Pílagrímsferðir eru vanliga til heilag støð til at vitja halgimannagravir, kirkjur ella heilagar keldur. Henda ferð okkara gekk til Hattarvíkar. Útvarpsverturin spurdi, um okkara barnasummur í Hattarvík høvdu ávirkan. Ja, sanniliga! Har lærdu vit at eta føroyskan mat, har lærdu vit um blómur og fuglalív, og orð. Tað er ein gáva at hava verið partur av hesi bygdarmentan á ungum árum. Í Hattarvík var alt øðrvísi enn í Havn, tey ótu nátturða klokkan 10 um kvøldið um summarið og kaku afturvið morgundrekka. Tríggjar kýr og onnur neyt vóru í kjallaranum, vit róku neytini morgun og kvøld. Lundabyrðar vórðu dagliga bornar til hús, sum Hanus Súni ella lítli Hanus fleygaði. Konufólkini sótu í fjaðraroki og royttu.
'
Útvarpskvinnan fekk netsamband millum býlingarnar Uppi í húsi og Niðri í húsi. Sera flottir gønir litir vóru allastaðni um okkum....
Tá ið Másin ella "posturin" kom fór alt oman á Hellu at hyggja, og tey gomlu fóru oman á Bakka. Vit hugdu, hvørjir kassar og posar mundu koma til handilin, og kanska fingu vit pakka úr Havn.
Vit gingu ein túr yvir á Kirkju eftir koyrivegnum. Svínoyggin hómaðist í mjørkanum, hvarv og dagaði undan aftur. Á kirkju er handil nú í summar.
Vit spældu úti tey longu summarkvøldini, og eitt sum var sjáldsamt hjá okkum at uppliva var, at tey vaksnu ella tey unguvaksnu komu út at spæla við. Vit spældu allar oftast "gerið minir" um alla bygdina, ella "tag den ring" á vendiplássinum, ella "selja fugl" á Viðryggi. Eg fór inn á gólvið hjá Mikkjal Peturi, hann hevur nokk eisini spælt gerið minir í 50unum millum túrar.
Vit gistu hjá Annu Mariu í Niðrihúsi og mintust gomlu Onnu Mariu og Mikka, har ið tey gingu so lættføtt og blíðsnýðað.
Gróðrarmikið við Gellingará |
Skúlin flott gjørdur í stand |
nostalgiskt góðgæti |
Nógv arbeiði at laða bríkar til at fáa nøkur strá afturat |
Jú, pílagrímar vitja gravir og kirkjur, men Paradís er sanniliga eisini eina vitjan vert..
AFTUR TIL "SIVILISATIÒNINA"
No comments:
Post a Comment