Nú havi eg lisið tríggjar bøkur hjá henni: Eina "Night Music" um eina konu, sum er fráskild við tveimum børnum. Hon eigur einki og má royna at klára dagin og vegin. Hon er tónleikari, men síðani maðurin doyði, hevur hon ikki spælt. So vísir tað seg, tá ið maðurin er deyður, at hann var ótrúgvur og hevði logið um sína ogn og brúkt allar pengarnar, so at hon og børnini eru á reyvini. Bókin er so um hennara stríð, nakrar intrigur við grannar, nakað av ótrúskapi, men høvuðspersónurin er góð, sum dagurin er langur og fær løn at enda. Og alt endar í lukku og gamni. Eg má siga sum mín bókavinkona Bergljót M, at tað var eitt sindur vikublaðskent.
Tann næsta bókin, "Me Before You" er um eina gentu, sum einki eigur, sum arbeiðir sum tann einasta í síni familju. Hon arbeiðir sum hjálpari hjá einum fjølbrekaðum manni. Hann hevur verið í eini skívanlukku, og er totalt lamdur. Tey gerast vinfólk, og hon er vist forelskað í honum, men hvat? Hann ætlar at taka lívið av sær, hann fer til Sveis at fremja sjálvsdráp. Tey eru heilt úr hvør sínum samfelagsstætti, hann hevur pengar, flott hús og alla hjálp, sum hann kann ynskja sær, men vil ikki liva. Bókin endar sostatt við hesum lívsenda, men áðrenn tað, hevur høvuðspersónurin lært at virðismeta lívið, at hon má fara at læra seg okkurt og at ynskja sær eitt mentað lív. Hesa dámdi mær best av teimum trimum.
Tann triðja bókin "the one plus one" er um eina konu við tveimum børnum, sum einki eigur, men vil gera alt fyri síni børn, t.d. stjala ella læna pengar. Dóttirin er eitt matematikkflogvit, og meginparturin av bókini er um, tá ið tey koyra til Skotlands til eina matematikkkapping, sum skal fáa hana ókeypis í skúla og stórt sæð bjarga allari familjuni. Hon hittir mann, sum er heilt úr aðrari stætt, ein ríkan partabrævamann og ja tey eru sera ólík og hava sínar ósemjur, men sjálvandi koma tey saman í endanum. Ja, nú sæst vikublaðsmynstrið týðiliga.
No comments:
Post a Comment