Eitt so herligt summar við liggjandi góðveðri. Men í ár hava ikki nógvir gestir verið á Suðuroyavegnum. Vit hava ferðast í Føroyum og upplivað føroyska mentan. Tað er so nógv at fara til og uppliva í Føroyum, at ongum nýtist at keða seg. Ólavsøkan var fín, eg slapp í klæðini fyrstu ferð í 20 ár, børnini vóru glað, eg hevði ein at fara á listaframsýning við og bleiv boðin til buffet á Hotel Føroyum.
Helgi,Zacharias, Kári P,Sigga,Sólrun,Birgit, Turið,Finnur |
Helgi greiddi frá, at teir gomlu laðaðu altíð soleiðis, at tann pena slætta síðan á garðinum vendi ímóti grannanum, hetta er tann slætta síðan.
Síðani eru summartónar, Pride koyring, Kópakonuleikur, sálmasangur í Klaksvík og ikki minst listaframsýningar og "Bart út" sýning.
Havi verið saman við bókaklubbi í Mikladali, við Turið systur til Pride og við Jórunn og Annu Mariu til ferniseringar og skemt.
vm:Turið klár at fara inn á Skálafjørðin
hm: Eyð Matras og Magni Husgaard frá Kópakonuni.
Vit høvdu eina mentanarliga heildaruppliving 6.aug., Jórunn og Anna Maria og eg. Fyrst fóru vit í Listaskálan, har Alda Eyðunsdóttir hevði fernisering. So stuttligt at síggja tað unga ættarliðið av listarfólkum. Sýningin eitur Saknur, "eg sakni allatíðina alt", sera hugvekjandi. Síðani fóru vit í Williamsstovu, har Eir hevur eina framsýning. Ikki øll verkini eru nýggj, men tær glógvandi, grógvandi dámurnar eru deiligar. Síðani gekk leiðin í Vágsbotn, har vit sótu eina løtu, til tíð var at fara á Geisa at eta. mettar og væl settar fóru vit síðani í Reinsaríið til "Bart út". Stuttligt at uppliva, at eisini hetta slag av framførslu er í Havn á føroyskum. Tey vóru øll herlig, men Astrið Gullborgardóttir skaraði framúr við síni livandi "single eingi børn" frásøgn.
Bergljót M, Osla, Turið, Ásvør, Bergljót S |
No comments:
Post a Comment