Aug 8, 2018

Gjógv ein summardag

Vit fóru norð leygardag og ætlaðu okkum til gudstænastuna í gjónni. Ein so fín brúgv er komin at liggja í dansistovutúninum, skal kanska koma í staðin fyri brúnna omanfyri Lítlafløtt, sum kortini sær út til at vera fín. Sama slag brúgv, sum ein sær ymsastaðni í Havn.
Vit fóru ein túr í Gjáargarð, har er lívligt og liviligt á sumri. Tey hava umskipað matstovuna, so at hon er nógv ljósari og rúmari. Tey selja forkunnug postkort, vit tosaðu eitt sindur um, hvør henda kona, sum situr og mjólkar man vera, og um tað er loyvt at taka eina gamla mynd og gera til postkort, einki stóð á kortinum um, hvør hon var, ella hvar myndin var tikin. 















Síðani gerkk leiðin niðan á Nasa, fitt av ferðafólki var á ferð. Og sjálvandi var ferðavinna okkara samtalsevni. Tað var gott geingi og turt, vit fóru ikki út um gjaldsportrið. Hugsi bara : púra beint! í hvussu er, til politikarar hava funnið útav at lata útøkini fáa sín part av tí nógv umrødda inntøkuvøkstrinum í ferðavinnuni.

Hopi tey fáa nokk pengar til at gera gøtuna betri og stikið meira trygt.
tey standa við gjaldsportrið

her hava ferðafólk traðkað eina gøtu uttan fyri stikið

hegnpelin er púra leysur í holinum, flytur seg einar 10-20 cm

Sporini niðan á Egg
Gudstænastan var væl vitjað, prestur hevði fingi skjúts til Gjáar. Teatur við teatralskum presti. Temað var umhvørvi, bæði í prædiku og sálmum.

Skjútsbáturin kemur


1 comment: