máta. Ein týðilig rósa til landsstýrið.
Sálmarnir, vit sungu í Dals kirkju í dag, vóru sum altíð valdir av einslistum. Mikkjal á Ryggi er rótfestur í Føroyum í bø, bergi og haga og á grunnum. Har vit fáa dagligt breyð, sum er seyður, fiskur, grind og fuglur, alt fingið til vega við signing frá Gudi. Vit eiga so nógv og fáa so nógv, og yrkjarin minnir okkum á ikki at elska "mammons grunn" og altíð takka fyri dagligt breyð.
Grundtvig og Poul F hava ein sálm um Faðir vár, um bønina, vónir, trúgv, dóp - hetta er boðskapurin sigur sálmurin, men : "býttlingar annað tó meina"....at kalla øll hini, sum ikki halda sum tú, býttlingar mátti verið nakað nógv avgjørt! Eg nevndi hetta við Sørin prest, hann hugsaði, at týðingin var kanska korrekt, tí hatta kundi Grundtvig gott funnið uppá.
Tey eru so væl stødd við prestar í Dali, Sørin prestur er dótturmaður Sjúrðar, klokkarans, eisini Birgitta prestur bróðurkona degnsins var í kirkju ídag.
No comments:
Post a Comment